7. apríl 2017Nr. 43

Kunngerð um broyting í bekendtgørelse for Færøerne om indsendelse og offentliggørelse af årsrapporter m.v. hos den færøske registreringsmyndighed

(Talgild innlating í XBRL-formati)

§ 1

Í bekendtgørelse nr. 1385 frá 11. december 2007 for Færøerne om indsendelse og offentliggørelse af årsrapporter m.v. hos den færøske registreringsmyndighed, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 22. apríl 2014, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Inngangurin verður orðaður soleiðis:

“Við heimild í § 148 a, 153 a, 153 b, 153 c, 155, 155 a, § 157 stk. 1 og § 164 stk. 4 í kongligari fyriskipan nr. 1355 frá 9. desember 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av ársroknskaparlógini, sum broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011 og við løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, verður ásett:”

 

2.    Í § 2 a, stk. 1, 1. pkt. verður “í PDFsniði” strikað.

 

3.    Aftan á § 2 a verður sett:

“Talgild innlating

§ 2 b. Tá talgild innlating av ársfrásøgn fer fram, skal fyritøkan nýta XBRL-format í eini taksonomi, ásett av Skráseting Føroya. Farið verður til taksonomiina umvegis sjálvavgreiðsluskipanina hjá TAKS. Innlating av ársfrásøgn í talgildu skipanina, skal fevna um fylgjandi:

1)   eina XBRL-fílu, har ársfrásøgnin verður greidd frá á XBRL-máli, og

2)   eina pdf-fílu, har ársfrásøgnin verður løgd fram í lesiligari skrift.

Stk. 2. Í pdf-fíluni kann ársfrásøgnin, innanfyri ásetingarnar í ársroknskaparlógini, leggjast fram við øðrum, meiri serstøkum nøvnum enn í XBRL-fíluni umframt við t.d. búmerki, myndum og strikumyndum, treytað av, at upplýsingarnar í pdf-fíluni samsvara við upplýsingarnar í XBRL-fíluni, sbrt. tó § 2 c, stk. 1.

Stk. 3. Skráseting Føroya almannakunnger pdf-fíluna, sbrt. stk. 1, nr. 2, við atliti til at geva roknskaparbrúkarum høvi til at lesa ársfrásøgnina. Harumframt verður pdf-fílan nýtt tá ein møgulig kanning av ársfrásøgnini, sbrt. § 159 ella § 159 a í Ársroknskaparlógini, verður framd, á sama hátt sum XBRL-fílan og aðrar viðkomandi upplýsingar kunnu takast við í kanningina.

Stk. 4. Skráseting Føroya almannakunnger XBRL-fíluna, sbrt. stk. 1, nr. 1, við atliti til at lata roknskaparbrúkarar sleppa framat skipaðum roknskaparupplýsingum, í tann mun kt-skipanirnar eru mentar til tað. Kunning um hetta verður at síggja á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya.

Einfaldari talgild innlating

§ 2 c. Í eini skiftistíð kunnu fyritøkur, sum gera ársfrásøgn ella samtaksroknskap sambært altjóða IFRS roknskaparstandardum, velja bert at tøppa inn ávísar upplýsingar í XBRL–fíluna, sbr. tó stk. 2. XBRL-fílan skal tó í minsta lagi innihalda:

1)   eina møguliga váttan frá grannskoðara,

2)   heildarinntøkuuppgerð, heruppií rakstraruppgerð,

3)   fíggjarjavni og

4)   pengastreymsuppgerð.

Stk. 2. Ársfrásøgnin skal síggjast í síni heild í pdf-fíluni, uttan mun til um XBRL-fílan inniheldur alla ársfrásøgnina ella bert tær í stk. 1 nevndu upplýsingar.

Tørvur á óvanligum roknskaparpostum

§ 2 d. Um ársfrásøgnin hjá eini fyritøku er gjørd eftir ársroknskaparlógini, og hon inniheldur ein serligan roknskaparpost, sum ikki finst í talgildu skipanini, skal fyritøkan fráboða roknskaparpostin í talgildu skipanini undir einum roknskaparposti, sum hevur eitt breiðari heiti, ið fevnir um hendan roknskaparpostin og gera útgreining í notunum.

Stk. 2. Um tað í talgildu skipanini ikki finst ein roknskaparpostur, sum fevnir um ein ávísan roknskaparpost, sbrt. stk. 1, og hevur fyritøkan ein serligan tørv, sum eftir § 23 stk. 4 í ársroknskaparlógini, ger tað neyðugt at leggja henda ávísa roknskaparpostin afturat, tí fyritøkan er av serligum slag, kann Skráseting Føroya eftir umsókn lata fyritøkuna sleppa undan at lata ársfrásøgnina inn talgilt fyri tað ávísa roknskaparárið, sbrt. stk. 3.

Stk. 3. Umsókn um at sleppa undan at lata ársfrásøgnina inn talgilt, sbrt. stk. 2, skal fyritøkan, saman við hesi somu ársfrásøgn senda inn á pappíri við vanligum posti til Skráseting Føroya.

Stk. 4. Um Skráseting Føroya metir, at treytirnar í stk. 2 fyri at sleppa undan talgildari innlating ikki eru loknar, skal ársfrásøgnin latast inn talgilt. Um so er, fær § 10, stk. 2 gildi.

§ 2 e. Um ársfrásøgnin ella samtaksroknskapurin hjá eini fyritøku er gjørdur eftir altjóða IFRS roknskaparstandardum, og ársfrásøgnin ella samtaksroknskapurin inniheldur ein serligan roknskaparpost, sum ikki finst í talgildu skipanini, er § 2 d, stk. 1 somuleiðis galdandi.

Stk. 2. Um tað í talgildu skipanini ikki finst ein roknskaparpostur, sum fevnir um ein ávísan roknskaparpost, sbrt. stk. 1, og hevur fyritøkan ein serligan tørv, sum eftir IFRS ger tað neyðugt at leggja henda ávísa roknskaparpostin afturat, tí at fyritøkan er av serligum slag, skal fyritøkan leggja roknskaparpostin afturat sum eina víðkan av taksonomiini, sbrt. stk. 3.

Stk. 3. Víðkan av taksonomiini í talgildu skipanini, sbrt. stk. 2, verður gjørd í tann mun kt-skipanirnar eru mentar til tað. Kunning um hetta verður at síggja á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya. Til tá kann Skrásetingin eftir umsókn sleppa fyritøkuni undan at lata ársfrásøgnina inn talgilt fyri hetta ávísa roknskaparárið. § 2 d, stk. 3 og 4 er somuleiðis galdandi.

Fyritøkur, fevndar av roknskaparflokki B og C, sum gera ársfrásøgn eftir IFRS

§ 2 f. Uttan mun til ásetingina í § 2 a, stk. 1, nr. 1, er ein fyritøka, sum er fevnd av roknskaparflokki B ella C, og sum hevur valt at gera ársfrásøgn ella samtaksroknskap sambært altjóða IFRS roknskaparstandardum, undantikin frá at lata ársfrásøgnina inn talgilt, uttan umsókn.

Stk. 2. Undantakið í stk. 1 er galdandi til tað verður kravt, at fyritøkur, fevndar av roknskaparflokki D, sum gera ársfrásøgn ella samtaksroknskap eftir IFRS roknskaparstandardum, skulu lata ársfrásøgn inn talgilt, sbrt. § 2 a, stk. 1, nr. 2.”

§ 2

Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Ársfrásagnir fyri roknskaparárið 2016, sum eru latnar inn, tá henda kunngerð kemur í gildi, eru ikki fevndar av reglunum í hesi kunngerð.

Stk. 3. Ársfrásagnir fyri roknskaparárið 2016, sum ikki eru latnar Skráseting Føroya, tá henda kunngerðin kemur í gildi, kunnu latast Skráseting Føroya innan 1. juli 2017 eftir higartil galdandi reglum. Í slíkum førum, sum nevnt í 2. pkt. skulu ársfrásagnir fyri roknskaparárið 2016 latast Skráseting Føroya innan 1. januar 2018 eftir reglunum í hesi kunngerð.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 7. apríl 2017

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)