18. apríl 2017Nr. 46

Kunngerð um fiskiskapin hjá skipum úr ES londum í føroyskum sjógvi í 2017

Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, 6, 7 og 13, § 9, stk. 2, § 10, stk. 6, § 25, § 32, stk. 2 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, § 6 í løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 80 frá 8. mai 2003 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap eftir botnfiski og uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi í 2017 við skipum úr ES londum samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Evropeiska Samveldið.

Kapittul 2

Fiskiskapur eftir botnfiski

§ 2. Loyvt er skipum úr ES londum at royna í føroyskum sjógvi eftir hesum botnfiskasløgum og nøgdum í 2017:

1)   Toskur og hýsa: 950 tons.

2)   Upsi: 2.800 tons.

3)   Kongafiskur: 400 tons.

4)   Blálonga og longa: 2.000 tons.

5)   Flatfiskur: 100 tons.

6)   Onnur fiskasløg: 800 tons.

Stk. 2. Hjáveiða av langasporli og stinglaksi kann í mesta lagi vera 665 tons, og verður veiðan mótroknað kvotuni av blálongu og longu sambært stk. 1, nr. 4.

Tal av skipum og avmarkingar á ávísum leiðum og eftir ávísum fiskasløgum

§ 3. Í fiskiskapi eftir botnfiski verður loyvt 26 trolarum, harav 13 í senn, sum ikki mugu vera longri enn 180 føtur, at veiða millum 12 fjórðingar og 21 fjórðingar úr grundlinjunum.

Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 er talið av skipum í beinleiðis fiskiskapi eftir toski og hýsu, í økinum sunnan fyri 62˚28’N og eystan fyri 6˚30’V, avmarkað til 8 skip, harav 4 í senn.

Stk. 3. Loyvt verður harumframt 70 trolarum, harav 26 í senn, at veiða uttan fyri 21 fjórðingar úr grundlinjunum. Í tíðarskeiðinum 1. mars til og við 31. mai og 1. oktober til og við 31. desember hava hesi skip tó eisini atgongd til at fiska í einum øki millum 12 og 21 fjórðingar úr grundlinjunum, sum liggur millum 61˚20’N og 62˚00’N.

Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 3 er talið av fiskiførum í beinleiðis veiðu eftir upsa, sbr. § 6, avmarkað til 22 í senn, og talið av fiskiførum í beinleiðis veiðu eftir blálongu, sbr. § 7, avmarkað til 20 í senn.

Stk. 5. Loyvt verður harumframt 10 línuskipum, harav 6 í senn, at veiða uttan fyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum.

Reiðskapur

§ 4. Fiskiskapurin, sambært § 2, kann fara fram við troli og línu.

Stk. 2. Veiða við bummtroli og við uppsjóvartroli er ikki loyvd. Loyvt er bert at royna við einum troli í senn.

§ 5. Í fiskiskapi eftir botnfiski er ikki loyvt at nýta trol, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm, sbr. tó §§ 6-7.

Stk. 2. Tvørmátið á tráðnum í trolposanum, 8 teir aftastu metrarnar av trolinum, eigur ikki at fara upp um 8 mm. Netið framman fyri posan, millumstykkið, skal ikki vaksa í ummáli úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvirpartinum og undirpartinum skulu vera eins. Meskarnir í hvørjari plátu skulu vera skornir eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvirpláturnar og undirpláturnar eru eins. Ummálið í forkanti á posanum má ikki vera víðari enn afturkanturin á millumstykkinum. Loyvt er at sneiða 3 teir aftastu meskarnar inneftir.

Stk. 3. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnir ikki standa fult mát. Tó er loyvt:

1)   at knýta tilfar, ið bara verður fest framman og á síðurnar á undirsíðuna av trolposanum fyri at minka um slit,

2)   at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis, at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk.

Stk. 4. Tað er ikki loyvt at brúka gjarðir, rundstroppar, tó er loyvt at hava eina gjørð, lyftistropp, í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan.

Serligar ásetingar fyri beinleiðis veiðu eftir upsa

§ 6. Hóast ásetingarnar í § 5, stk. 1-4 er í beinleiðis veiðu eftir upsa loyvt at nýta trol við meskum niður í 120 mm. Eisini verður gjørt tað undantakið, at loyvast kann trolarum í beinleiðis veiðu eftir upsa at nýta rundstroppar, soleiðis at fráleikin millum hvønn rundstroppin er í minsta lagi 1 metur, at rundstropparnir eru festir í minsta lagi í tveimum støðum uttan á trolposanum, at rundstropparnir eru úr sama tilfari sum í posalínuni á trolposanum, og at rundstropparnir mugu ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørtur um á posanum á tí staðnum, har rundstroppurin er festur til trolposan.

Stk. 2. Skip skulu boða Vørn frá á vakt@vorn.fo, tá ið tey byrja og enda fiskiskap sambært undantaksreglum í stk. 1, eisini tá lagt verður um til annan fiskiskap.

Stk. 3. Beinleiðis veiða eftir upsa er veiða, har upsi er í minsta lagi 85% av veiðinøgdini til eina og hvørja tíð á túrinum.

Serligar ásetingar fyri beinleiðis veiðu eftir blálongu

§ 7. Hóast ásetingarnar í § 5, stk. 1-4 er í beinleiðis veiðu eftir blálongu loyvt at nýta trol við meskum ikki smærri enn 100 mm á leiðum sunnan fyri 61°30’N og vestan fyri 09°00’ V, og sunnan fyri 60°30’ N millum 7°00’ V - 09˚00’V, og økið sunnan og vestan fyri eina linju millum punktini 60°3’N, 07˚00’V og 60˚00’N, 06°00 V.

Stk. 2. Skip skulu boða Vørn frá á vakt@vorn.fo, tá ið tey byrja og enda fiskiskap sambært undantaksreglunum í stk. 1, eisini tá lagt verður um til annan fiskiskap.

Stk. 3. Beinleiðis fiskiskapur eftir blálongu má ikki rekast á grynri sjógvi enn 500 m.

Máting av meskum og merking av reiðskapi

§ 8. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól, 2 mm tjúkt, við tí ásetta mátinum lættliga ganga gjøgnum meskarnar í netinum, sambært starvsreglugerð um meskamáting.

Stk. 2. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát sambært §§ 5-7, skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.

Stk. 3. Allar boyur á línureiðskapi skulu vera merktar við kallibókstavunum og havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari.

Kapittul 3

Fiskiskapur eftir svartkjafti

§ 9. Loyvt er skipum úr ES londum at veiða upp til 2.500 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2017.

Stk. 2. Umframt kvotuna, sambært stk. 1, hava skip úr ES londum atgongd at veiða í mesta lagi 21.500 tons av ES kvotuni av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2017.

Stk. 3. Í veiðu eftir svartkjafti, verður hjáveiða av gulllaksi, sum ikki slepst undan, mótroknað kvotunum sambært stk. 1 og 2.

Tal av skipum

§ 10. Í mesta lagi 34 fiskifør í senn kunnu vera til svartkjaftafiskiskap sambært § 9. Talið av fiskiførum kann økjast upp til 38, tá fiskifør partrola.

Stk. 2. Verður ein høvuðsleið til fiskiskapin ásett av Vørn, kunnu 20 skip vera á høvuðsleiðini í senn.

Fiskileiðir

§ 11. Loyvt er ikki at royna eftir svartkjafti við troli á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3, samanber tó eisini § 23.

Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   62°50'00"N, 07°11'00"V

2)   62°53'00"N, 06°40'00"V

3)   62°50'00"N, 06°10'00"V

4)   62°43'00"N, 05°38'00"V

5)   62°32'00"N, 05°02'00"V

6)   62°25'00"N, 04°15'00"V

7)   62°19'00"N, 04°00'00"V

8)   62°01'00"N, 04°00'00"V

9)   61°17'00"N, 04°56'00"V

10) 60°26'00"N, 06°10'00"V

11) 60°26'00"N, 06°32'00"V

12) 60°35'00"N, 06°35'00"V

13) 61°23'00"N, 07°30'00"V

14) 61°25'25"N, 08°01'00"V

15) 61°32'48"N, 08°20'30"V

16) 61°49'00"N, 08°41'50"V

17) 62°00'00"N, 10°00'00"V

18) 62°40'00"N, 10°00'00"V

19) 62°40'00"N, 08°00'00"V

20) 62°50'00"N, 07°11'00"V

Stk. 3. Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   60°50'00"N, 07°57'00"V

2)   61°03'00"N, 07°57'00"V

3)   61°15'30"N, 08°16'00"V

4)   61°13'20"N, 08°42'12"V

5)   61°00'00"N, 09°11'00"V

6)   60°48'40"N, 09°25'00"V

7)   60°24'00"N, 09°07'00"V

8)   60°50'00"N, 07°57'00"V

Reiðskapur

§ 12. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.

§ 13. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N, og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið.

Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón.

Kapittul 4

Fiskiskapur eftir makreli og norðhavssild

§ 14. Loyvt er skipum úr ES londum at fiska 38.576 tons av makrelkvotuni hjá ES í føroyskum sjógvi í 2017.

Stk. 2. Í mesta lagi 12 fiskifør kunnu vera til fiskiskap eftir makreli, sambært stk. 1, í senn.

§ 15. Tá makrelur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.

§ 16. Kvotan, sambært § 14, kann í føroyskum sjógvi bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, samanber tó eisini § 23.

§ 17. Loyvt er skipum úr ES londum at fiska í mesta lagi 6.000 tons av kvotuni hjá ES av norðhavssild í føroyskum sjógvi í 2017.

Stk. 2. Í mesta lagi 20 fiskifør kunnu vera til fiskiskap eftir norðhavssild, sambært stk. 1, í senn.

§ 18. Kvotan, sambært § 17, kann í føroyskum sjógvi bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum og norðan fyri 62˚30 N, samanber tó eisini § 23.

Ásetingar um útgerð umborð fyri skip, sum veiða makrel og norðhavssild

§ 19. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.

§ 20. Skip mugu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.

§ 21. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til eina og hvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.

§ 22. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Verður veiðan fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.

Kapittul 5

Ymiskar ásetingar

Friðaðar leiðir

§ 23. Í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti innan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum.

Stk. 2. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu harumframt halda seg til ásetingarnar um friðað øki og reiðskap í §§ 9 a og 9 b í løgtingslógini, § 1 í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noregi og ES londum, og § 1 í kunngerð um friðað øki fyri troling, og eru eisini fevnd av §§ 11 og 12 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum.

Loyvi

§ 24. Fiskifør úr ES londum kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum ES hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum. Á listanum skal vera frámerkt, hvat fiskaslag fiskifarið hevur loyvi at fara til beinleiðis fiskiskap eftir.

Hjáveiða í fiskiskapi eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild

§ 25. Í fiskiskapi eftir svartkjafti, makreli ella norðhavssild skal samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.

Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, er íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.

Ungfiskur

§ 26. Í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meira enn 50% í tali. Svartkjaftur, ið er minni enn 23 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.

Stk. 2. Í beinleiðis veiðu eftir upsa skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meiri enn 30% í tali. Upsi, ið er minni enn 55 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.

Stk. 3. Í beinleiðis veiðu eftir blálongu skal íblandingin av ungfiski í hvørjari setu ikki vera meiri enn 25% í tali. Blálonga, ið er minni enn 75 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.

Stk. 4. Í beinleiðis veiðu eftir longu skal íblandingin av ungfiski í hvørjari setu ikki vera meiri enn 25% í tali. Longa, ið er minni enn 75 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.

Stk. 5. Í beinleiðis veiðu eftir toski skal íblandingin av ungfiski í hvørjari setu ella í hvørjum háli ikki vera meiri enn 30% í tali. Toskur, ið er minni enn 50 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.

Stk. 6. Í beinleiðis veiðu eftir hýsu skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ella í hvørjari setu ikki vera meiri enn 30% í tali. Hýsa, ið er minni enn 45 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur.

Stk. 7. Í beinleiðis veiðu eftir kongafiski skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ella í hvørjari setu ikki vera meiri enn 25% í tali. Kongafiskur, ið er minni enn 37 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur.

Stk. 8. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1-7, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.

§ 27. Sambært § 35, stk. 3 í løgtingslógini kann Vørn áseta bráðfeingis veiðibann fyri ávísar veiðihættir á ávísum leiðum á landleiðunum, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann kann lýsast fyri upp til 2 vikur hvørja ferð.

Minstamát á fiski

§ 28. Fiskur, ið ikki stendur hesi mát, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur:

1)   Toskur, Gadus morhua, 40 cm.

2)   Hýsa, Melanogrammus aeglefinus, 37 cm.

3)   Reyðsprøka, Pleuronectes platessa, 40 cm.

4)   Lálla, Glyptocephalus cynoglossus, 28 cm.

5)   Tunga, Microstomus kitt, 30 cm.

6)   Kalvi, Hippoglossus hippoglossus, 45 cm.

7)   Sild, Clupea harengus, 22 cm.

8)   Glaskvoysa, Lepidorhobmus whifflagonis, 25 cm.

9)   Laksur, Salmo salar, 60 cm.

10) Hvítingur, Merlangius merlangus, 30 cm.

11) Stórur kongafiskur, Sebastes marinus, 30 cm.

12) Trantkongafiskur, Sebastes mentella, 30 cm.

13) Blálonga, Molva dipterygia, 60 cm.

14) Longa, Molva molva, 60 cm.

15) Brosma, Brosme brosme, 40 cm.

16) Langasporl, Coryphaenoides rupestris, 40 cm.

17) Gulllaksur, Argentina silus, 28 cm.

18) Havtaska, Lophius piscatorius, 50 cm.

19) Upsi, Pollachius virens, 45 cm.

20) Svartkalvi, Rheinhardtius hippoglossoides, 35 cm.

21) Makrelur, Scomber Scombrus, 30 cm.

Stk. 2. Veiðan av undirmálsfiski fyri hvønn túr skal ikki vera meira enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Tó kann veiðan av undirmálsmakreli vera upp í 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.

Umrokningarfaktorar

§ 29. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu, umframt ásetingarnar í kunngerð um umrokningarfaktorar, hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft:

1)   Kruvdur, við høvdi: 1,20.

2)   Kruvdur, avhøvdaður: 1,40.

3)   Flak við skræðu og beinum: 2,80.

4)   Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80.

5)   Flak, uttan skræðu og bein: 2,80.

6)   Fiskamjøl: 5,11.

Útblaking

§ 30. Loyvt er ikki at blaka ella sleppa fiski útaftur.

Fiskireiðskapur

§ 31. Kemur skip inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir.

Umskipingar

§ 32. Sambært § 10, stk. 5 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd.

Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC reglum hesum viðvíkjandi.

Fráboðanarskyldur

§ 33. Skip úr ES londum, sum sambært § 24 hava loyvi at fiska á føroysku landleiðunum, skulu senda fráboðan til Vørn, sum nærri ásett í skjali 2 til hesa kunngerð.

Kapittul 6

Revsireglur og gildiskoma

Revsing

§ 34. Brot á § 2, stk. 2, §§ 4-5, § 6, stk. 1-2, § 7, § 8, stk. 2-3, §§ 11-13, 15-16 og 18-20, § 21, 2. pkt, §§ 22-25, § 26, stk. 8, § 28, stk. 2, §§ 29-31 og 33 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður revsaður tann, sum umskipar uttan loyvi, sambært § 32, ella ikki ger eftir boðum ella fylgir boðum, sambært § 21, 1. pkt.

Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.

Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Stk. 4. Sambært § 45, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, verður brot staðfest á § 26, stk. 8. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 35. Henda kunngerð kemur í gildi 13. mai 2017 og fer úr gildi 31. desember 2017.

Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fara úr gildi:

1)   kunngerð nr. 8 frá 26. januar 1995 um ES-fiskiveiði á ytru landleiðini eftir makreli,

2)   kunngerð nr. 9 frá 26. januar 1995 um ES-fiskiveiði eftir blálongu á ytru landleiðini,

3)   kunngerð nr. 10 frá 26. januar 1995 um veiðu av svartkjafti á ytru landleiðini við skipum úr ávísum londum,

4)   kunngerð nr. 7 frá 26. januar 1999 um ES-fiskiskapin á ytru landleiðini eftir botnfiski, og

5)   kunngerð nr. 18 frá 9. mars 2007 um veiðu eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.

 

 

Fiskimálaráðið, 18. apríl 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

 

Skitsa av rist og ristseksjón

 

Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum.

 


 

 

 

 

 

 

Ristseksjón

 

Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.


 

 

 

 

 

Skjal 2

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast til vakt@vorn.fo, telefaks +298 313981 ella INMARSAT-C 492880010.

 

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í føroyskt fiskiøki.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi (ikki krav)

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (ikki krav)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav)

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

 

2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi (ikki krav)

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (ikki krav)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav)

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

 

3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið skiftir frá einum fiskaslagi til eitt annað ella gevst at fiska. Verður farið úr føroyskum sjógvi, skal fráboðanin sendast í seinasta lagi 12 tímar áðrenn.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi (ikki krav)

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (ikki krav)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav)

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking