Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 21-07-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 111 frá 18. juli 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. juli 2017Nr. 111

Kunngerð um góðkenning og treytir í sambandi við keyp av tænastum til heimatænastu, eldrarøkt o.a.

Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður ásett:

Allýsing

§ 1. Kommuna í hesi kunngerð er at skilja, sum:

1)   kommunalt samstarv sbrt. løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt o.a. ella

2)   einstøk kommuna, sum umsitur heimatænastu, eldrarøkt o.a. sbrt. somu lóg.

Góðkenning av veitara

§ 2. Kommunurnar góðkenna veitara av tænastum. Umframt neyðug loyvi og góðkenningar frá øðrum myndugleikum, skal góðkenningin, í minsta lagi, fevna um:

1)   innihaldið í tænastuni í mun til lógarásett krøv og tænastustøðið í kommununum,

2)   fakliga dygd og

3)   hølisviðurskifti.

§ 3. Viðurkend tænasta frá almennum myndugleikum krevur ikki góðkenning frá kommununum.

Treytir í sambandi við keyp av tænastum

§ 4. Áðrenn kommunurnar keypa tænastu frá privatum ella almennum veitara, skal skrivlig avtala gerast millum kommunurnar og tænastuveitaran.

Stk. 2. Avtalan skal í minsta lagi fevna um:

1)   innihaldið í tænastuni,

2)   treytir fyri tænastuni,

3)   tíðarskeið,

4)   gjaldstreytir og

5)   uppsøgn og broyting av avtalu.

Gildiskoma

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Almannamálaráðið, 18. juli 2017

 

Eyðgunn Samuelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)