Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juli 2018Nr. 111
Kunngerð um broyting í bekendtgørelse for Færøerne om behandling af værgemåls- og værgesager samt om faste værger og værgens vederlag m.v. (Sagsbehandlingsbekendtgørelsen)
(Myndugleikaflyting orsakað av yvirtøku av málsøkinum)
§ 1
Í bekendtgørelse nr. 454 af 28. april 2010 for Færøerne om behandling af værgemåls- og værgesager samt om faste værger og værgens vederlag m.v. (Sagsbehandlingsbekendtgørelsen) verða hesar broytingar gjørdar:
1. Í innganginum verður: “, efter forhandling med indenrigs- og sundhedsministeren” strikað.
2. Í § 1 verður “Rigsombudsmandens” broytt til: “Familjufyrisitingarinnar”.
3. Í § 4, stk. 1, stk. 2, 1. og 2. pkt., og tvær staðni í stk. 3, 1. pkt., og í stk. 3, 2. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
4. Í § 6, stk. 1, 1. og 2. pkt. og stk. 2, 1. og 2. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”.
5. Í § 8, stk. 1, 1. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin” og í 2. pkt. verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingini”.
6. Í § 9, stk. 1, stk. 2, 1. og 2. pkt., § 10, 1. og 2. pkt., § 11, stk. 1, nr. 1, stk. 2, stk. 3, § 12, stk. 1, 2. pkt., stk. 2, 2. pkt., § 13, stk. 1, 2. pkt., stk. 2, 2. pkt., § 16, § 17, stk. 1, § 18, stk. 1, 2. pkt., stk. 2, 2. pkt., stk. 3 og 4 verður “Rigsombudsmanden” broytt til: “Familjufyrisitingin”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 29. juli 2018.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 23. juli 2018
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)