7. apríl 2017Nr. 44

Kunngerð um at Sjóvinnustýrið útinnir ávísar uppgávur fyri Fjarskiftiseftirlitið

Við heimild í § 47, stk. 1, 2 og 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti, verður ásett:

§ 1. Í hesi kunngerð merkir:

1)   GMDSS: Global Maritime Distress and Safety System.

2)   GOC: General Operators Certificate.

3)   VHF: Very High Frequency.

4)   MF: Medium Frequency.

5)   HF: High Frequency.

6)   DSC: Digital Selective Calling.

7)   Inmarsat: Fylgisveina samskiftisskipan.

8)   Sjóøki A1: Sjóøki, innan fyri sendileitið hjá í minsta lagi einari VHF-strandarstøð, har ein til eina og hvørja tíð kann fáa samband og senda ávaringar á VHF-DSC.

9)   Sjóøki A2: Sjóøki uttan fyri A1, men innan fyri sendileitið hjá í minsta lagi einari MF-strandarstøð, har ein til eina og hvørja tíð kann fáa samband og senda ávaringar á MF-DSC.

10) Sjóøki A3: Sjóøki uttan fyri A1 og A2, men innan fyri sendileitið hjá í minsta lagi einum Inmarsat fylgisveini, har ein til eina og hvørja tíð kann fáa samband og senda ávaringar um Inmarsat-skipanina.

11) Sjóøki A4: Sjóøki uttan fyri A1, A2 og A3.

§ 2. Sjóvinnustýrinum verður heimilað at endurnýggja GOC-radiopróvbræv í sambandi við endurnýggjan av sjóvinnubrævi sum radiopassari, við gildi upp til 5 ár í teimum førum, har umsøkjarin skjalprógvar at hava verið radiopassari við skipi við GMDSS-radiostøð til sjóøki A2, A3 ella A4 antin í:

1)   1 ár seinastu 5 árini, ella

2)   3 mánaðir seinastu 6 mánaðirnar.

Stk. 2. Í øðrum enn teimum í stk. 1 nevndu førum skal umsóknin um endurnýggjan av GOC-radiopróvbrævinum latast Fjarskiftiseftirlitinum.

§ 3. Endurnýggjan av GOC-radiopróvbrævi verður útskrivað á sama skjal sum sjóvinnubrævið við heitinum:

1)   Algilt sjóvinnubræv sum Radiopassari innan GMDSS (GOC).

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 108 frá 18. august 2009 um, at Skipaeftirlitið útinnir ávísar uppgávur fyri Fjarskiftiseftirlitið.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 7. apríl 2017

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)