Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. juli 1995Nr. 117
Kunngerð um almenn savnindi og virksemið hjá Føroya Landsskjalasavni
Við heimild í § 4, stk. 2, § 7, stk. 5, § 15, stk. 4 og § 20, stk. 3 í løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn hevur landsstýrið fyrisett:
I. Kapittul
Fyrilit fyri almennum savnindum.
§ 1. Tað áliggur almennum stovnum at hava neyðturviligt fyrilit fyri savnindum sínum.
Stk. 2. Hetta merkir:
1) at tiltøk skulu setast í verk, ið tryggja, at savnindi verða varðveitt á slíkan hátt, at tey aftaná avhending til Føroya Landsskjalasavn (hereftir landsskjalasavnið), kunnu vera til taks hjá myndugleikum og almenningi og kunnu nýtast til granskingarendamál, og
2) at tiltøk verða gjørd soleiðis, at tað ber til at vraka savnindi, ið ikki eiga at verða varðveitt fyri eftirtíðina.
Stk. 3. Fyri savnindi hjá ríkismyndugleikum í Føroyum galda ásetingarnar í avtalu millum forsætismálaráðið og landsstýrið um skjalasøvn ríkisins í Føroyum frá 30. mars og 12. oktober 1990.
§ 2. Verður málsøki flutt millum stovnar, gera viðkomandi stovnar av, hvussu savnindi hjá hesum málsøkjum verða býtt millum stovnarnar. Savnindi, ið soleiðis verða flutt, eiga at verða hildin fyri seg, og eiga ikki uttan loyvi frá landsskjalasavninum at ganga inn í journal- og skjalasavnsskipan hjá tí myndugleika, ið tekur yvir.
Stk. 2. Verða málsøki flutt frá almennum stovnum til stovnar uttan fyri almennu fyrisitingina, kunnu savnindi v.m. flytast við smb. stk. 1. Hetta er tó treytað av, at stovnurin, ið tekur ímóti, kemur undir lóg um Føroya Landsskjalasavn og tær reglur, ið galda fyri savnindi hjá almennum stovnum.
§ 3. Verður skjalasavn skipað eftir lóg um siðsøgulig bygdasøvn, leggur landsskjalavørðurin eftirlitið við hesum skjalasavni til rættis í samráð við landsantikvarin.
Stk. 2. Um stovnur ikki hevur neyðturviligt fyrilit fyri sínum savnindum, kann landsskjalasavnið áleggja stovninum at seta neyðug tiltøk í verk til tess at tryggja hesi fyrilit.
Stk. 3. Um stovnur ikki røkir skjalasavn og savnindi síni sambært galdandi reglum, eigur landsskjalasavnið sum eftirlitsmyndugleiki at boða landsstýrinum frá hesum.
II. Kapittul
Varðveiting og vraking.
§ 4. Journal- og skjalasavnsætlanir hjá stovnunum eiga at vera skipaðar soleiðis, at til ber at tryggja varðveiting og samstundis at vraka savnindi, ið ikki skulu varðveitast.
Stk. 2. Stovnarnir eiga at síggja til, at savnindi, sum eftir galdandi reglum eiga at verða vrakað, verða fyribeind á tryggjandi hátt.
§ 5. Savnindi hjá stovnum kunnu bert verða vrakað við heimild frá Føroya Landsskjalasavni.
Stk. 2. Landsskjalavørðurin ásetur nærri reglur um varðveiting og vraking av savnindum hjá almennum stovnum.
III. Kapittul
Avhending.
§ 6. Landsskjalavørðurin ásetur reglur um, hvussu avhending til landsskjalasavnið eigur at fara fram. Tað áliggur teimum einstøku stovnunum at síggja til, at savnindi verða avhend í fyriskipaðum standi.
Stk. 2. Avhendingin sjálv fer fram eftir avtalu millum avhendandi stovnin og landsskjalasavnið.
§ 7. Skráir hjá stovnum, ið eru undir løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, verða at avhenda til varðveitslu á landsskjalasavninum, um hildið verður, at hetta er neyðugt til tess, at vísindaligar rannsóknir ella hagfrøðiligar kanningar av stórum samfelagsligum týdningi kunnu verða gjørdar. Skrásetingareftirlitið tekur, aftaná at hava biðið um tilmæli frá landsskjalavørðinum, avgerð um avhending, í hesum sambandi eisini avgerð um treytir fyri avhending og nýtslu av skráunum.
Stk. 2. Tað eigur í øllum førum at verða mett, um tað er neyðugt smb. stk. 1 at avhenda almenna skrá til landsskjalasavnið. Henda meting eigur at verða gjørd so skjótt møguligt, aftaná at skráin er stovnað, og eigur metingin at verða gjørd aftaná samráðingar millum tann stovn, ið setur skránna á stovn og landsskjalasavnið. Áðrenn avgerð verður tikin, hvørt skrá hjá almennum stovni eigur at verða strikað, skal spurningurin um avhending til landsskjalasavnið eftir stk. 1 verða lagdur fyri Skrásetingareftirlitið við tilmæli frá stovninum og landsskjalavørðinum. Journalskráir eiga í ongum førum at verða strikaðar, men eiga, tá hesar ikki longur verða nýttar í fyrisitingini, at verða avhendar landsskjalasavninum.
Stk. 3. Landsskjalavørðurin kann eftir tilmæli frá Skrásetingareftirlitinum áseta nærri reglur fyri, í hvørjum formi teldusavnindi verða avhend landsskjalasavninum. Reglurnar eiga eisini at fevna um formbroyting til savnsform og tíðina fyri avhending.
Stk. 4. Skráir hjá almennum stovnum, ið eftir avgerð hjá Skrásetingareftirlitinum verða avhendar landsskjalasavninum, eru undir somu reglum, sum annars eru galdandi fyri almenn savnindi á landsskjalasavninum.
§ 8. Landsskjalavørðurin kann áseta nærri reglur fyri útláni av savnindum, avhend landsskjalasavninum.
IV. Kapittul
Serstakar fyrisitingareindir.
§ 9. Er talan um umsitingarlig savnindi frá serstøkum fyrisitingareindum, ásetur landsskjalavørðurin eftir samráðing við avvarðandi fyrisitingareind, nærri reglur fyri viðgerð, varðveiting, vraking og avhending.
V. Kapittul
Atgeingi.
§ 10. Landsskjalavørðurin kann áseta nærri treytir fyri nýtslu av avhendum savnindum, ið ikki vanliga eru atgongd. Eisini kann landsskjalavørðurin áseta nærri reglur um nýtslu og víðariflutning av upplýsingum v.m., samanber tó § 15, stk. 3 í lógini um landsskjalasavn um atgeingi at skráum, ið koma undir lóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
§ 11. Tann, ið fær loyvi til at nýta savnindi, ið ikki eru alment atgongd, tó ikki telduskráir, kann lata tilfarið avrita, uttan so at tað í loyvinum er ásett, at avritan ikki er loyvd. Tað er ikki loyvt at flyta víðari ella at almannakunngera avrit av savnindum, ið ikki eru alment atgongd, uttan serstakt loyvi frá landsskjalasavninum.
§ 12. Atgeingifreistirnar í §§ 11 og 13 í løgtingslóg um Føroya Landsskjalasavn eru eisini galdandi fyri savnindi, ið eru avhend landsskjalasavninum, áðrenn lógin kom í gildi, um ikki onnur freist er ásett við serstakari avgerð ella verður avtalað við avhendandi myndugleika.
VI. Kapittul
Gildiskoma.
§ 13. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.