Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 09-02-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 12 frá 7. februar 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

7. februar 2018Nr. 12

Kunngerð um broyting í kunngerð um krøv til skattliga ársroknskapin

(Inngangur broyttur og heimild at áleggja sekt)

§ 1

Í kunngerð nr. 147 frá 18. desember 2015 um krøv til skattliga ársroknskapin verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.     Inngangurin verður orðaður soleiðis:

“Við heimild í § 103, stk. 1 og § 149 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 191 frá 28. desember 1992, løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013 verður ásett:”.

 

2.    Aftan á § 5 verður sett:

§ 5 a. Brot á §§ 2 og 4 verður revsað við sekt.”

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 7. februar 2018

 

Kristina Háfoss (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)