Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 17-02-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 11 frá 14. februar 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

14. februar 2017Nr. 11

Kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2017

Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, 6, 7 og 13, § 9, stk. 2, § 10, stk. 6, § 25, § 32, stk. 2 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, § 6 í løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 80 frá 8. mai 2003 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin fevnir um veiðu eftir svartkjafti, makreli, norðhavssild og heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi við skipum undir íslendskum flaggi samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Ísland.

Kapittul 2

Veiða eftir svartkjafti

§ 2. Loyvt er skipum undir íslendskum flaggi at fiska íslendsku kvotuna av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2017.

Stk. 2. Í mesta lagi 12 skip kunnu vera á svartkjaftaveiðu samstundis. Talið kann vera avmarkað til minni enn 12 skip, um tað gerst ov trongt á fiskileiðunum. Vørn tekur avgerð um øki og um tal av skipum í slíkum førum.

Fiskileiðir

§ 3. Loyvt er ikki at royna eftir svartkjafti við troli á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3.

Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   62°50'00"N, 07°11'00"V

2)   62°53'00"N, 06°40'00"V

3)   62°50'00"N, 06°10'00"V

4)   62°43'00"N, 05°38'00"V

5)   62°32'00"N, 05°02'00"V

6)   62°25'00"N, 04°15'00"V

7)   62°19'00"N, 04°00'00"V

8)   62°01'00"N, 04°00'00"V

9)   61°17'00"N, 04°56'00"V

10) 60°26'00"N, 06°10'00"V

11) 60°26'00"N, 06°32'00"V

12) 60°35'00"N, 06°35'00"V

13) 61°23'00"N, 07°30'00"V

14) 61°25'25"N, 08°01'00"V

15) 61°32'48"N, 08°20'30"V

16) 61°49'00"N, 08°41'50"V

17) 62°00'00"N, 10°00'00"V

18) 62°40'00"N, 10°00'00"V

19) 62°40'00"N, 08°00'00"V

20) 62°50'00"N, 07°11'00"V

Stk. 3. Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   60°50'00"N, 07°57'00"V

2)   61°03'00"N, 07°57'00"V

3)   61°15'30"N, 08°16'00"V

4)   61°13'20"N, 08°42'12"V

5)   61°00'00"N, 09°11'00"V

6)   60°48'40"N, 09°25'00"V

7)   60°24'00"N, 09°07'00"V

8)   60°50'00"N, 07°57'00"V

Reiðskapur

§ 4. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.

§ 5. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N, og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið.

Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón.

Kapittul 3

Veiða eftir sild og makreli

§ 6. Skip undir íslendskum flaggi hava atgongd at fiska íslendsku kvotuna av norðhavssild í føroyskum sjógvi í 2017.

§ 7. Loyvt er skipum undir íslendskum flaggi at fiska 2.000 tons av heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi í 2017.

§ 8. Loyvt er skipum undir íslendskum flaggi at fiska 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2017.

Reiðskapur

§ 9. Tá makrelur ella sild verða veidd við uppsjóvartroli, mugu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.

§ 10. Fiskiskapur eftir sild kann fara fram við uppsjóvartroli ella nót, samanber tó § 12, stk. 2.

Fiskileiðir

§ 11. Fiskiskapur eftir norðhavssild, sambært § 6, kann bert fara fram uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum norðan fyri 62˚30’ N.

§ 12. Fiskiskapur eftir heystgýtandi sild, sambært § 7, kann bert fara fram uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum og sunnan fyri 62˚30’ N.

Stk. 2. Um veitt verður við uppsjóvartroli, er ikki loyvt at veiða heystgýtandi sild á leiðum innan fyri linjur drignar millum hesar knattstøður:

1)   62°30.000' N, 008°18.000' V

2)   62°17.923' N, 008°45.035' V

3)   62°12.051' N, 008°46.020' V

4)   61°49.202' N, 008°41.782' V

5)   61°32.835' N, 008°20.627' V

6)   61°27.762' N, 008°06.833' V

7)   61°21.794' N, 007°50.775' V

8)   61°17.148' N, 007°19.971' V

9)   60°41.011' N, 006°46.459' V

10) 60°35.009' N, 006°37.340' V

11) 60°34.959' N, 006°08.948' V

12) 60°58.284' N, 005°33.527' V

13) 61°09.478' N, 005°23.391' V

14) 61°21.514' N, 005°03.171' V

15) 62°13.116' N, 004°07.157' V

16) 62°30.000' N, 004°58.000' V

17) 62°30.000' N, 008°18.000' V

§ 13. Fiskiskapur eftir makreli, sambært § 8, kann bert fara fram uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum.

§ 14. Kemur skip inn í øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir.

Útgerð umborð fyri skip, sum veiða sild og makrel

§ 15. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.

§ 16. Skip mugu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.

§ 17. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til eina og hvørja tíð hava avrit av hesum tekningum.

§ 18. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta verða gjørt beint eftir støddarskiljing.

Kapittul 4

Ymiskar ásetingar

Loyvi

§ 19. Fiskifør undir íslendskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum.

Hjáveiða og ungfiskur

§ 20. Í fiskiskapi eftir svartkjafti, norðhavssild, heystgýtandi sild ella makreli skal samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur, hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin, vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.

Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, er íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur meir enn 2% av samlaðu vektini í hvørjum háli ella kasti.

§ 21. Í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meira enn 50% í tali. Svartkjaftur, ið er minni enn 23 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.

Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.

§ 22. Sambært § 35, stk. 3 í løgtingslógini kann Vørn áseta bráðfeingis veiðibann fyri ávísar veiðihættir á ávísum leiðum á landleiðunum, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann kann lýsast fyri upp til 2 vikur hvørja ferð.

Leiðir

§ 23. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki og reiðskap ásettar í §§ 9 a og 9 b í løgtingslógini, §§ 11 og 12 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, § 1 í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum og § 1 í kunngerð um friðað øki fyri troling.

Umrokningarfaktorar

§ 24. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri makrel:

1)   Kruvdur, við høvdi: 1,15.

2)   Kruvdur, avhøvdaður: 1,30.

3)   Flak við skræðu og beinum: 2,60.

4)   Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,60.

5)   Flak uttan skræðu og bein: 2,60.

6)   Fiskamjøl: 5,11.

§ 25. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri norðhavssild og heystgýtandi sild:

1)   Kruvd, við høvdi: 1,00.

2)   Kruvd, avhøvdað: 1,00.

3)   Flak við skræðu og beinum: 2,00.

4)   Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,00.

5)   Flak uttan skræðu og bein: 2,00.

6)   Fiskamjøl: 5,11.

§ 26. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft:

1)   Kruvdur, við høvdi: 1,20.

2)   Kruvdur, avhøvdaður: 1,40.

3)   Flak við skræðu og beinum: 2,80.

4)   Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80.

5)   Flak uttan skræðu og bein: 2,80.

6)   Fiskamjøl: 5,11.

Undirmálsfiskur

§ 27. Veiðan av undirmálsmakreli skal ikki vera meira enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.

Stk. 2. Makrelur, ið er undir 30 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hann er strektur, er undirmálsmakrelur.

§ 28. Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meiri enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.

Stk. 2. Sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.

Útblaking

§ 29. Loyvt er ikki at blaka ella sleppa fiski útaftur.

Umskipingar

§ 30. Sambært § 10, stk. 5 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd.

Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC reglum hesum viðvíkjandi.

Fráboðanarskyldur

§ 31. Fiskifør undir íslendskum flaggi, sum hava loyvi at royna eftir svartkjafti, makreli ella sild í føroyskum sjógvi, skulu senda fráboðan til Vørn, sum nærri ásett í skjali 2 til hesa kunngerð.

Kapittul 5

Revsireglur og gildistíð

Revsing

§ 32. Brot á §§ 3-5, §§ 9-16, § 17, 2. pkt, §§ 18-20, § 21, stk. 2, §§ 23-26, § 27, stk. 1, § 28, stk. 1 og §§ 29-31 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður revsaður tann, sum ikki fylgir boðum ella ger eftir boðum sambært § 17, 1. pkt., ella sum umskipar uttan loyvi sambært § 30.

Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.

Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Stk. 4. Sambært § 45, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, verður brot staðfest á § 15, stk. 2, § 16, stk. 2 ella § 21, stk. 1. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 33. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2017.

 

 

Fiskimálaráðið, 14. februar 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

 

Skitsa av rist og ristseksjón

 

Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum.

 

 


 

 

 

 

 

Ristseksjón

 

Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.

 


 

 

 

Skjal 2

 

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast til vakt@vorn.fo, telefaks +298 313981 ella INMARSAT-C 492880010.

 

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í føroyskt fiskiøki.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi (ikki krav)

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (ikki krav)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav)

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi (ikki krav)

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (ikki krav)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav)

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið skiftir frá einum fiskaslagi til eitt annað ella gevst at fiska. Verður farið úr føroyskum sjógvi, skal fráboðanin sendast í seinasta lagi 12 tímar áðrenn.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi (ikki krav)

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (ikki krav)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav)

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking