Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. juli 2018Nr. 103
Kunngerð um broyting í kunngerð um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya
(Dagføring av ásetingini um veikari drykkir o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015 um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:
1) Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol,
2) heitt vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og
3) í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av
a) øl ella
b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkohol.
Stk. 2. Ístaðin fyri tær í stk. 1 nevndu nøgdir kann hin ferðandi flyta inn:
1) 10 litrar av øl ella cider,
2) 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella
3) 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.”
2. Í § 3, stk. 2 og § 5 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg.”
3. Í §§ 4 og 7 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 20. juli 2018
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)