Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. juli 2017Nr. 110
Kunngerð um broyting í kunngerð um roknskaparverk landsins o.t.
(Skráseting av arbeiðstíð o.tíl., strikan av ásetingum um mál og avrik, innanvirkis roknskapur, tíðaravmarking av vørukeypi, tíðaravmarking av lønum, og ognaryvirlit)
§ 1
Í kunngerð nr. 22 frá 14. mars 2007 um roknskaparverk landsins o.t. verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 5, stk. 2 og 3 verða strikað, og ístaðin verður sett:
“Stk. 2. Lønarútreiðslur skulu verða skrásettar við atliti til at veita vitan um almennar lønir, m.a. til lønarupplýsingar í viðmerkingunum til fíggjarlógina.
Stk. 3. Føroya Gjaldstova hevur heimild at fyrireika skrásetingararbeiði og kann krevja neyðugar upplýsingar o.tíl. til endamálið.
Stk. 4. Stovnsleiðarin skal skipa fyri, at hóskandi skráseting av arbeiðstíð, fráveru, frítið o.tíl. er á stovninum, so lønarútgjaldingarnar eru rættar.”
Stk. 4 og 5 verða eftir hetta stk. 5 og 6.
2. Yvirskriftin yvir § 7 verður orðað soleiðis:
“Innanvirkis roknskapur”
3. § 7 verður orðað soleiðis:
“§ 7. Roknskaparskrásetingin skal leggjast soleiðis til rættis, at tað í hóskandi mun kann gerast innanvirkis roknskapur o.tíl. við upplýsingum um, hvussu útreiðslur, inntøkur og kostnaðir eru liðað út á endamál, stað, framleiðslu, virksemi o.tíl.
Stk. 2. Innanvirkis roknskapurin skal geva grundarlag fyri at lýsa, hvat einstaka virksemið og ymsu veitingarnar kosta ella væntandi koma at kosta, og eisini hvørji viðurskifti eru avgerandi fyri, hvussu tilfeingið verður nýtt.
Stk. 3. Fíggjarmálaráðið kann áleggja stovnum at gera innanvirkis roknskap við tilskilan av, hvat tílíkur roknskapur skal fevna um.”
4. Í § 13 verður sum nýtt stk. 1 sett:
“Lønarútreiðslur skulu meginregluliga verða tiknar við í tí roknskaparári, rætturin til lønina verður vunnin. Av tí, at fleiri lønarskyldur ikki koma til útgjaldingar fyrr enn í árinum eftir, skulu stovnarnir tíðaravmarka lønirnar um ársskiftið.”
Stk. 1-11 verða eftir hetta stk. 2-12.
5. Í § 13, stk. 1, sum verður stk. 2, verður aftan á 1. pkt sum nýtt pkt. sett:
“Vørur latnar fram til 15. februar kunnu verða skrásettar upp á árið frammanundan, um keypsavtala varð gjørd fyri árskiftið.”
6. § 20 verður orðað soleiðis:
“§ 20. Yvirlit skulu gerast yvir ognir, so sum verkløg, jørð, bygningar, maskinur, før, innbúgv og annan virðismiklan útbúnað.
Stk. 2. Yvirlitini skulu hava upplýsingar um keypsvirðið og broyting í virðismetingini, livitíð umframt aðrar upplýsingar, sum hava týdning fyri fyrisitingina.
Stk. 3. Yvirlitini skulu fevna um ognir og útbúnað, hvørs keypsvirði er omanfyri 50.000 kr.
Stk. 4. Ognir og útbúnaður skulu skrásetast í Búskaparskipan landsins, um ikki stovnur hevur fingið loyvi til at nýta egna búskaparskipan sbrt. § 4, stk. 5.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 14. juli 2017
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)