10. juli 2017Nr. 109
Kunngerð um lán o.a. til útlendsk móðurfeløg
Við heimild í § 211, stk. 2 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg verður ásett:
§ 1. Eitt kapitalfelag kann beinleiðis ella óbeinleiðis lata pening vera til taks, veita lán ella veita trygd fyri eitt móðurfelag, ið er eitt partafelag, smápartafelag ella partnarafelag, ella samsvarandi felagsformur, um móðurfelagið:
1) hevur heimstað í einum ES-landi, einum EBS-landi ella Sveis, ella
2) hevur heimstað í Avstralia, Kanada, Hong Kong, Japan, Suðurkorea, Nýsælandi, Singapor, Taivan ella USA.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. juli 2017
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)