Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 17-02-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 10 frá 14. februar 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

14. februar 2017Nr. 10

Kunngerð um broyting í kunngerð um kommunala barna- og ungdómstannrøkt

(Broytt aldursmark)

§ 1

Í kunngerð nr. 53 frá 24. apríl 1998 um kommunala barna- og ungdómstannrøkt, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Inngangurin verður orðaður soleiðis:

“Við heimild í § 2, stk. 2, § 3, stk. 2 og § 4 í løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt, sum broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 6. mai 2014, verður ásett:”

 

2.    Í § 1, stk. 1, § 2, 1. pkt. og § 3, stk. 1 verður “16 ár” broytt til: “18 ár”.

 

3.    § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Børn og ung undir 18 ár hava rætt til tilboð um ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt eftir tørvi, tó minst eina ferð um árið.”

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 14. februar 2017

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)