Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juli 2018Nr. 106
Kunngerð um broyting í bekendtgørelse for Færøerne om forældremyndighed og samvær m.v.
(Myndugleikaflyting orsakað av yvirtøku av málsøkinum)
§ 1
Í bekendtgørelse nr. 229 af 15. marts 2007 for Færøerne om forældremyndighed og samvær m.v. verða hesar broytingar gjørdar:
1. Yvirskriftini yvir § 1 verður orðað soleiðis:
“Anmeldelse til Familjufyrisitingina af aftaler om fælles forældremyndighed”.
2. Í § 1, stk. 1 og 2 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingina”, í stk. 3, 2. og 3. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin” og í stk. 3, 3. pkt. verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
3. Í § 1, stk. 1 verður “Familiestyrelsen” broytt til: “landsstýrismanninum”.
4. Í § 3 verður “overformynderiet” broytt til: “umsitingardeildina”.
5. Yvirskriftini yvir § 2 verður orðað soleiðis:
“Familjufyrisitingarinnar godkendelse af aftaler om forældremyndighed”.
6. Í § 2, stk. 1, stk. 5, 1. og 2. pkt., § 3, stk. 1, 1. pkt., § 4, stk. 1 og stk. 2, verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”, og í stk. 2 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
7. Í § 4, stk. 2 verður “Familiestyrelsen” broytt til: “Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum”.
8. Í § 5 verður “danske repræsentation” broytt til: “færøske eller danske repræsentation”.
9. Í § 7, stk. 1, stk. 2, 1. og 2. pkt., og tvær staðni í stk. 3, § 9, § 10, stk. 2, 3. pkt., stk. 3, stk. 4, 1. og 2. pkt, § 11, stk. 3 og stk. 4, 2. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin” og í stk. 4 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
10. Í § 12, stk. 1, 1. pkt., stk. 3, 1. pkt., og stk. 5 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar” og í stk. 4 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
11. Í § 13, § 14, § 15, § 18, § 19, stk. 1 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin” og í § 17, stk. 2 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingina”.
12. Í § 18 verður “bestemme” broytt til: “anmode om”.
13. § 21 verður stirkað.
14. Í § 22, stk. 1 verður tríggjar staðni “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”, og í stk. 2 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
15. Í § 22, stk. 2 verður “Familiestyrelsen” broytt til: “Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum”.
16. Í § 23, stk. 2 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar” og “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
17. § 23, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Adgangen som Familjefyrisitingin har til at genoptage en påklaget afgørelse, jf. § 22 finder også anvendelse på klager og ansøgninger, der er modtaget hos Rigsombudsmanden før 29. juli 2018, og som ikke er færdigbehandlet.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 29. juli 2018.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 23. juli 2018
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)