Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 24-07-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 114 frá 24. juli 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

24. juli 2017Nr. 114

Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017

(Hækkaðar kvotur, uppboðssøla og vinnuligar royndir)

§ 1

Í kunngerð nr. 146 frá 22. desember 2016 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017 verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    § 2 verður orðað soleiðis:

§ 2. Føroyska kvotan av norðhavssild í 2017 er 125.597 tons.”

 

2.    Aftan á § 2 verður sett:

§ 2 a. Av kvotuni, sambært § 2, verða 53.097 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska. Fiskiskapurin kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES sjógvi er avmarkaður til í mesta lagi 6.000 tons.”

 

3.    Í § 3 og í § 4, stk. 1 verður “sambært § 2” broytt til: “sambært § 2 a”.

 

4.    Í § 3 verður “9.320 tons” broytt til: “49.486 tons”.

 

5.    Í § 4, stk. 1 verður “680 tons” broytt til: “3.611 tons”.

 

6.    Í § 4, stk. 2 verður “68 tons” broytt til: “361 tons”.

 

7.    Aftan á § 4 verður sett:

§ 4 a. Av kvotuni, sambært § 2, verður rætturin at veiða 53.000 tons av norðhavssild seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 1 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.

§ 4 b. Av kvotuni, sambært § 2, verða 6.000 tons sett av til vinnuligar sildaroyndir og verkætlanir á føroysku landleiðunum, sambært § 5 a. Kvotan verður latin skipum sum felagskvota.

§ 4 c. Av kvotuni, sambært § 2, verða 1.000 tons sett av til at nýta sum hjáveiða í fiskiskapi hjá føroyskum skipum eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.

§ 4 d. Eru líkindi fyri, at felagskvotan, sambært § 4, ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin hækka ella taka burtur ásetta hámarkið, ella loyva fiskiførum við loyvi sambært § 4 at fiska av hesum kvotum.

Stk. 2. Er kvota, sambært § 4 b, ikki latin, ella líkindi eru fyri, at kvotan, sambært § 4 c, ikki verður fiskað, kann landsstýrismaðurin loyva fiskiførum við loyvi sambært §§ 3 og 4 at fiska av hesum kvotum. Kvoturnar verða latnar fiskiførum í sama lutfalli og skipan og á somu leiðum sum í §§ 3 og 4.

Stk. 3. Við almennari fráboðan skal landsstýrismaðurin í góðari tíð, og í seinasta lagi 10 dagar áðrenn, boða frá avgerð um broytingar sambært stk. 1.”

 

8.    Aftan á § 5 verður sett:

“Vinnuligar fiskiveiðiroyndir

§ 5 a. Fiskimálaráðið kann eftir umsókn lata føroyskum fiskifari við veiðiloyvi lut í kvotu, ið er sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir sambært § 4 b.

Stk. 2. Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi fyri 16. august 2017, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.

Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirði og nýskapanarvirði í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni.”

 

9.    Aftan á § 6 verður sett:

“Fiskiskapur í íslendskum sjógvi og ES sjógvi

§ 6 a. Tá fiskað verður í íslendskum sjógvi, skal skiparin, sambært § 26, stk. 2 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir norðhavssild fyri skip undir føroyskum flaggi í íslendskum sjógvi.

Stk. 2. Tá fiskað verður í ES sjógvi, skal skiparin, sambært § 26, stk. 2 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir norðhavssild fyri skip undir føroyskum flaggi í ES sjógvi.”

 

10.  § 26 verður orðað soleiðis:

§ 26. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:

1)    Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í íslendskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, ES sjógv ella í NEAFC skipanarøkið.

2)    Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 føroyska tíð, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)    Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC skipanarøkinum.”

 

11.  Í § 27, stk. 3 verður “§ 10” broytt til: “§ 5”.

 

12.  Skjal 1 í kunngerð nr. 146 frá 22. desember 2016 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017 verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fiskimálaráðið, 24. juli 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

 

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

 

“Skjal 1

 

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC skipanarøkið.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar
(Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

 

 

2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Tá fiskað verður, skal fráboðan sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

 

 

3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC skipanarøkinum.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking