Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Fráboðan
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 22-03-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Fráboðan 17 frá 21. mars 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

21. mars 2017Nr. 17

Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar

§ 1

Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015, fráboðan nr. 130 frá 15. desember 2015, fráboðan nr. 16 frá 9. mars 2016, fráboðan nr. 99 frá 30. september 2016 og fráboðan nr. 126 frá 15. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 2 verður orðað soleiðis:

§ 2. Løgmaður hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá løgmanni og landsstýrinum í hesum lógum:

1)    L. nr. 55 af 13. april 1894 indeholdende bestemmelser om politiet på Færøerne, § 3 og § 6.

2)    L. nr. 29 af 16. Februar 1932 om Skyldners Ret til at frigøre sig ved Deponering, § 6 og § 8, sbr. ræðislógini § 2.

3)    L. nr. 69 af 23. Marts 1932: Checklov, § 31, sbr. ræðislógini § 2.

4)    L. nr. 178 af 16. maj 1934 om offentlige Indsamlinger, sbr. ræðislógini § 2.

5)    A. nr. 224 af 5. oktober 1936 for Færøerne om offentlig auktion ved auktionsledere, sbr. ræðislógini § 2.

6)    L. nr. 139 af 7. mai 1937 om kontrol med tilvirkning af krigsmateriel m.m., sbr. ræðislógini § 2.

7)    L. nr. 145 af 13. april 1938 om Mortifikation af Værdipapirer, § 15, stk. 1 og stk. 4, sbr. ræðislógini § 2.

8)    L. nr. 146 af 13. april 1938 om Gældsbreve, § 41, stk. 1, § 41, stk. 3 og § 42, sbr. ræðislógini § 2.

9)    Lb. nr. 215 af 24. juni 1939 af borgerlig straffelov, § 252, stk. 3, sbr. ræðislógini § 2, hvat viðvíkur heimildunum sum fyrr lógu hjá justitsministeren.

10)  Færø Amts Kundgørelse nr. 11 af 31. mars 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre, § 6, stk. 2.

11)  Ll. nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið, § 5.

12)  L. nr. 27 af 3. februar 1960 om udlevering af lovovertrædere til Finland, Island, Norge og Sverige, § 6, nr. 1, 3 og 4 og § 13, stk. 1 og 2, sbr. ræðislógini § 2.

13)  L. nr. 249 af 9. juni 1967 om udlevering af lovovertrædere, § 10, nr. 1, litra a og nr. 2, § 12, § 15, stk. 1 og 2, § 16, stk. 1 og 2, § 18, § 20 og § 21, sbr. ræðislógini § 2.

14)  Ll. nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m.

15)  Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, § 3, stk. 1, hvat viðvíkur setan í starv av tænastumonnum í 39. lønarflokki og hægri í samráði við avvarðandi landsstýrismann.

16)  L. nr. 252 af 12. juni 1975 om overførsel til andet land af retsforfølgning i straffesager, § 2, stk. 2, § 4 og § 5, sbr. ræðislógini § 2.

17)  L. nr. 638 af 21. december 1977 om renter ved forsinket betaling, m.v., § 5, stk. 2, sbr. ræðislógini § 2.

18)  L. nr. 139 af 29. marts 1978 om visse forbrugeraftaler, § 7, stk. 3 og § 13, stk. 3, sbr. ræðislógini § 2.

19)  Ll. nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya løgting, § 15, stk. 2 og § 16, stk. 1 og 2.

20)  Ll. nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð.

21)  L. nr. 275 af 9. juni 1982 om køb på kredit, § 17, stk. 3, § 36 og § 38, sbr. ræðislógini § 2.

22)  L. nr. 278 af 9. juni 1982 om forbud mod privates TV-overvågning m.v., sbr. ræðislógini § 2.

23)  Lb. nr. 565 af 28. august 1986 om ydelse af juridisk bistand samt om inkasso- og detektivvirksomhed m.v., som den er sat i kraft ved L. nr. 92 af 23. februar 1988, sbr. ræðislógini § 2.

24)  Ll. nr. 53 frá 7. mai 1987 um eydnuspøl v.m.

25)  Ll. nr. 109 frá 17. desember 1987 um alment kunngerðablað.

26)  Ll. nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

27)  Ll. nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg.

28)  Ll. nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina.

29)  Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya

a)    § 1, § 6, stk. 2 og 3, § 9, § 12, § 13, § 15, stk. 1, § 21, § 26, § 27, stk. 2, 2. pkt., § 28, stk. 5, § 29, § 30, § 31, 3. pkt., § 33, § 36, § 37 og § 48.

b)   § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøki í Danmark.

30)  Ll. nr. 90 frá 4. juni 1996 um ábyrgd landsstýrisins, § 9, stk. 1.

31)  Ll. nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum.

32)  Ll. nr. 31 frá 6. mars 2003 um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.

33)  Ll. nr. 77 frá 6. mai 2003 um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m.

34)  Lb. nr. 148 frá 9. marts 2004 af lov for Færøerne om rettens pleje, § 110 og § 149, stk. 2.

35)  Lb. nr. 841 frá 23. juli 2004 for Færøerne af lov om produktansvar, § 8, stk. 2 og § 16, sbr. ræðislógini § 2.

36)  Ll. nr. 45 frá 16. mai 2006 um fjølmiðlaábyrgd.

37)  Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum, § 15, stk. 1 og § 16, stk. 1.

38)  A. nr. 581 af 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser, § 3, stk. 3 og 4, § 4, § 9, stk. 1 og 2, § 11, stk. 1, 2 og 3, og § 11 b og § 17, sbr. ræðislógini § 2.

39)  A. nr. 582 frá 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatningsansvar, § 15, stk. 2 og § 16, stk. 2, sbr. ræðislógini § 2.

40)  Ll. nr. 51 frá 17. mai 2011 um ítróttarvedding v.m.

41)  Ll. nr. 137 frá 6. oktober 2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a., tó ikki § 5, stk. 3.

 

2.    Í § 3, stk. 1 verður 5. pkt. strikað.

 

3.    Í § 3, stk. 3 verður nr. 3 strikað.

 

4.    Í § 4 verða nr. 2 og 3 strikað.

Nr. 4-10 verða eftir hetta nr. 2-8.

 

5.    Í § 5, nr. 1 verður aftan á “danska ríkisins sett: “, tó ikki viðvíkjandi lóggávuni um statens arkiver.

 

6.    Í § 7, stk. 1 verður “, Føroya Kærustovni og Søvn Landsins broytt til: “og Føroya Kærustovni”.

 

7.    Í § 8 verður sum nr. 37 sett:

37) Ll nr. 150 frá 23. desember 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.”

 

8.    Í § 13 verður nr. 79 strikað.

Nr. 80 verður eftir hetta nr. 79.

 

9.    Í § 13 verður sum nr. 80 sett:

“80)  L. nr. 1660 frá 20. desember 2016 om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2016-2019.”

 

10.  § 43 verður orðað soleiðis:

§ 43. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)    Lov nr. 88 af 15. maj 1903 om Valgmenigheder, sbr. ræðislógini § 2.

2)    L. nr. 128 af 28. april 1916 om Afstaaelse af Grund til Kirker og Kirkegaarde, sbr. ræðislógini § 2.

3)    A. nr. 441 af 21.11.1923 hvorved Lov nr. 353 af 7. August 1922 om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen sættes i Kraft på Færøerne, § 2 b, sbr. ræðislógini § 2.

4)    Ll. nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum.

5)    Ll. nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn.

6)    Ll. nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn.

7)    Ll. nr. 29 frá 24. apríl 1957 um Havnar Skansa.

8)    L. nr. 225 af 31. mai 1968 om anmeldelse af fødsler og dødsfald, § 4.

9)    Ll. nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við mentunarsøguligum virksemi.

10)  Ll. nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting.

11)  Ll. nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, tó ikki § 3, nr. 5 og § 4.

12)  Ll. nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving.

13)  Ll. nr. 63 frá 23. juni 1983 um bústaðarhús til fólk í útbúgving.

14)  Ll. nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m.

15)  Ll. nr. 69 frá 7. juni 1984 um stuðul til musikkskúlar, tó ikki § 5, stk. 3.

16)  Ll. nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar.

17)  Ll. nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar.

18)  Ll. nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn.

19)  Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, tó ikki § 10, stk. 3 og § 11, stk. 2, nr. 3.

20)  Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

21)  Ll. nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar m.v.

22)  Ll. nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.

23)  Ll. nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan.

24)  Ll. nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar.

25)  Ll. nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar.

26)  Ll. nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar).

27)  Ll. nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar).

28)  Ll. nr. 42 frá 23. apríl 1999 um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving).

29)  Ll. nr. 43 frá 23. apríl 1999 um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving).

30)  A. nr. 885 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om begravelse og ligbrænding (Begravelsesloven), sbr. ræðislógini § 2.

31)  A. nr. 888 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger, sbr. ræðislógini § 2.

32)  Ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, tó ikki § 6 a og kærumál, sbr. § 11 viðvíkjandi fríplássum.

33)  Ll. nr. 83 frá 17. mai 2000 um eftirskúlar.

34)  Ll. nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins.

35)  Ll. nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø.

36)  Ll. nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn.

37)  Ll. nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking.

38)  A. nr. 37 frá 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, § 13, § 14, stk. 2, § 15, § 18, stk. 3 (kirkjulig vígsla) og § 20, stk. 1, sbr. ræðislógini § 2.

39)  Ll. nr. 42 frá 26. mars 2002 um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.

40)  Ll. nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar.

41)  Ll. nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.

42)  Ll. nr. 67 frá 2. mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki.

43)  Ll. nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.

44)  Ll. nr. 22 frá 17. mai 2004 um yrkisskeið.

45)  Ll. nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum.

46)  Ll. nr. 37 frá 26. apríl 2005 um at digitalisera Útvarp og Sjónvarp Føroya.

47)  Ll. nr. 49 frá 9. mai 2005 um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum.

48)  Ll. nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla.

49)  Ll. nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.

50)  Ll. nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp.

51)  Ll. nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul.

52)  Ll. nr. 42 frá 8. mai 2007 um miðlaráð til verju fyri børn og ung.

53)  Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum.

54)  Ll. nr. 61 frá 7. juni 2007 um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar.

55)  Ll. nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð.

56)  Ll. nr. 36 frá 19. mai 2008 um íløgu í kringvarpssendinetið.

57)  Ll. nr. 42 frá 26. mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.

58)  Ll. nr. 43 frá 26. mai 2008 um at byggja skúladepil í Tórshavn.

59)  Ll. nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya.

60)  Ll. nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar.

61)  Ll. nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð.

62)  Ll. nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.

63)  Ll. nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip.

64)  Ll. nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni.

65)  Ll. nr. 53 frá 15. mai 2014 um at útvega undirvísingarmiðlar o.a.

66)  Ll. nr. 67 frá 15. mai 2014 um førleikameting.

67)  Ll. nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt (Upphavsrættarlógin).

68)  Ll. nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.

 

11.  Í § 44, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt sett:

“Somuleiðis umsitur hann mál um at gera eina antikvariska serskipan fyri Koltur.

 

12.  Í § 44, stk. 2 verður aftan á nr. 6 sum nýtt nr. sett:

“7)   Kirkjubømúragrunnurin.

Nr. 7-14 verða eftir hetta nr. 8-15.

 

13.  Í § 45 verður aftan á nr. 2 sum nýggj nr. sett:

“3) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 10: Skjalasøvn, bókasøvn, gripagoymslur.

4)  Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 11: Friðan av bygningum.

Nr. 3-5 verða eftir hetta nr. 5-7.

 

14.  Aftan á § 45 verður sett:

 

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 46. Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Stjórnarskipan danska ríkisins, tó bert viðvíkjandi lóggávuni um statens arkiver.

 

15.  § 48, stk. 1 verður orðað soleiðis:

”Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)    á Skúlatrøð.

2)    Eiðis skúli.

3)    Eysturskúlin.

4)    Fámjins skúli.

5)    Fuglafjarðar skúli.

6)    Glasir.

7)    Haraldssunds skúli.

8)    Heilsuskúli Føroya.

9)    Hósvíkar skúli.

10)  Hoyvíkar skúli.

11)  Húsar/Syðradals skúli.

12)  Hvalbiar skúli.

13)  Hvalvíkar skúli.

14)  Kaldbaks skúli.

15)  Kollafjarðar skúli.

16)  Kunoyar skúli.

17)  Kvívíkar skúli.

18)  Landsbókasavnið.

19)  Landsskjalasavnið.

20)  Mentamálaráðið.

21)  Miðnám á Kambsdal, heruppií HF skeiðið í Klaksvík.

22)  Miðnám í Vestmanna.

23)  Miðnámsskúlin í Suðuroy.

24)  Mikladals/Trøllanes skúli.

25)  Musikkskúlin.

26)  Mykines skúli.

27)  Nám.

28)  Nólsoyar skúli.

29)  Oyndarfjarðar skúli.

30)  Porkeris skúli.

31)  Runavíkar skúli.

32)  Sandoyar meginskúli.

33)  Sands skúli.

34)  Sernám.

35)  Sjónám.

36)  Skála skúli.

37)  Skálavíkar skúli.

38)  Skopunar skúli.

39)  Skt. Frans skúli.

40)  Skúlatilboð til ung við breki.

41)  Skúlin á Argjahamri.

42)  Skúlin í Eysturkommunu.

43)  Skúlin á Fløtum.

44)  Skúlin á Fossánesi.

45)  Skúlin á Giljanesi.

46)  Skúlin á Løgmannabreyt.

47)  Skúlin við Streymin.

48)  Sørvágs skúli.

49)  Stranda skúli.

50)  Studni.

51)  Sumbiar skúli.

52)  Tjóðsavnið.

53)  Tofta skúli.

54)  Tvøroyrar skúli.

55)  Vágs skúli.

56)  Velbastaðar skúli.

57)  Vestmanna skúli.

58)  Viðareiðis skúli.

59)  Vinnuháskúlin, herundir Trygdardepilin.”

§ 2

Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Í Tinganesi, 21. mars 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

 

/ Marjun Hanusardóttir (sign.)