Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. oktober 2016Nr. 100
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016
(Vísindaligar fiskirannsóknir og vinnuligar makrelroyndir)
§ 1
Í kunngerð nr. 173 frá 28. desember 2015 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 2. februar 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Av kvotuni, sambært § 2, verða 83.723 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska ella hjá landsstýrismanninum at nýta til vísindaligar fiskirannsóknir og vinnuligar makrelroyndir.”
2. Aftan á § 12 verður sett:
“§ 12 a. Av kvotuni til fiskifør undir føroyskum flaggi, sambært § 3, stk. 1, verða 1.000 tons sett av til vinnuligar makrelroyndir og verkætlanir sambært § 18 a.
Stk. 2. Kvotan verður latin skipum sum felagskvota.
§ 12 b. Av kvotunum, sambært § 3, stk. 1, verður rætturin at veiða 9.000 tons av makreli seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 1 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.”
3. Í § 13, stk. 3 verður “§ 12” broytt til: “§§ 12 og 12 a”.
4. Aftan á § 18 verður sett:
“Vinnuligar fiskiveiðiroyndir
§ 18 a. Fiskimálaráðið kann eftir umsókn lata fiskifari undir føroyskum flaggi lut í kvotu, ið er sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir sambært § 12 a.
Stk. 2. Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi áðrenn 17. oktober 2016, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.
Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.
Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirði og nýskapanarvirði í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni.“
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 7. oktober 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)