Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 24-07-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 113 frá 24. juli 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

24. juli 2017Nr. 113

Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017

(Hækkað kvota til føroysk skip og kvota á uppboðssølu)

§ 1

Í kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2016 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 15 frá 24. februar 2017, kunngerð nr. 30 frá 29. mars 2017 og kunngerð nr. 62 frá 19. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 2, stk. 1 verður “325.807 tons” broytt til: “380.401 tons”.

 

2.    Aftan á § 3 a verður sett:

§ 3 b. Av kvotuni, sambært § 2, stk. 1, verður rætturin at veiða 54.594 tons av svartkjafti seldur á uppboðssølu eftir ásetingunum í § 1 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.”

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fiskimálaráðið, 24. juli 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

/ Rógvi Reinert (sign.)