14. mars 2017Nr. 16

Kunngerð um broyting í kunngerð um hvussu eftirløn og eftirlønarskattur verða rindað

(Broyting í prosentstigum)

§ 1

Í kunngerð nr. 164 frá 19. desember 2013 um hvussu eftirløn og eftirlønarskattur verða rindað verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Saman við hvørjari lønarflyting skal verða flutt eitt eftirlønargjald, sum í minsta lagi samsvarar við tann niðanfyri standandi prosentpartin av A-inntøkuni:

1)    Frá 1. januar 2014: 1 prosent.

2)    Frá 1. januar 2015: 2 prosent.

3)    Frá 1. januar 2016: 2 prosent.

4)    Frá 1. januar 2017: 3 prosent.

5)    Frá 1. januar 2018: 4 prosent.

6)    Frá 1. januar 2019: 5 prosent.

7)    Frá 1. januar 2020: 6 prosent.

8)    Frá 1. januar 2021: 7 prosent.

9)    Frá 1. januar 2022: 8 prosent.

10)  Frá 1. januar 2023: 9 prosent.

11)  Frá 1. januar 2024: 10 prosent.

12)  Frá 1. januar 2025: 11 prosent.

13)  Frá 1. januar 2026: 12 prosent.

14)  Frá 1. januar 2027: 13 prosent.

15)  Frá 1. januar 2028: 14 prosent.

16)  Frá 1. januar 2029: 15 prosent.”

 

2.    § 2, nr. 6 verður orðað soleiðis:

“6)  Lønarflyting, ið hevur við sær eftirlønargjald, sum er minni enn 30 kr., tað vil siga lønarflyting, har samlaða upphæddin, ið flutt verður, er minni enn tann niðanfyri ásetta minstaupphædd:

a)    Frá 1. januar 2014: 3.000 kr.

b)    Frá 1. januar 2015: 1.500 kr.

c)    Frá 1. januar 2016: 1.500 kr.

d)   Frá 1. januar 2017: 1.000 kr.

e)    Frá 1. januar 2018: 750 kr.

f)    Frá 1. januar 2019: 600 kr.

g)    Frá 1. januar 2020: 500 kr.

h)    Frá 1. januar 2021: 429 kr.

i)     Frá 1. januar 2022: 375 kr.

j)     Frá 1. januar 2023: 334 kr.

k)    Frá 1. januar 2024: 300 kr.

l)     Frá 1. januar 2025: 273 kr.

m)   Frá 1. januar 2026: 250 kr.

n)    Frá 1. januar 2027: 231 kr.

o)    Frá 1. januar 2028: 215 kr.

p)    Frá 1. januar 2029: 200 kr.“

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 14. mars 2017

 

Kristina Háfoss (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)