Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. juli 2018Nr. 117
Kunngerð um ættleiðing
Við heimild í § 4, stk. 2, § 9, stk. 1., 1. pkt., og stk. 5, § 25, § 27, stk. 3, § 28, stk. 3, § 29, § 32, stk. 2, § 33, stk. 2, § 34, stk. 2, § 35, stk. 2 og § 41, stk. 3 í løgtingslóg nr. 42 frá 30. apríl 2018 um ættleiðing (Ættleiðingarlógin) verður ásett:
Kapittul 1
Innleiðing
§ 1. Í hesi kunngerð skulu hugtøkini, sum nevnd eru niðanfyri, skiljast soleiðis:
1) Samlivi: Ein persónur, ið hevur verið í einum samanhangandi samlívi í einum hjúnabandslíknandi parlagi sum í útgangsstøðinum hevur vart í minsta lagi 2½ ár.
2) Stjúkbarnaættleiðing: Ættleiðing, har umsøkjarin ættleiðir barnið hjá sínum hjúnafelaga ella samliva, sbr. § 6 í løgtingslógini.
3) Familjuættleiðing, sbr. § 4, stk. 2 í løgtingslógini:
a) Ættleiðing, har umsøkjarin ættleiðir eitt barnabarn, eitt systkinabarn ella eitt systkin.
b) Ættleiðing av einum barni hjá foreldrum, sum umsøkjari gjøgnum tættan og drúgvan kennskap er serliga knýttur at, og barnið er yngri enn 18 ár.
c) Ættleiðing av einum barni, sum umsøkjarin hevur eitt serligt tilknýti til.
4) Fremmandaættleiðing: Ættleiðing, har umsøkjari ættleiðir eitt barn undir 18 ár, og har tað er ein treyt fyri ættleiðingina, at umsøkjarin verður góðkendur sum ættleiðari sbrt. § 4, stk. 1 í løgtingslógini.
5) Innanlands ættleiðing: Ættleiðing, har umsøkjarin ættleiðir eitt barn, ið hevur bústað í Føroyum, Danmark ella í Grønlandi og ikki er komið til Føroyar, Danmark ella Grønland at verða ættleitt.
6) Altjóða ættleiðing: Ættleiðing, har umsøkjari ættleiðir eitt barn, ið hevur bústað uttanfyri Føroyar, Danmark og Grønland, ella eitt barn, ið er komið til Føroyar at verða ættleitt.
7) Góðkenningarkarmur: Lýsing av aldri og likamligari og sálarligari støðu hjá barninum, ið umsøkjarin verður góðkendur til at kunna ættleiða.
8) Gevaraland ella upprunaland: Landið, har barnið hevur bústað áðrenn ættleiðingina.
9) Útland: Lond uttanfyri Føroyar, Danmark og Grønland.
10) Útlendskur myndugleiki ella stovnur: Myndugleiki ella stovnur, ið ikki er føroyskur, danskur ella grønlendskur.
11) Ein miðlandi felagsskapur: Ein privatur felagsskapur, ið danski barna- og sosialráðharrin hevur góðkent til at taka ímóti umbønum um at veita hjálp til at útvega samband millum umsøkjarar um ættleiðing og børn úr øðrum londum enn Føroyum, Danmark og Grønlandi, við atliti til at fremja eina ættleiðing, sbr. §§ 29 og 35 í løgtingslógini.
12) Adoptionsnævnet: Ein danskur almennur myndugleiki, ið greipar góðkendar umsøkjarar við bústaði í Føroyum ella í Danmark og børn, ið eru leysgivin til innanlands ættleiðing, og sum hava bústað í Føroyum ella í Danmark, sbr. §§ 29 og 35.
13) Haagersáttmálin: Haagersáttmálin frá 29. mai 1993 um verju av børnum og um samstarv viðvíkjandi altjóða ættleiðing.
14) Høvuðsmyndugleiki: Er tann myndugleiki, ið sbrt. Haagersáttmálanum er tilnevndur sum høvuðsmyndugleiki við atliti at røkja skyldurnar, ið eru álagdar sbrt. Haagersáttmálanum. Ankestyrelsen er tilnevndur høvuðsmyndugleiki fyri Føroyar og Danmark.
15) Góðkent oyðublað: Eitt oyðublað, ið landsstýrismaðurin hevur góðkent.
Kapittul 2
Umsókn um ættleiðing o.a.
Umsóknin
§ 2. Umsókn um ættleiðing ella um góðkenning sum ættleiðari skal latast Familjufyrisitingini.
Stk. 2. Umsóknin skal latast inn á einum góðkendum oyðublaði og skal undirskrivast av umsøkjaranum persónliga.
Stk. 3. Saman við umsókn um ættleiðing ella um góðkenning sum ættleiðari, skal umsøkjarin lata inn tær váttanir og tey skjøl o.a. ið nevnd eru í umsóknaroyðublaðnum. Skjøl, ið føroyskir myndugleikar hava útflýggjað, kunnu latast inn sum avrit. Útlendskar váttanir, dómsavrit o.a. og møguligar umsetingar av hesum skjølum, sbr. § 4, skulu latast Familjufyrisitingini sum frumrit. Í sambandi við fremmandaættleiðing skal harumframt latast inn ein læknaváttan, ið kommunulæknin hjá umsøkjaranum hevur útflýggjað. Læknaváttanin skal verða á góðkendum oyðublaði. Um ein annar lækni hevur útflýggjað váttanina, skal umsøkjarin geva eina nøktandi orsøk til tess. Læknaváttanin kann ikki vera eldri enn 3 mánaðar, tá ið umsóknin verður latin inn.
Stk. 4. Mett verður, at umsókn er latin inn, tá ið Familjufyrisitingin hevur móttikið tær váttanir og tey skjøl o.a., ið eru nevnd í umsóknaroyðublaðnum.
Stk. 5. Hjún ella samlivandi lata inn umsókn í felag, uttan so, at søkt verður um stjúkbarnaættleiðing. Hetta er tó ikki galdandi, um hjúnafelagin ella samlivin eru í einari støðu, ið er nevnd í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.
§ 3. Umsókn um góðkenning sum ættleiðari til fremmandaættleiðing kann ikki latast inn fyrr enn aftan á, at tað barnið, sum kom síðst í familjuna, hevur verið i familjuni í minst 6 mánaðir, tó undantikið, um talan er um serligar umstøður.
Umsetanir
§ 4. Tann, ið søkir um ættleiðing ella um góðkenning sum ættleiðari, skal, tá ið viðkomandi verður biðin um tað, syrgja fyri, at váttanir, dómsavrit o.a. verður umsett til føroyskt ella danskt, tá ið talan er um skjøl, ið eru á øðrum máli enn føroyskum, donskum, grønlendskum, norskum, svenskum, finskum, íslendskum ella enskum. Umsetingin skal váttast av einum almennum myndugleika í viðkomandi landi ella av einum útbúnum týðara ella líknandi í Føroyum ella í Danmark.
Kapittul 3
Samtykki og váttan o.a.
Samtykki frá foreldrum ella verja
§ 5. Samtykki frá foreldrum hjá barninum ella verjanum hjá barninum, sbrt. § 8 í løgtingslógini, skal latast í sambandi við at møta persónliga upp á Familjufyrisitingini, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Býr ella uppiheldur eitt foreldur ella ein verji sær í Danmark ella í Grønlandi, kann Familjufyrisitingin heita á Statsforvaltningina í Danmark ella Ríkisumboðið í Grønlandi um at innkalla viðkomandi til fund við atliti til at lata samtykki.
Stk. 3. Býr ella uppiheldur eitt foreldur ella ein verji sær í longri tíð uttanfyri Føroyar, Danmark ella Grønland, kann Familjufyrisitingin heita á eitt føroyskt ella eitt danskt umboð um at innkalla viðkomandi til fund at lata samtykki.
Stk. 4. Áðrenn foreldrini ella verjin lata samtykki, skulu tey vegleiðast um rættarvirknaðin av ættleiðingini og samtykkinum, íroknað kapittul 2 og 3 í løgtingslógini og § 10, stk. 1 í løgtingslógini, tó ikki, tá søkt verður um stjúkbarnaættleiðing.
Stk. 5. Samtykkið skal vera treytaleyst og latast Familjufyrisitingini á góðkendum oyðublaði.
§ 6. Samtykki frá foreldrunum ella verjanum hjá barninum, sbrt. § 8 í løgtingslógini, til, at barnið verður burturættleitt við einari innanlands fremmandaættleiðing, kann latast til, at barnið verður ættleitt av tí, sum Adoptionsnævnet peikar út til at ættleiða barnið.
§ 7. Við eini altjóða fremmandaættleiðing, ið verður miðlað gjøgnum ein miðlandi felagsskap, og har foreldrini hjá barninum hava latið einum útlendskum myndugleika ella stovni samtykki til ættleiðingina, og tá ongin útlendsk ættleiðingaravgerð, ið verður viðurkend í Føroyum sbrt. § 32, stk. 2, er til, avger Familjufyrisitingin, um samtykki kann javnsetast við samtykkið, ið er latið einum føroyskum myndugleika.
Váttan í sambandi við ættleiðing
§ 8. Váttan frá foreldrum sbrt. § 14 í løgtingslógini og váttan frá verjanum hjá barninum sbrt. § 15 í løgtingslógini skal latast Familjufyrisitingini á góðkendum oyðublaði og undirskrivast persónliga.
Stk. 2. Áðrenn foreldrini og verjin hjá barninum lata samtykki, skal Familjufyrisitingin tryggja sær, at foreldrini og verjin hjá barninum hava fingið vegleiðing um rættarvirknaðin av ættleiðingini, íroknað kapittul 2 og 3 í løgtingslógini.
Stk. 3. Um umstøðurnar tala fyri tí, kann Familjufyrisitingin krevja, at váttanin verður latin í sambandi við persónliga uppmøting á Familjufyrisitingini.
Stk. 4. Býr ella uppiheldur eitt foreldur ella ein verji sær í Danmark ella í Grønlandi, kann Familjufyrisitingin heita á Statsforvaltningina í Danmark ella Ríkisumboðið í Grønlandi um at biðja viðkomandi møta persónliga og lata váttanina.
Stk. 5. Býr ella uppiheldur eitt foreldur ella verji sær í longri tíð uttanfyri Føroyar, Danmark ella Grønland, kann Familjufyrisitingin heita á eitt føroyskt ella eitt danskt umboð um at biðja viðkomandi møta persónliga og lata váttanina.
Samtykki frá barninum og upplýsingar um sjónarmiðið hjá barninum í sambandi við ættleiðingina
§ 9. Samtykki frá barninum, sbrt. § 7, stk. 1 í løgtingslógini, skal latast í sambandi við, at møtt verður persónliga á Familjufyrisitingini.
Stk. 2. Býr ella uppiheldur barnið sær í Danmark ella í Grønlandi, kann Familjufyrisitingin heita á Statsforvaltningina í Danmark ella Ríkisumboðið í Grønlandi, um at biðja barnið møta persónliga og lata váttanina.
Stk. 3. Býr ella uppiheldur barnið sær í longri tíð uttanfyri Føroyar, Danmark ella Grønland, kann Familjufyrisitingin heita á eitt føroyskt ella eitt danskt umboð um at biðja barnið møta persónliga og lata váttanina.
Stk. 4. Samtykki skal latast skrivliga ella munnliga. Verður samtykki latið skrivliga, skal eitt góðkent oyðublað nýtast. Verður samtykki latið munnliga, skal ein váttan um, at samtykkið er latið, gerast.
Stk. 5. Áðrenn barnið letur samtykkið, skal Familjufyrisitingin tryggja sær, at barnið hevur fingið vegleiðing um rættarvirknaðin av ættleiðingini, íroknað kapittul 2 og 3 í løgtingslógini.
Stk. 6. § 7 í kunngerðini verður nýtt samsvarandi.
§ 10. Samtykki skal ikki krevjast, um barnið er undir 18 ár og mett verður, at útvegan av samtykki er til skaða fyri barnið.
Kapittul 4
Stjúkbarnaættleiðingar og familjuættleiðingar
Vanligar ásetingar
§ 11. Familjufyrisitingin skal tryggja sær, at tann, ið søkir um stjúkbarnaættleiðing ella familjuættleiðing, fær ella hevur fingið nøktandi vegleiðing.
§ 12. Í niðanfyri nevndu førum skal Familjufyrisitingin leggja eina umsókn um stjúkbarnaættleiðing ella familjuættleiðing fyri landsstýrismannin:
1) Samtykki til ættleiðing er latið einum útlendskum myndugleika ella stovni, og ongin útlendsk ættleiðingaravgerð, ið verður viðurkend í Føroyum sbrt. § 32, stk. 2, er til. Er talan um ættleiðing við hjálp frá einum miðlandi felagsskapi, skal málið tó ikki leggjast fyri.
2) Málið gevur orsøk til illgruna um brot á § 36, stk. 1 í løgtingslógini.
3) Málið annars gevur orsøk til tað.
Serliga um familjuættleiðingar
§ 13. Verður søkt um innanlands ættleiðing av einum barni, ið ikki er fylt 18 ár, skal Familjufyrisitingin innheinta eina váttan frá Fosturforeldraskipanini um, hvørt umsøkjarin lýkur krøvini fyri at hava eitt barn til fosturs sbrt. galdandi ásetingunum um fosturloyvi.
Stk. 2. Fosturforeldraskipanin skal upplýsa, hvørjar kanningar liggja til grund fyri váttanini, og um serligar umstøður hava gjørt seg galdandi, ið hava við sær, at tað er ivasamt, um ættleiðing er tað besta fyri barnið. Um so er, skal tilfarið, ið hevur verið til skjals hjá Fosturforeldraskipanini, sendast saman við váttanini til Familjufyrisitingina.
§ 14. Verður søkt um altjóða ættleiðing, ið er fevnd av Haagersáttmálanum, og metir Familjufyrisitingin, at ættleiðing helst er tað besta fyri barnið, sendir Familjufyrisitingin umsóknina til tann myndugleikan, ið er vorðin tilnevndur høvuðsmyndugleiki í gevaralandinum ella til annan viðkomandi myndugleika. Saman við umsóknini skal leggjast ein frágreiðing um ættleiðingarumsøkjaran og eitt grundgivið tilmæli frá Familjufyrisitingini um, at umsøkjarin út frá upplýsingunum í málinum verður mettur at vera egnaður til at ættleiða barnið.
Stk. 2. Metir Familjufyrisitingin, út frá móttiknu upplýsingunum í málinum frá gevaralandinum um barnið, at ein ættleiðing kann fremjast, letur Familjufyrisitingin eina váttan í samsvari við grein 17 c í Haagersáttmálanum. Grein 17 c váttanin skal latast á góðkendum oyðublaði. Familjufyrisitingin skal senda grein 17 c váttanina til høvuðsmyndugleikan í gevaralandinum ella til tann myndugleikan, ið høvuðsmyndugleikin hevur givið heimild til at móttaka ella lata váttanina. Familjufyrisitingin skal tryggja sær, at gevaralandið somuleiðis sendir eina grein 17 c váttan til Familjufyrisitingina.
Stk. 3. Verður søkt um altjóða familjuættleiðing, ið ikki er fevnd av Haagersáttmálanum, skal Familjufyrisitingin leggja ættleiðingamálið fyri myndugleikunum í gevaralandinum.
Stk. 4. Í teimum førum, ið eru nevnd í stk. 1 og 3, kann Familjufyrisitingin krevja, at umsøkjarin skal melda seg inn í ein miðlandi felagsskap, um lóggávan í gevaralandinum krevur, at umsóknin verður latin av einum slíkum felagsskapi, ella um tað annars verður mett at vera skynsamt.
§ 15. Familjufyrisitingin biður umsøkjaran um at koma til eina samrøðu um ættleiðingina og um týdningin av ættleiðingini, um ikki umsøkjarin longu tá hevur fingið nøktandi vegleiðing frá øðrum myndugleika.
§ 16. Familjufyrisitingin útvegar sær eina fullkomna revsiváttan um umsøkjara, beint áðrenn loyvið til familjuættleiðing verður skrivað, uttan so, at viðkomandi persónur, ið ynskist ættleiddur, er fyltur 18 ár.
Stk. 2. Geva upplýsingarnar, sum Familjufyrisitingin hevur móttikið um kropsligu ella sálarligu heilsustøðuna hjá umsøkjaranum orsøk til at ivast í, hvørt ættleiðingin er tað besta fyri barnið, kann Familjufyrisitingin útvega sær eitt ummæli frá læknanum í Ættleiðingarsamráðnum ella frá landsstýrismanninum um upplýsingarnar hava við sær, at ættleiðingin, ið søkt er um, er ivasom.
Kapittul 5
Góðkenning sum ættleiðari
Góðkenningin
§ 17. Ein avgerð um góðkenning sum ættleiðari sbrt. § 4, stk. 1 í løgtingslógini, verður tikin av Familjufyrisitingini. Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini tilmæli til brúk fyri teirra avgerð um góðkenning sum ættleiðari.
Stk. 2. Familjufyrisitingin veitir skrivstovuhjálp til Ættleiðingarsamráðið.
§ 18. Góðkenning sum ættleiðari kann latast:
1) til at ættleiða eitt ítøkiligt barn t.e. ítøkilig góðkenning, ella
2) til at ættleiða eitt barn, ið danskur ella útlendskur ættleiðingarmiðlandi myndugleiki ella felagsskapur skjýtur upp, t.e. generel góðkenning.
Stk. 2. Familjufyrisitingin ásetir ítøkiliga innihaldið av einari generellari góðkenning, t.e. góðkenningarkarmurin, eftir at hava fingið tilmæli frá Ættleiðingarsamráðnum.
§ 19. Ein umsøkjari kann góðkennast sum ættleiðari, tá ið umsøkjarin lýkur treytirnar í §§ 20-23, og umsøkjarin annars verður mettur egnaður til at fostra upp eitt ættleitt barn einsamallur ella saman við sínum hjúnafelaga ella samliva, um umsøkjarin er giftur ella samlivandi, sbr. stk. 2.
Stk. 2. Ein umsøkjari, ið er giftur ella samlivandi kann bert góðkennast sum ættleiðari, um hjúnafelagin ella samlivin samstundis verður góðkendur sum ættleiðari, sbr. § 5, stk. 1 í løgtingslógini. Tó er hetta ikki galdandi, um hjúnafelagin ella samlivin eru í einari støðu, ið er nevnd í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.
§ 20. Hjún ella samlivandi kunnu bert góðkennast sum ættleiðarar, um tey hava livað saman í minst 2½ ár, tá ið umsókn um ættleiðing verður innlatin, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Samlivandi kunnu tó góðkennast sum ættleiðarar, um tey hava livað saman minst í 1½ ár, tá ið umsókn um ættleiðing verður latin inn, og um annar av umsøkjarunum longu er góðkendur sum ættleiðari, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Um serligar umstøður gera seg galdandi, kann víkjast frá stk. 1 og stk. 2.
§ 21. Tað er ein treyt fyri at verða góðkendur sum ættleiðari, at umsøkjarin ikki er meira enn 42 ár eldri enn barnið, tá ið umsókn um góðkenning sum ættleiðari verður latin inn.
Stk. 2. Tó kann víkjast frá treytini í stk. 1, um:
1) umsøkjarin áðrenn rímiliga tíð eftir at hava móttikið eitt ættleitt barn, søkir um góðkenning til ættleiðing av einum barni afturat, ella
2) um serligar umstøður gera seg galdandi.
§ 22. Harumframt er tað ein treyt fyri at verða góðkendur sum ættleiðari, at:
1) kropsliga og sálarliga heilsustøðan hjá umsøkjaranum ikki minkar um møguleikan fyri, at ættleiðingargongdin verður tað besta fyri barnið,
2) umsøkjarin hevur ein bústað, ið er hóskandi til at fostra barnið upp í,
3) umsøkjarin hevur ráðilig fíggjarlig viðurskifti, og
4) umsøkjarin ikki er revsaður fyri viðurskifti, ið gevur orsøk til grundaðan iva um førleikan hjá umsøkjaranum til at ættleiða.
§ 23. Tað er ein treyt fyri at góðkennast sum ættleiðari, at ein umsøkjari, ið ikki fyrr hevur ættleitt, luttekur á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði.
Stk. 2. Familjufyrisitingin kann, inntil avgerð er tikin sbrt. § 29, gera av, at ein ættleiðari, ið áður hevur ættleitt eitt barn, skal luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði fyri at verða góðkendur av nýggjum.
§ 24. Góðkenning sum ættleiðari er galdandi í 4 ár frá tí, at avgerð er tikin um, at umsøkjarin er góðkendur, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Familjufyrisitingin kann taka avgerð um at leingja eina góðkenning við 2 árum, um umsøkjarin lýkur krøvini í §§ 20-22, og umsøkjarin annars verður mettur skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Ein góðkenning kann bert verða galdandi og leingjast fram til, at umsøkjarin í mesta lagi verður 47 ár eldri enn barnið, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. Um umsøkjarin hevur fingið undantaksloyvi, orsakað av aldri sbrt. § 21, stk. 2, er góðkenningin galdandi í 4 ár. Góðkenningin kann leingjast fram til, at umsøkjarin verður í mesta lagi 47 ár eldri enn barnið.
§ 25. Í §§ 21 og 24 skal aldurin hjá barninum skiljast sum lægst møguligi aldurin innan góðkenningarkarmin, um søkt verður um eina generella góðkenning sum ættleiðari, sbr. § 18, stk. 1, nr. 2.
Kanningartilgongdin og góðkenningartilgongdin í Familjufyrisitingini
§ 26. Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina um, hvørt umsøkjarin kann góðkennast sum ættleiðari. Síðani tekur Familjufyrisitingin avgerð í málinum. Tilmælið verður gjørt út frá kanningum, ið Familjufyrisitingin hevur fingið til vega.
Stk. 2. Í kanningartilgongdini og góðkenningartilgongdini verður fyrst kannað, um umsøkjarin lýkur tær yvirskipaðu og objektivu góðkenningartreytirnar í §§ 20-22, sbrt. § 19, stk. 2. Harnæst verður kannað, um umsøkjarin annars kann metast at vera skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn, sbr. § 19, stk. 1.
Stk. 3. Tað er Familjufyrisitingin, ið fær upplýsingarnar til vega, ið eru neyðugar fyri at støða kann takast til, hvørt umsøkjarin lýkur tær yvirskipaðu og objektivu treytirnar í §§ 20-22, sbr. § 19, stk. 1, harumframt hvørt umsøkjarin annars kann metast at vera skikkaður til at fostra upp eitt ættleitt barn, sbr. § 19, stk. 1.
Stk. 4. Læknaligi, sálarligi, sosiali og løgfrøðiligi serkunnleikin hjá Familjufyrisitingini verður tikin upp í málið alt eftir ítøkiligu viðurskiftini í málinum.
Stk. 5. Familjufyrisitingin tekur avgerð um at seta í verk medisinska, sálarlæknaliga, sálarliga ella aðra serkanning. Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini eitt tilmæli til brúk fyri teirra avgerð um, hvørt ein kanning, nevnd í 1. pkt., skal gerast. Hetta ger seg galdandi, hóast umsøkjarin játtar, at kanningin verður gjørd.
§ 27. Metir Familjufyrisitingin, at umsøkjarin ikki lýkur treytirnar í §§ 20-22, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um at sýta eina umsókn um góðkenning sum ættleiðari, uttan at kanna málið nærri. Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini tilmæli til brúk fyri avgerð, nevnd í pkt. 1.
Stk. 2. Metir Familjufyrisitingin, at umsøkjarin uttan iva lýkur tær yvirskipaðu og objektivu treytirnar í §§ 20-22, verður hildið fram við kanningartilgongdini og góðkenningartilgongdini, uttan at málið verður lagt fyri Ættleiðingarsamráðið. Umsøkjarin skal luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, um tað er kravt sbrt. § 23, til tess at kanningartilgongdin og góðkenningartilgongdin kann halda fram við atliti til, at ein meting verður gjørd, hvørt umsøkjarin annars kann metast skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn, sbrt. § 26, stk. 2.
Stk. 3. Til brúk fyri avgerðini hjá Familjufyrisitingini og tilmælið hjá Ættleiðingarsamráðnum, ger Familjufyrisitingin eina einstaklinga lýsing av umsøkjaranum, har førleikin at ættleiða verður lýstur.
§ 28. Áðrenn farast kann undir at kanna førleikan hjá umsøkjaranum sum ættleiðari, skal umsøkjarin fáa váttan til vega um, at:
1) umsøkjarin hevur luttikið á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, um krav er um hetta, og
2) umsøkjarin er limur í einum ættleiðingarmiðlandi felagsskapi, sbr. § 44 ella at umsøkjarin hevur givið til kennar yvirfyri Adoptionsnævnet, at umsøkjarin ynskir at gjøgnumføra eina innanlands ættleiðing. Hetta er tó ikki galdandi, um søkt verður um at ættleiða eitt ítøkiligt barn innanlands.
Stk. 2. Skal umsøkjarin luttaka á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, skal umsøkjarin fáa váttan til vega um, at viðkomandi hevur luttikið á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði. Váttanin skal latast Familjufyrisitingini innan eitt ár aftan á, at Familjufyrisitingin hevur givið til kennar, at ættleiðingartilgongdin kann halda fram, sbr. § 27, stk. 2. Familjufyrisitingin kann í serligum førum víkja frá freistunum.
Stk. 3. Familjufyrisitingin skal tryggja sær, at ein umsøkjari, ið kann góðkennast, uttan at skula luttaka í einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, fær nøktandi ráðgeving.
Stk. 4. Um umsøkjarin ynskir at gjøgnumføra eina altjóða ættleiðing, uttan at vera limur í einum miðlandi felagsskapi, skal umsøkjarin fáa til vega váttan um, at umsøkjarin hevur fingið loyvi frá landsstýrismanninum sbrt. § 44. Váttanin skal fyriliggja, áðrenn farið verður undir at kanna, um umsøkjarin er skikkaður at ættleiða.
§ 29. Kanningartilgongdin og góðkenningartilgongdin endar við, at Familjufyrisitingin út frá upplýsingunum í málinum, umframt einstaklinga lýsingina, tekur støðu til, hvørt umsøkjarin kann metast at lúka yvirskipaðu og objektivu treytirnar í §§ 20-22 harumframt, hvørt umsøkjarin verður mettur skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn einsamallur, ella um umsøkjarin er giftur ella samlivandi saman við sínum hjúnafelaga ella samliva. Ættleiðingarsamráðið letur Familjufyrisitingini tilmælið til brúk fyri støðutakanina sbrt. 1. pkt.
Stk. 2. Um umsøkjarin verður mettur at lúka treytirnar í §§ 20-22 og harumframt mettur at vera skikkaður at fostra upp eitt ættleitt barn, verður avgerð tikin um at góðkenna umsøkjara sum ættleiðara.
Ættleiðingarfyrireikandi skeiðið
§ 30. Gigni, skipar og bjóðar nevnda ættleiðingarfyrireikandi skeiðið sbrt. § 23. Skeiðið er ein sjálvstøðugur partur av kanningartilgongdini og góðkenningartilgongdini. Skeiðið verður áðrenn kanningina, hvørt umsøkjarin er skikkaður sum ættleiðari.
Stk. 2. Undirvísararnir skulu í minsta lagi hava eina miðallanga útbúgving innan heilsu ella sálarfrøði.
Stk. 3. Undirvísararnir skulu luttaka á fakligum skeiðum, ið eru viðkomandi fyri fremmandaættleiðing.
§ 31. Til ber ikki at luttaka á ættleiðingarfyrireikandi skeiðinum, fyrr enn Familjufyrisitingin hevur mett, at kanningartilgongdin og góðkenningartilgongdin kann halda fram, sbrt. § 27, stk. 2.
Stk. 2. Umsøkjarin skal melda seg til skeiðið hjá Gigni, tá ið treytin í stk. 1 er lokin.
§ 32. Umsøkjarin verður mettur at hava luttikið á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði, tá ið umsøkjarin hevur gjøgnumført alt skeiðið.
Stk. 2. Hjún og samlivandi skulu hava luttikið á skeiðinum samstundis.
§ 33. Familjufyrisitingin kann ikki, til brúk fyri avgerð um góðkenning sum ættleiðari, innheinta upplýsingar um umsøkjara, ið eru komnar fram í sambandi við luttøku á einum ættleiðingarfyrireikandi skeiði. Skeiðsundirvísararnir ella onnur mugu heldur ikki geva slíkar upplýsingar víðari til Familjufyrisitingina ella Ættleiðingarsamráðið.
Góðkenningin
§ 34. Tað skal ganga fram av góðkenningini, hvørt hon fevnir um:
1) eina ættleiðing, ið verður miðlað antin av einum góðkendum felagsskapi ella av Adoptionsnævnet,
2) eina innanlands ættleiðing av einum ítøkiligum barni, ella
3) eina ættleiðing, ið umsøkjarin hevur loyvi at gjøgnumføra uttan at vera limur í einum miðlandi felagsskapi, sbr. § 44.
§ 35. Søkir ein umsøkjari við einari generellari góðkenning sum ættleiðari, sbrt. § 18, stk. 1, nr. 2, um innanlands ættleiðing, sendir Familjufyrisitingin málið til Adoptionsnævnet, sbr. § 64.
Frágreiðing til gevaraland
§ 36. Í sambandi við umsøkjara við einari ítøkiligari ella generellari góðkenning, sbrt. § 18, stk. 1, ið ynskir at ættleiða eitt útlendskt barn, ger Familjufyrisitingin, út frá einstaklinga lýsingini av umsøkjaranum, eina frágreiðing um viðurskiftini hjá umsøkjaranum til brúk hjá útlendsku ættleiðingarmyndugleikunum. Familjufyrisitingin sendir frágreiðingina til tann miðlandi felagsskapin, ið umsøkjarin er limur í sbrt. § 43, ella til útlendska ættleiðingarmiðlandi myndugleikan ella felagsskapin, sbrt. § 44.
Góðkenning sum ættleiðari fellur burtur
§ 37. Familjufyrisitingin kann, eftir at Ættleiðingarsamráðið hevur latið tilmælið til Familjufyrisitingina, taka avgerð um, at ein góðkenning sum ættleiðari fellur burtur, um:
1) treytirnar fyri at verða góðkendur sum ættleiðari ikki longur eru til staðar, og
2) umsøkjarin annars ikki verður mettur at vera skikkaður sum ættleiðari, sbr. § 26, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Umsøkjarin hevur skyldu at boða Familjufyrisitingini frá, um tað eru viðkomandi broytingar í viðurskiftinum hjá umsøkjaranum.
Uppfylgjan av ættleiðingini og ættleiðingarráðgevingini
§ 38. Komandi ættleiðarar skulu hava ættleiðingarráðgeving sbrt. § 28 í løgtingslógini, beint áðrenn barnið kemur til nýggju familjuna og stutt eftir, at barnið er komið til familjuna.
Stk. 2. Um tað, orsakað av at eitt mál hevur skund og tað við atliti til barnið, ikki er møguligt at veita ráðgeving, áðrenn barnið kemur til sína nýggju familju, kann Heilsutrygd, Gigni, taka avgerð um, at víkjast kann frá kravinum í stk. 1, um ættleiðingarráðgeving beint áðrenn ættleiðingina.
§ 39. Ættleiðingarráðgeving sbrt. § 28, stk. 2 verður í útgangsstøðinum avmarkað til tvær ráðgevingargongdir. Onnur av hesum ráðgevingargongdum skal í útgangsstøðinum veitast, áðrenn barnið hevur verið heimtikið í 5 ár. Hin ráðgevingargongdin kann veitast inntil barnið er fylt 18 ár.
§ 40. Ættleiðingarráðgeving sbrt. §§ 38 og 39 fevnir um innanlands og altjóða fremmandaættleiðing.
Stk. 2. Heilsutrygd, Gigni, skipar og veitir ráðgevingina gjøgnum ráðgevarar, ið eru knýttir at Heilsutrygd, Gigni.
Stk. 3. Ráðgevararnir skulu í minsta lagi hava eina miðallanga útbúgving innan heilsu ella sálarfrøði.
Stk. 4. Ráðgevarar skulu luttaka á viðkomandi fakligum skeiðum innan fremmandaættleiðing.
§ 41. Familjufyrisitingin skal bjóða ættleiðarunum vegleiðing og heimavitjan aftan á, at barnið er heimtikið.
§ 42. Familjufyrisitingin skal viðvirka til at gera váttanir og uppfylgjandi frágreiðingar, tá ið myndugleikarnir í Føroyum ella í Danmark ella í útlandinum seta fram krav um hetta.
Kapittul 6
Altjóða fremmandaættleiðing
Miðlan av børnum gjøgnum altjóða ættleiðing
§ 43. Ein umsøkjari, ið er góðkendur sum ættleiðari, og sum ynskir at ættleiða barn gjøgnum altjóða ættleiðing, skal vera limur í einum miðlandi felagsskapi, ið hevur fingið fulltrú frá tí danska barna- og sosialráðharranum, sbr. § 29 í løgtingslógini, sbr. tó § 44.
Stk. 2. Umsøkjarin skal hava meldað seg til lim í einum miðlandi felagsskap, áðrenn Familjufyrisitingin fer undir at kanna, um umsøkjarin er skikkaður at ættleiða, sbr. § 28.
§ 44. Landsstýrismaðurin kann loyva, at ein umsøkjari ikki er limur í einum miðlandi felagsskapi, um umsøkjarin hevur serligan forkunnleika til barnið ella avvarðandi hjá barninum, ella um talan er um serligar umstøður.
Stk. 2. Ein umsøkjari, ið er fevndur av stk. 1, skal sanna:
1) at sambandið við barnið ella við tey avvarðandi er íkomið á lógligan hátt, bæði sbrt. galdandi lóggávu í Føroyum og í heimlandinum hjá barninum,
2) at sambandið ikki er íkomið við atliti til ættleiðing,
3) at ættleiðingin má metast at kunna gjøgnumførast á lógligan og etiskan fullgóðan hátt, og
4) at ongin miðlandi felagsskapur samstarvar ella er í samráðingum um samstarv við tann útlendska ættleiðingarmiðlandi myndugleikan.
Stk. 3. Ein váttan frá tí útlendska ættleiðingarmiðlandi felagsskapinum ella myndugleikanum skal vera til skjals í málinum um, at hesin miðlarin sendir tær upplýsingar, sum føroysku ættleiðingarmyndugleikarnir biðja um, beinleiðis til teirra.
Stk. 4. Umsøkjarin skal eftir áheitan bera møguligan kostnað fyri umseting og legalisering av skjølum, lóggávu o.a. Umsetingin skal váttast av einum almennum myndugleika ella einum útbúnum týðara ella líknandi.
Uppskot um útlendskt barn greipingaruppskot
§ 45. Tá uppskot kemur um eitt ítøkiligt barn gjøgnum tann miðlandi felagsskapin, har umsøkjarin er limur í, er tað tann miðlandi felagsskapurin, sum metir um barnið við atliti til góðkenningina hjá umsøkjaranum, greipingaruppskot.
§ 46. Metir tann miðlandi felagsskapurin, at barnið, sum er í uppskoti, eyðsæð er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, sendir felagsskapurin greipingaruppskotið til Høvuðsmyndugleikan.
Stk. 2. Metir Høvuðsmyndugleikin, at ættleiðingartilgongdin kann halda fram, gevur Høvuðsmyndugleikin felagsskapinum boð um tað. Eftir hetta biðir felagsskapurin umsøkjaran um at boða frá, um hann ynskir at ættleiða barnið, sum er í uppskoti.
§ 47. Metir tann miðlandi felagskapurin, at barnið, ið er í uppskoti, ikki er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, sendir felagsskapurin greipingaruppskotið til Familjufyrisitingina.
Stk. 2. Tann miðlandi felagsskapurin sendir Familjufyrisitingini upplýsingarnar um barnið, ið eru móttiknar frá upprunalandinum hjá barninum, umframt ta barnasjúkulæknaligu metingina, sum felagsskapurin hevur gjørt.
Stk. 3. Familjufyrisitingin tekur støðu til barnið við atliti til góðkenningina hjá umsøkjaranum, og tekur støðu til, um ættleiðingartilgongdin kann halda fram. Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina, um barnið kann metast at vera fevnt av góðkenningini hjá umsøkjara.
Stk. 4. Um barnið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, og ættleiðingartilgongdin kann halda fram, boðar Familjufyrisitingin tí miðlandi felagsskapinum frá hesum. Hereftir biðir felagsskapurin umsøkjaran um at boða frá, um umsøkjarin ynskir at ættleiða barnið, ið er í uppskoti.
Stk. 5. Um barnið ikki er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, men onki annars er í vegin fyri, at ættleiðingartilgongdin kann halda fram, kunnar Familjufyrisitingin umsøkjaran um tað, og um møguleikan fyri at søkja um at víðka góðkenningina til at fevna um ítøkiliga barnið. Um umsøkjarin ynskir at søkja um, at góðkenningin verður víðkað til at fevna um ítøkiliga barnið, skal Familjufyrisitingin taka støðu til hesa umsókn. Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina, um góðkenningin skal víðkast til at fevna um ítøkiliga barnið ella ikki.
Stk. 6. Um upplýsingarnar í málinum, í sambandi við viðgerðina av ættleiðingarmálinum í upprunalandinum hjá barninum, geva orsøk til iva, verður málið lagt fyri Høvuðsmyndugleikan.
§ 48. Metir Høvuðsmyndugleikin, at barnið, sum er í uppskoti, ikki eyðsæð er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, sendir Høvuðsmyndugleikin málið til Familjufyrisitingina og kunnar felagsskapin um tað. § 47 verður nýtt samsvarandi í hesari støðu.
§ 49. Víkjast kann frá freistini fyri, nær umsøkjarin skal kunnast, sbr. § 47, stk. 5, í teimum førum, har tað er neyðugt, orsakað av einari freist, ið er ásett av upprunalandinum hjá barninum ella orsakað av serligum umstøðum.
§ 50. Tá ið myndugleikarnir í gevaralandinum ikki hava eitt barn upp í uppskoti til ein ítøkiligan umsøkjara, skjýtur tann miðlandi felagsskapurin barnið upp í uppskot til ein ítøkiligan umsøkjara. Eftir hetta tekur Familjufyrisitingin støðu til, um barnið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjara ella ikki, sbr. tó stk. 2. Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina, um, hvørt tað metir, at barnið er fevnt av góðkenningini ella ikki.
Stk. 2. Um tann miðlandi felagsskapurin hevur bjóðað barnið, ið er skotið upp í uppskoti til tann umsøkjaran við aldursviðkomandi góðkenning, ið stendur ovast á bíðilistanum, viðger Høvuðsmyndugleikin greipingaruppskotið, um so er, at barnið annars verður mett at verða fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum.
Stk. 3. §§ 46, 47 og 49 verða samsvarandi nýttar í sambandi við viðger av málum sbrt. stk. 1 og stk. 2.
§ 51. Tá ið tað mótvegis Familjufyrisitingini verður skotið eitt barn upp í uppskot frá einum øðrum landi til umsøkjaran, sbr. § 44, metir Familjufyrisitingin um barnið, ið er í uppskoti, er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, og um ættleiðingartilgongdin kann halda fram. Ættleiðingarsamráðið ger eitt tilmæli til Familjufyrisitingina, um barnið verður mett at vera fevnt av góðkenningini. Familjufyrisitingin kunnar umsøkjaran um metingina og sendir samstundis upplýsingarnar um barnið til umsøkjaran. § 47 verður nýtt samsvarandi.
§ 52. Familjufyrisitingin kann áseta eina rímiliga freist fyri, nær umsøkjarin skal boða frá sbrt. §§ 47, 50 ella 51.
Stk. 2. Sýtir ein umsøkjari at ættleiða eitt barn, ið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, ger Familjufyrisitingin av, eftir at hava fingið tilmælið frá Ættleiðingarsamráðnum, um góðkenningin hjá umsøkjaranum skal fella burtur ella ikki.
Stk. 3. Sýtir ein umsøkjari at ættleiða eitt barn, ið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, skal umsøkjarin skrivliga grundgeva fyri, hví umsøkjarin sýtir fyri at ættleiða barnið, sum er í uppskoti.
§ 53. Tá eitt barn verður skotið upp til ættleiðing, har ættleiðingin er fevnd av Haagersáttmálanum, og barnið er fevnt av góðkenningini hjá umsøkjaranum, sbrt. § 46 og § 50, stk. 2, og umsøkjarin ynskir at ættleiða barnið, ið er í uppskoti, er tað Høvuðsmyndugleikin, ið letur eina váttan samsvarandi grein 17 c í sáttmálanum til útlendska myndugleikan, um at ættleiðingartilgongdin kann halda fram.
Stk. 2. Í teimum førum, har greipingaruppskotið skal leggjast fyri Familjufyrisitingina, sbr. §§ 47, 50 og 51, er tað Familjufyrisitingin, ið letur grein 17 c váttanina sbrt. Haagersáttmálanum.
Stk. 3. Váttanin sbrt. stk. 2 verður latin á einum oyðublaði, ið Høvuðsmyndugleikin hevur góðkent.
§ 54. Familjufyrisitingin útvegar sær eina fullkomna revsiváttan um umsøkjaran, beint áðrenn barnið verður latið honum. Um barnið longu uppiheldur sær hjá umsøkjaranum, útvegar Familjufyrisitingin sær eina fullkomna revsiváttan, beint áðrenn ættleiðingarloyvið verður skrivað.
§ 55. Um málið gevur orsøk til iva um brot á § 36, stk. 1 í løgtingslógini, t.e. ólóglig ættleiðingarhjálp, skal málið leggjast fyri Høvuðsmyndugleikan.
Kapittul 7
Innanlands ættleiðing
Umbøn um leysgeving av barni til ættleiðing
§ 56. Familjufyrisitingin viðger mál í sambandi við leysgeving av einum barni, ið býr í Føroyum, til innanlands ættleiðing.
Stk. 2. Um upplýsingar eru, ið geva orsøk til iva um brot á § 36, stk. 1 í løgtingslógini, t.e. ólóglig ættleiðingarhjálp, leggur Familjufyrisitingin málið fyri landsstýrismannin.
§ 57. Fær ein barnaverndartænasta eina áheitan um sjálvbodna leysgeving av einum barni til innanlands ættleiðing, verða foreldrini vegleidd um møguleikan fyri at fáa stuðul sbrt. almennu lóggávuni, um tey lata vera við at burturættleiða barnið. Um ynski um burturættleiðing stendur við, verður málið sent Familjufyrisitingini skjótast gjørligt og í seinasta lagi, tá ið barnið verður føtt.
Stk. 2. Familjufyrisitingin vegleiðir foreldrini á sama hátt, ið nevnd eru í stk. 1, um barnaverndartænastan ikki longu hevur veitt vegleiðing.
Stk. 3. Standa foreldrini við ynski um burturættleiðing, syrgir Familjufyrisitingin fyri, at neyðugu kanningarnar av viðurskiftunum hjá barninum og foreldrunum verða framdar.
§ 58. Ein umsøkjari, ið býr uttan fyri danska ríkið í einum landi, sum hevur tikið undir við Haagersáttmálanum, kann venda sær til Familjufyrisitingina viðvíkjandi ættleiðing av einum barni, ið býr í Føroyum.
Stk. 2. Familjufyrisitingin leggur málið fyri landsstýrismannin.
Innanlands fremmandaættleiðing
§ 59. Tá ið eitt barn verður leysgivið til innanlands ættleiðing við ella uttan samtykki frá foreldrunum, sendir Familjufyrisitingin málið til Adoptionsnævnet. Um samtykki til burturættleiðing er latið við atliti til, at barnið skal ættleiðast av einum ávísum umsøkjara, viðger Familjufyrisitingin tó málið.
§ 60. Verður eitt barn skotið upp í uppskot av Adoptionsnævnet, sbrt. § 59, 1. pkt., velur Adoptionsnævnet millum teir umsøkjarar, hvørs mál eru send til Adoptionsnævnet, tann umsøkjaran, ið verður mettur at vera best skikkaður til at ættleiða tað ítøkiliga barnið.
Stk. 2. Um barnið, ið Adoptionsnævnet hevur skotið upp, ikki er fevnt av góðkenningarkarminum hjá umsøkjaranum og umsøkjarin hevur bústað í Føroyum, tekur Familjufyrisitingin støðu til, um ein umsókn um víðkan av góðkenningarkarminum til at fevna um barnið, ið er skotið upp, kann gangast á møti ella ikki.
§ 61. Familjufyrisitingin útvegar sær eina fullkomna revsiváttan um umsøkjarar, ið hava eina generella góðkenning, sbrt. § 18, stk. 1, nr. 2, beint áðrenn loyvið til ættleiðing verður skrivað. Somuleiðis útvegar Familjufyrisitingin sær eina fullkomna revsiváttan um umsøkjarar við einari ítøkiligari góðkenning, sbrt. § 18, stk. 1, nr. 1, beint áðrenn ættleiðingarloyvið verður skrivað.
§ 62. Tá ið Familjufyrisitingin, eftir tilmæli frá Ættleiðingarsamráðnum, góðkennir ein umsøkjara til innanlands ættleiðing av einum ítøkiligum barni, sbrt. § 18, stk. 1, nr. 1, skal málið fráboðast landsstýrismanninum.
Fráboðan av málum um ættleiðing uttan samtykki
§ 63. Familjufyrisitingin kunnar avvarðandi barnaverndartænastu, Høvuðsbarnaverndarnevndina og landsstýrismannin um avgerðir í málum, ið eru tikin upp sbrt. § 10, stk. 2 og § 11 í løgtingslógini.
Kapittul 8
Uppihaldsloyvi til útlendsk børn við atliti at ættleiðing
§ 64. Eitt barn, ið ikki er ríkisborgari í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra ella Svøríki kann ikki førast til Føroyar við atliti til ættleiðing, fyrr enn barnið hevur fingið uppihaldsloyvi.
Stk. 2. Er barnið føtt í Føroyum og var mamman, tá ið barnið varð føtt, ikki búsett í Føroyum, kann barnið ikki uppihalda sær í Føroyum uttan uppihaldsloyvi við atliti til ættleiðing, uttan so, at barnið er ríkisborgari í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra ella í Svøríki.
Kapittul 9
Ættleiðingarloyvi
§ 65. Familjufyrisitingin skrivar ættleiðingarloyvi á eitt góðkent oyðiblað. Familjufyrisitingin varðveitir eitt avrit av loyvinum.
Stk. 2. Tá ið Familjufyrisitingin skrivar eitt ættleiðingarloyvi, ið er fevnt av Haagersáttmálanum, skal Familjufyrisitingin vátta, at ættleiðingin er í samsvar við sáttmálan, sbr. § 23 í sáttmálanum. Váttanin skal skrivast á eitt oyðublað, ið Høvuðsmyndugleikin hevur góðkent og skal útflýggjast til ættleiðaran. Avrit av váttanini skal sendast til gevaralandið.
§ 66. Um ættleiðingin er framd við einari útlendskari ættleiðingaravgerð, ið verður viðurkend í Føroyum, sbr. § 32, stk. 1 í løgtingslógini, verður onki ættleiðingarloyvi útskrivað, men Familjufyrisitingin skal vátta skrivliga, at tann útlendska ættleiðingaravgerðin verður viðurkend í Føroyum.
§ 67. Familjufyrisitingin kunnar landsstýrismannin um ættleiðingarloyvini, sum eru skrivað út og um tær útlendsku ættleiðingaravgerðirnar, ið verða viðurkendar sbrt. § 32, stk. 2 í løgtingslógini.
§ 68. Um barnið fær danskan ríkisborgararætt við ættleiðingini, skal hetta viðmerkjast í loyvinum ella í váttanini sbrt. § 66.
§ 69. Familjufyrisitingin skal boða niðanfyri standandi frá um ættleiðingina:
1) sóknarprestinum, ið førir kirkjubókina í tí sóknini, har barnið býr, og
2) Landsfólkayvirlitinum.
Stk. 2. Um umstøðurnar tala fyri tí, skal fráboðan harumframt latast niðanfyri standandi:
1) Teimum persónum, sum samtykki ella váttan er innheintað frá sbrt. §§ 7-8 og 14-15 í løgtingslógini, uttan so, at viðkomandi er samlivandi við umsøkjara, livir í hjúnabandi við umsøkjara, talan er um eina fremmandaættleiðing, ella at samtykki er latið til, at barnið verður ættleitt av tí, sum Adoptionævnet hevur tilnevnt.
2) Tí felagsskapi, ið hevur miðlað ættleiðingina.
3) Tí myndugleika, ið hevur givið barninum uppihaldsloyvi.
4) Økisbarnaverndartænastuni í tí kommunu, sum barnið býr.
5) Adoptionsnævnet, um so er, at Adoptionsnævnet hevur greipað barnið við umsøkjaran.
Stk. 3. Avrit av navnabrævi og føðibrævi hjá ættleiðarum og vígslubrævi, um ættleiðararnir eru giftir, skal leggjast við fráboðanini til sóknarprestin, ið førir kirkjubókina, sbr. stk. 1, nr. 1.
§ 70. Um barnagjald til at uppihalda barninum varð ásett, áðrenn ættleiðingin varð framd, skal Familjufyrisitingin syrgja fyri, at tað verður áteknað barnagjaldsskjalið, at ættleiðingin er framd, og at uppihaldsskyldan er fallin burtur.
Kapittul 10
Broyting av rættarvirknaðinum í sambandi við eldri ættleiðingar
§ 71. Umsókn, sbrt. § 45, stk. 2 í løgtingslógini, verður latin landstýrismanninum.
§ 72. Umsóknin skal undirskrivast persónliga av umsøkjara og skal innihalda upplýsingar, um sambandið millum barnið og upprunaforeldrini er varðveitt aftan á ættleiðingina.
Stk. 2. Niðanfyri nevnda skal sendast inn saman við umsóknini:
1) Frumættleiðingarloyvið ella, um tað er vorðið burtur og ikki er skrivað av tí danska Løgmálaráðnum, eitt váttað avrit av loyvinum.
2) Eina váttan frá foreldrunum um, at sambandið millum barnið og upprunaforeldrini er varðveitt aftan á ættleiðingina.
3) Samtykkið frá barninum til umsóknina.
4) Skjalprógv fyri andláti, um ein av ættleiðarunum er deyður.
5) Skalprógv fyri andláti, um annað av upprunaforeldrunum hjá barninum er deytt, og sambandið millum barnið og upprunaforeldrini varð varðveitt aftan á ættleiðingina.
Kapittul 11
Eftirlit og kæra
§ 73. Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum viðger kærur um avgerðir hjá Familjufyrisitingini, ið eru fevndar av § 41, stk. 1 og 2 í løgtingslógini. Kæra verður latin Familjufyrisitingini, ið sendir kæruna og skjølini í málinum til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.
Stk. 2. Kæra um avgerðir hjá Familjufyrisitingini um ættleiðing uttan samtykki sbrt. §§ 10 og 11 í løgtingslógini, kann leggjast fyri Føroya Rætt sbr. § 12 í løgtingslógini.
§ 74. Avgerð, ið er kærd sbrt. § 73, stk. 1, kann Familjufyrisitingin taka uppaftur til viðgerðar, um:
1) kæran inniheldur eina umsókn, ið Familjufyrisitingin ikki hevur tikið støðu til,
2) kæran inniheldur munandi nýggjar upplýsingar,
3) munandi upplýsingar fyriliggja, ið Familjufyrisitingin ikki hevur tikið støðu til, ella
4) málsviðgerðarmistøk eru framd, ið hava týdning fyri avgerðina.
Stk. 2. Kærarin kann kæra til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum um avgerðina hjá Familjufyrisitingini um at taka málið uppaftur.
§ 75. Familjufyrisitingin og Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum, boða Høvuðsmyndugleikanum frá, um Familjufyrisitingin ella Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum gerast varug við viðurskifti í virkseminum hjá einum felagsskapi ið veitir ættleiðingarhjálp, ið kann geva orsøk til at umhugsa, at tiltøk eiga verða sett í verk mótvegis felagsskapinum.
Kapittul 12
Altjóða samstarv
§ 76. Ein og hvør myndugleiki ella felagsskapur, ið tekur lut í fremjan av ættleiðingarmálum, og sum kunnu staðfesta, at ein áseting í Haagersáttmálanum ikki er hildin, ella at stórur vandi er fyri, at hon ikki verður hildin, skal beinanvegin boða Høvuðsmyndugleikanum frá hesum.
Kapittul 13
Gildiskoma, skiftisreglur o.a.
§ 77. Henda kunngerð kemur í gildi 29. juli 2018.
Stk. 2. Bekendtgørelse nr. 1607 af 12. december 2016 om godkendelse for Færøerne som adoptant og bekendtgørelse nr. 287 af 26. marts 2007 om adoption fara úr gildi 29. juli 2018.
Stk. 3. Mál, ið eru fevnd av anordning nr. 1169 af 25. november 2006 om ikrafttræden for Færøerne om lov om adoption, og sum eru undir viðgerð hjá einum donskum myndugleika í Føroyum ella í Danmark tann 29. juli 2018, verða liðugt viðgjørd av føroyskum myndugleikum. Tó kann ein danskur myndugleiki í Føroyum ella í Danmark gera av at viðgera eitt mál liðugt, um tað ítøkiliga verður mett at verða óskynsamt fyri umsøkjaran, at málið verður liðugt viðgjørt av teimum føroysku myndugleikunum, um málið hevur serliga nógvan skund, ella um málið er nærum við at verða liðugt viðgjørt, at avhending av málinum til føroyskar myndugleikar hevur við sær eina óneyðuga seinkan av málinum.
Stk. 4. Umsókn um góðkenning sum ættleiðari, ið er latin inn áðrenn tann 29. juli 2018, og sum verður liðugt viðgjørd av føroyskum myndugleikum, sbr. stk. 3, verður viðgjørd sbrt. ásetingunum í bekendtgørelse nr. 1607 af 12. december 2016 om godkendelse som adoptant og bekendtgørelse nr. 287 af 26. marts 2007 om adoption. Ásetingarnar í hesari kunngerð verða tó nýttar, um umsøkjarin harvið fær eina betri rættarstøðu.
Stk. 5. Umsókn um ættleiðing, ið er latin inn áðrenn tann 29. juli 2018 av einum umsøkjara, ið hevur ein samliva, og sum verður liðugt viðgjørd av føroyskum myndugleikum, sbr. stk. 3, verður viðgjørd sbrt. ásetingunum í bekendtgørelse nr. 1607 af 12. december 2016 om godkendelse som adoptant og bekendtgørelse nr. 287 af 26. marts 2007 om adoption.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 25. juli 2018
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)