24. juli 2017Nr. 115
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi í 2017
(Kvota á uppboðssølu)
§ 1
Í kunngerð nr. 141 frá 22. desember 2016 um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi í 2017 verður í § 2 sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Av kvotunum, sambært stk. 1, verður rætturin at veiða 441 tons av toski, 103 tons av hýsu, 50 tons av upsa og 20 tons av øðrum botnfiski seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 1 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 24. juli 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Rógvi Reinert (sign.)