Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 11-08-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 119 frá 10. august 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

10. august 2017Nr. 119

Kunngerð um broyting í kunngerð um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar

(Hjáveiða av toski og hýsu fram til 7. september 2017)

§ 1

Í kunngerð nr. 65 frá 3. juni 2010 um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar, sum broytt við kunngerð nr. 43 frá 24. mai 2011, kunngerð nr. 70 frá 30. mai 2013, kunngerð nr. 104 frá 2. august 2013 og kunn­gerð nr. 24 frá 9. apríl 2014, verður § 5, stk. 2 orðað soleiðis:

Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann hjáveiðan av toski og hýsu fyri hvønn túr í tíðarskeiðinum fram til 7. september 2017 vera upp til 50% tilsamans av vektini av veiðinøgdini av samlaðu veiðuni.”

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fiskimálaráðið, 10. august 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)