28. november 2016Nr. 118
Kunngerð um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin)
(Klipp fyri medisinskar viðgerðir)
§ 1
Í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski verða gjørdar hesar broytingar:
Skjal 1 til kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 28. november 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)
Skjal 1
Í skjali 1, Bólking av alibrúkum, 4. reglubrot, 3. pkt. verður “0,25 klipp” broytt til: “0,5 klipp”.