Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juli 2018Nr. 108
Kunngerð um broyting í cirkulære for Færøerne om ægteskabs opløsning
(Myndugleikaflyting orsakað av yvirtøku av málsøkinum)
§ 1
Í cirkulære nr. 8 af 7. februar 2002 for Færøerne om ægteskabs opløsning verða hesar broytingar gjørdar:
1. Í § 1, 1. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingini” og í 2. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
2. Í § 1, 2. pkt.verður “Civildirektoratet” broytt til: “landsstýrismannin”.
3. Í § 3, stk. 2 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar” og í stk. 3, 2. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
4. Í § 5 verður “lavværgemål” broytt til: “samværgemål”.
5. Í § 7, stk. 1, 1. pkt. og § 10, stk. 1 verður “Civildirektoratet” broytt til: “landsstýrismanninum”.
6. Í § 6 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
7. Í § 7, stk. 1, 1. og 2. pkt. og stk. 2, 1. og 2. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin” og í stk. 3 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
8. Í § 8, 2. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
9. § 9, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Før udfærdigelse af separations- eller skilsmissebevilling til personer, der har statsborgerret eller bopæl i udlandet udenfor Finland, Island, Norge, Sverige, Grønland eller Danmark, skal det tilkendegives de pågældende, at bevillingen ikke med sikkerhed kan forventes anerkendt som gyldig i udlandet”.
10. Í § 9, stk. 2 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
11. Í § 15 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 29. juli 2018.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 23. juli 2018
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)