Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 02-01-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 1 frá 2. januar 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

2. januar 2018Nr. 1

Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 86 frá 28. juni 2018

Við heimild í § 5, stk. 2, § 28, stk. 1, § 34, stk. 1, 2 og 6, § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3 og 4, stk. 2, nr. 2, 4, 6, 7, 8, 9 og 10 og stk. 3, § 44, stk. 1, § 46, stk. 1 og 3, § 47, stk. 2, § 58, stk. 4, § 61, stk. 3 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018 og ásetir treytir um umskiping, lating og móttøku av veiðu í tí sambandi.

Kapittul 2

Kvotur, fiskiloyvi, fiskileiðir, o.a.

Føroysk kvota

§ 2. Føroyska kvotan av makreli í 2018 er 102.924 tons.

Stk. 2. 1) Afturat kvotuni í stk. 1 verða 4.200 tons av makreli, ið ikki vórðu fiskað í 2017, flutt til 2018.

Býti av føroysku kvotuni

§ 3. 1) Av kvotuni, sambært § 2, verða 86.245 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska og at nýta til vísindaligar fiskirannsóknir, menningarkvotur og vinnuligar fiskiroyndir.

Stk. 2. Kvotan, sambært stk. 1, kann fiskast í føroyskum, norskum og ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum, samanber tó §§ 13, 14, 16 og 17.

§ 4. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 35.564 tons latin teimum persónum ella feløgum, sum í 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu rætt til fiskiloyvi at fiska av egnari árskvotu av makreli, undantikin kvota keypt á uppboði. Kvotuparturin hjá hvørjum rættindahavara er, tá henda kunngerð fær gildi, settur sum samanløgdu egnu kvotupartarnir í hvørjum fiskiloyvi, sambært 1. pkt., viðkomandi hevði rætt til í 2017. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.

Stk. 2. Heimilað er at flyta upp til 10% av eginkvotuni fyri 2018, sambært stk. 1, fram til 2019. Á sama hátt verður heimilað at fiska upp til 10% upp um tillutaðu eginkvotuna fyri 2018. Ov nógv fiskað í 2018 verður mótroknað av tillutaðari eginkvotu í 2019.

§ 5. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 7.530 tons latin øðrum persónum ella feløgum enn teimum í § 4 nevndu persónum ella feløgum, sum í 2009, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu rætt til fiskiloyvi at fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, ella fiskifari, sum hesin rættur seinni er fluttur á, og var í gildi 31. desember 2017.

Stk. 2. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið í tonsum hjá hvørjum rættindahavara verður sett eftir, hvussu nógv fiskiloyvi viðkomandi persónur ella felag, sambært stk. 1, hevði rætt til 31. desember 2017, faldað við 2.071 tonsum.

§ 6. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.889 tons latin persónum ella feløgum, sum høvdu trolara, hvørs fiskirættindi upprunaliga vóru avmarkað til altjóða sjógv, og sum í 2017 hevði rætt at fiska makrel í føroyskum sjógvi.

Stk. 2. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið í tonsum hjá hvørjum rættindahavara verður sett eftir, hvussu nógv fiskiloyvi, sambært stk. 1, viðkomandi hevði rætt til 31. desember 2017, faldað við 520 tonsum.

§ 7. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.889 tons latin teimum, sum í 2016 fingu útskrivað fiskiloyvi við fiskifari undir føroyskum flaggi at veiða rækjur í NEAFC skipanarøkinum ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til.

Stk. 2. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið í tonsum hjá hvørjum rættindahavara verður sett eftir, hvussu nógv fiskiloyvi, sambært stk. 1, viðkomandi hevði rætt til 31. desember 2017, faldað við 520 tonsum.

§ 8. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 13.073 tons latin persónum ella feløgum, sum í 2018 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 2, sambært § 74, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini.

Stk. 2. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið í tonsum hjá hvørjum rættindahavara verður sett eftir, hvussu nógv fiskiloyvi viðkomandi hevur rætt til í bólki 2, sambært § 74, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini í 2018, faldað við 654 tonsum.

§ 9. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.279 tons latin teimum, sum í 2018 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 T, sambært § 74, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini.

Stk. 2. Kvotan verður latin sum felagskvota.

§ 10. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 546 tons latin hesum:

1)   persónum ella feløgum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 A, bólki 4 B og bólki 5, sambært § 74, stk. 1, nr. 3, 4 og 6 í løgtingslógini,

2)   persónum ella feløgum, sum í 2017 høvdu rætt til fiskiloyvi sambært kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum, tó ikki feløgum ella persónum, sum í 2018 eisini hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 A ella bólki 4 B sambært § 74, stk. 1, nr. 3 og 4 í løgtingslógini, og

3)   persónum ella feløgum, sum í 2017 høvdu loyvi at fiska skeljadjór við fiskifari undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi.

Stk. 2. Tey 546 tonsini verða latin nevndu fiskiførum sum felagskvota at fiska við øðrum reiðskapi enn troli ella nót.

§ 11. Av kvotuni til fiskifør undir føroyskum flaggi, sambært § 3, stk. 1, verða 1.900 tons sett av til Havstovuna at nýta sum samsýning í sambandi við vísindaligar fiskirannsóknir á føroysku landleiðunum.

Stk. 2. Kvotan verður latin sum egin árskvota sambært § 58, stk. 4 í løgtingslógini.

§ 12. 1) Av kvotuni til fiskifør undir føroyskum flaggi, sambært § 3, stk. 1, verða 1.925 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir sambært § 21.

Stk. 2. Kvotan verður latin skipum sum felagskvota og kann fiskast í føroyskum og altjóða sjógvi.

§ 13. Av kvotunum, sambært § 3, stk.1, verður rætturin at veiða 10.901 tons av makreli seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 15 í løgtingslógini. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, ES sjógvi, norskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES sjógvi av teimum 10.901 tonsunum er avmarkaður til í mesta lagi 4.226 tons og í norskum sjógvi til 4.930 tons.

§ 14. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk.1, verða 8.749 tons sett av til menningarkvotur, sambært § 60 í løgtingslógini. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, ES sjógvi, norskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES sjógvi av teimum 8.749 tonsunum er avmarkaður til í mesta lagi 2.704 tons og í norskum sjógvi til í mesta lagi 3.154 tons.

§ 14 a. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.000 tons sett av til at nýta sum hjá­veiða í fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.

§ 15. Eru líkindi fyri, at felagskvotan, ásett í §§ 5-8, ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin hækka ella taka burtur ásetta hámarkið.

Stk. 2. Eru líkindi fyri, at kvoturnar í §§ 5-10 ikki verða fullnýttar, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum, sum hava rættindi sambært §§ 4-10 at fiska av hesum kvotum.

Stk. 3. 1) Eru kvoturnar, sambært §§ 11, 12, 14 og 14 a, ikki latnar, ella líkindi eru fyri, at latnar kvotur ikki verða fiskaðar, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum, sum hava rættindi sambært §§ 4-10 at fiska av hesum kvotum.

Stk. 4. Við almennari fráboðan skal landsstýrismaðurin í góðari tíð, og í seinasta lagi 10 dagar áðrenn, boða frá avgerð um broytingar sambært stk. 1-3.

Atgongd at fiska makrel í norskum og ES sjógvi

§ 16. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, kunnu føroysk skip fiska upp til 30.877 tons í ES sjógvi og 36.023 tons í norskum sjógvi.

Stk. 2. Í ES sjógvi er bert loyvt at royna eftir makreli í ICES–øki IIa, IVa, norðan fyri 59°N í tíðarskeiðunum frá 1. januar til og við 15. februar og frá 1. oktober til og við 31. desember.

§ 17. Fiskiskapurin, av kvotuni sambært § 4, stk. 1 í ES sjógvi, er avmarkaður til í mesta lagi 13.788 tons og í norskum sjógvi til í mesta lagi 16.085 tons. Atgongdin at fiska kvotuna, sum kann fiskast í ávikavist norskum og ES sjógvi, verður tillutað hvørjum rættindahavara í sama lutfalli sum egna árskvotan.

§ 18. Eftir umsókn og við loyvi frá Vørn kunnu rættindindahavarar við loyvi sambært §§ 5-11, 13 og 14, og treytað av, at fiskiførini, ið verða nýtt til fiskiskapin, eru útgjørd at fiska við nót ella uppsjóvartroli, sjálvi taka fongin inn og eru útgjørd og hava orku at hagreiða, køla ella frysta veiðuna, fáa atgongd at fiska makrel í norskum sjógvi og ES sjógvi. Køling er RSW, Refrigerated Sea Water, ella CSW, Chilled Sea Water, køling í tangum ella kørum, har temperatururin á fiskinum verður lækkaður soleiðis, at hann skjótt kemur niður á umleið 0°C, svarandi til kuldan á bráðnandi ísi, og at fiskurin heldur sær køldur undir goymslu umborð. Skip, sum frysta veiðuna, og skip við RSW tangum, verða tikin framum skip, sum eru útgjørd við øðrum køliskipanum, tá atgongdin til ES sjógv og norskan sjógv verður avgjørd og raðskipað sambært stk. 2 og 3. Raðfestingin av skipunum verður harumframt skipað eftir stødd í bruttotonsum fyri skip sum frysta og skip við RSW tangum. Skip við aðrari køling verða eisini raðfest eftir stødd í bruttotonsum.

Stk. 2. Fiskiskapur í ES sjógvi, av kvotu sambært §§ 5-11, er avmarkaður til í mesta lagi 10.160 tons. Í mesta lagi 14 skip kunnu vera til fiskiskap í senn, íroknað fiskifør, sum fiska sambært § 4, ið hava framíhjárætt til ES sjógv.

Stk. 3. Fiskiskapurin í norskum sjógvi av kvotu sambært §§ 5-11 er avmarkaður til í mesta lagi 11.853 tons. Í mesta lagi 15 skip kunnu vera til fiskiskap í senn, íroknað fiskifør, sum fiska sambært § 4, ið hava framíhjárætt til norskan sjógv.

Stk. 4. Veiða í ES sjógvi og norskum sjógvi, sambært stk. 1, verður roknað av kvotuni, sum persónur ella felag eigur lut í sambært §§ 5-11, 13 og 14.

Stk. 5. Tilsøgn til fiskiskap, sambært stk. 1, verður givin fyri ein túr í senn. Ein túrur verður roknaður frá tí, fiskifarið byrjar fiskiskap, til fiskifarið fer inn at landa, letur ella umskipar veiðuna til móttøkuskip ella flutningsskip.

Stk. 6. Fer fiskifar ikki til fiskiskap í norskum ella ES sjógvi innan fyri 24 tímar eftir, at Vørn hevur givið tilsøgn at byrja fiskiskap, fellur tilsøgnin burtur.

Stk. 7. Skip, sum ætla at partrola sambært § 22, skulu søkja um atgongd sum par og kunnu bert fáa atgongd til ES sjógv ella norskan sjógv, um tvey pláss eru tøk sambært stk. 2 ella 3. Um bert eitt pláss er eftir, kann umsøkjarin velja annað skipið at fara.

§ 19. Skiparin skal fylgja teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap eftir makreli fyri skip undir føroyskum flaggi í ES sjógvi.

Stk. 2. Skiparin skal fylgja teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap eftir makreli fyri skip undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi.

Fiskiloyvi

§ 20. Fiskiskapur eftir makreli sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.

Stk. 2. Bert persónar og feløg, ið lúka treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kunnu fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.

Stk. 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í norskum sjógvi, ES sjógvi ella í NEAFC skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Noreg ella ES hava givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC skipanarøkinum.

Stk. 4. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir makreli, sambært §§ 4-10, skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á heimasíðuni hjá Vørn.

Stk. 5. Fiskiloyvi til kvotu sambært §§ 4-10 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5 í løgtingslógini.

Vinnuligar fiskiveiðiroyndir

§ 21. Fiskimálaráðið kann eftir umsókn lata fiskifari undir føroyskum flaggi lut í kvotu, ið er sett av til vinnuligar fiskiroyndir sambært § 12.

Stk. 2. 1) Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi áðrenn 10. august 2018, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um, hvat fyri fiskifar ætlanin er at brúka, reiðskap, útgerð og leiðir.

Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.

Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirði og nýskapanarvirði í royndunum.

Partroling

§ 22. Áðrenn fiskifar fer at partrola, skal fráboðan sendast Vørn um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.

Stk. 2. Tað er bert loyvt at skifta skip, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum hava veiðu umborð, loyvi at skifta skip, ið partrolað verður saman við, hóast veiðan ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan.

Stk. 3. Tá fiskifør partrola, og annað ella bæði førini hava felagskvotu, verður veiðan, fyri hvørt fiskaslag sær, skrásett javnt býtt millum fiskiførini.

Stk. 4. Tá veiða frá partroling verður landað, skulu skipararnir ella eigararnir av fiskiførunum, sum hava partrolað, senda Vørn upplýsingar um helvtina av veiðinøgdini frá partrolingini, greinað á fiskaslag. Hava skipini bæði eginkvotu, er tað tó bert farið, ið landar, sum sendir upplýsingar um veiðinøgdina. Verður landað til flutningsfar, er tað bert skiparin ella eigarin av flutningsfarinum, ið skal senda hesar upplýsingar. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum skulu upplýsingarnar sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Vørn ásetir, og skulu tær sendast í seinasta lagi ein tíma eftir landingina.

Landing

§ 23. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum, skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð, og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð.

Kapittul 3

Hjáveiða og undirmálsmakrelur

Hjáveiða

§ 24. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum uppsjóvarfiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir makreli. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.

Stk. 2. Hjá fiskiførum, sambært stk. 1, har kvota av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.

§ 25. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur á føroysku landleiðunum skal ikki vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin, hálið ella kastið.

Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meiri enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.

§ 26. Sambært § 69, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.

Undirmálsfiskur

§ 27. Veiðan av undirmálsmakreli skal ikki vera meira enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.

Stk. 2. Makrelur, ið er undir 30 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hann er strektur, er undirmálsmakrelur.

Kapittul 4

Reiðskapur

Meskar í uppsjóvartroli

§ 28. Tá makrelur verður veiddur við uppsjóvartroli á føroysku landleiðunum og í NEAFC skipanarøkinum, skulu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.

Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 8, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir makreli.

Gørn

§ 29. Beinleiðis veiða eftir makreli við gørnum á føroysku landleiðunum er ikki loyvd innan fyri linjur drignar millum hesar knattstøður:

1)   62°24´7090 N, 006°33´3655 V

2)   62°22´7108 N, 006°17´1607 V

3)   62°21´5780 N, 006°12´9309 V

4)   62°20´6219 N, 006°11´8598 V

5)   62°16´4800 N, 006°13´9060 V

6)   62°13´7883 N, 006°16´6000 V

7)   62°11´2594 N, 006°21´5132 V

8)   62°07´2027 N, 006°31´4429 V

9)   61°58´5259 N, 006°35´0994 V

10) 61°37´8020 N, 006°38´5500 V

11) 61°28´2366 N, 006°38´3683 V

12) 61°24´9380 N, 006°34´0792 V

13) 61°24´9380 N, 006°34´0792 V

14) 61°21´6976 N, 006°44´9684 V

15) 61°23´9291 N, 006°51´6311 V

16) 61°28´7341 N, 006°57´2607 V

17) 61°37´3000 N, 007°03´6000 V

18) 61°46´0000 N, 006°54´4180 V

19) 61°54´7500 N, 007°00´9000 V

20) 61°59´2200 N, 007°03´5000 V

21) 61°59´7498 N, 007°14´5000 V

22) 62°04´5000 N, 007°43´5000 V

23) 62°05´5000 N, 007°44´7766 V

24) 62°06´3000 N, 007°44´5005 V

25) 62°06´8998 N, 007°43´7879 V

26) 62°08´3500 N. 007°39´5000 V

27) 62°10´2000 N, 007°28´0000 V

28) 62°15´6000 N, 007°17´6600 V

29) 62°19´1298 N, 007°13´6356 V

30) 62°22´7411 N, 006°50´4492 V

31) 62°24´7090 N, 006°33´3655 V

Stk. 2. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri.

Kapittul 5

Ymiskar ásetingar

Útblaking

§ 30. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa fiski útaftur.

Umrokningarfaktorar

§ 31. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu, skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri makrel:

1)   Kruvdur, við høvdi 1,15.

2)   Kruvdur, avhøvdaður 1,30.

3)   Flak við skræðu og beinum 2,60.

4)   Flak, skrædlað, við beinum 2,60.

5)   Flak skrædlað, uttan bein 2,60.

6)   Fiskamjøl 5,11.

Ymiskar ásetingar um útgerð umborð

§ 32. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.

§ 33. Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.

§ 34. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum.

§ 35. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.

Virking, umskiping o.a.

§ 36. Fiskifør, og onnur før, undir føroyskum flaggi, kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at virka umborð, umskipa, lata og taka ímóti veiðu, sum er fiskað sambært hesi kunngerð. Sama er galdandi fyri før undir fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum, sum eru limir í NEAFC ella hava støðu sum samstarvandi land í NEAFC.

Stk. 2. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.

Stk. 3. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við landing til móttøkuskip ella flutningsskip og umskiping, eygleiðara o.a.

Stk. 4. Umskiping frá skipum, sum taka ímóti og frysta makrel á føroysku landleiðunum, kann bert fara fram við bryggju í føroyskari havn og við loyvi frá Vørn. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá hesum kravi treytað av, at eftirlitið í sambandi við umskiping verður mett nøktandi.

Stk. 5. Vørn kann áleggja skipum, sum taka ímóti og frysta makrel á føroysku landleiðunum, at koma í føroyska havn til eftirlit, áðrenn tey fara úr føroyskum sjógvi.

Stk. 6. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum á føroysku landleiðunum og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.

Eygleiðari

§ 37. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Útreiðslur til løn, kost og uppihald hjá eygleiðara ber farið. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.

Sýni

§ 38. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.

§ 39. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.

Fráboðanir

§ 40. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:

1)   Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í ES sjógv, norskan sjógv ella NEAFC skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í ES sjógv, norskan sjógv ella í NEAFC skipanarøkið.

2)   Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)   Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr ES sjógvi, norskum sjógvi ella NEAFC skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr ES sjógvi, norskum sjógvi ella NEAFC skipanarøkinum.

§ 41. Fiskifør, sum fiska í ES sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda fráboðan til ES myndugleikar, sum nærri ásett í skjali 2 til hesa kunngerð.

Kapittul 6

Revsireglur og gildistíð

Revsing

§ 42. Brot á § 20, stk. 1 og 3, § 22, stk. 1, stk. 2, 1. og 2. pkt., og stk. 4, § 23, § 24, stk. 2, § 25, § 27, stk. 1, § 28, stk. 1, § 29, stk. 1, §§ 30-33, § 34, 2. pkt., § 35, § 36, stk. 4, 1. pkt. og §§ 37, 40 og 41 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum virkar, umskipar, letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi, sambært § 36, stk. 1, ikki fylgir treytum ásettar sambært § 36, stk. 3 ella ikki ger eftir boðum sambært § 36, stk. 5, ella ikki fylgir boðum sambært §§ 38 og 39.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 43. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2018.

 

 

Fiskimálaráðið, 2. januar 2018

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í norskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC skipanarøkið.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar

(Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr norskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC skipanarøkinum.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu) í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking

 

 

 

 

Skjal 2

 

 

Fráboðanir í sambandi við veiðu eftir makreli í ES sjógvi í 2018

 

Føroysk fiskifør, ið hava loyvi at fiska makrel í ES sjógvi, skulu halda seg til hesar treytir um fráboðanir:

 

a) Fiskifør, ið ætla sær í ES sjógv at fiska makrel, hava ikki loyvi at hava veiðu umborð, tá tey fara inn í ES sjógv.

 

b) Fiskifarið kann bert byrja fiskiskap, eftir at hava fingið loyvið frá avvarðandi myndugleika í ES limalandi. Fiskifarið skal sigla inn í ES sjógv gjøgnum eitt av hesum eftirlitsøkjum:

 

ICES rektangul 48 E2 í ICES øki VIa

ICES rektangul 48 E6 í ICES øki IVa

ICES rektangul 50 F1 í ICES øki IVa

ICES rektangul 46 F1 í ICES øki IVa

 

Skiparin á fiskifarinum skal, í seinasta lagi fýra tímar áðrenn skipið kemur inn í ES sjógv gjøgnum eitt av nevndu eftirlitsøkjum, boða UK Fisheries Monitoring Centre (Edinburgh) frá í telduposti til ukfmc@gov.scot ella á telefon +44 131 271 9700.

 

Í fráboðanini skal upplýsast navn, kallibókstavir, havnarkenningarnummar hjá fiskifarinum, samlað nøgd av fiski umborð, flokkað á fiskasløg, og hvat fyri eftirlitsøki fiskifarið kemur inn í ES sjógv ígjøgnum. Fiskifarið kann ikki byrja fiskiskap, fyrr enn tað hevur fingið játtan um fráboðanina og boð, um fiskifarið skal kannast ella ikki. Hvør játtan um fráboðan hevur eitt nummar, sum skiparin skal hava umborð, til túrurin endar.

 

Hóast eftirlit vanliga verður gjørt á sjónum, kann avvarðandi myndugleiki í heilt serligum førum krevja, at fiskifarið kemur til eftirlit í havn í Killybegs, Lerwick ella Scrabster.

 

c) Túrurin endar, tá ið skipið fer úr ES sjógvi, ella tá skipið fer í ES havn, og øll veiðan verður landað.

 

Skip kunnu bert fara úr ES sjógvi gjøgnum eitt av nevndu eftirlitsøkjum.

 

Skiparin skal, í seinasta lagi tveir tímar áðrenn skipið fer úr ES sjógvi og kemur í eitt av eftirlitsøkjunum, boða UK Fisheries Monitoring Centre, Edinburgh, frá í telduposti til ukfmc@gov.scot ella á telefon +44 131 271 9700.

 

Í fráboðanini skal upplýsast navn, kallibókstavir, havnarkenningarnummar hjá fiskifarinum, samlaða nøgdin av fiski umborð, flokkað á fiskasløg, og hvat fyri eftirlitsøki, fiskifarið fer úr ES sjógvi ígjøgnum. Skipið skal ikki fara úr eftirlitsøkinum, fyrr enn tað hevur móttikið játtan um fráboðanina og boð, um fiskifarið skal kannast ella ikki. Hvør játtan um fráboðan hevur eitt nummar, sum skiparin skal hava umborð, til skipið fer úr ES sjógvi.

 

Hóast eftirlit vanliga verður gjørt á sjónum, kann avvarðandi myndugleiki í heilt serligum førum krevja, at fiskifarið kemur til eftirlit í Blacksod Bay ella í havn í Killybegs, Lerwick ella Scrabster.

 

d) Fiskifør, ið sigla gjøgnum ES sjógv, skulu hava fiskireiðskapin goymdan burtur, so hann ikki lættliga kann brúkast, samsvarandi hesum treytum:

(i) Net, vektir og líknandi útgerð skal vera loyst úr trollemmum og trolveirum og breidlum, og

(ii) net, sum er omandeks, skal vera trygt surrað.

 



1) Broytt við kunngerð nr. 86 frá 28. juni 2018.