Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 22-08-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 121 frá 18. august 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. august 2017Nr. 121

Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul

(Broyta ásetingina um skúlagjaldsstuðulin til lesandi í Norðurlondum og stuðul til aspirantskipanina)

§ 1

Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 2. juli 2013, kunngerð nr. 91 frá 29. august 2014 og kunngerð nr. 83 frá 16. august 2016 verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Inngangurin verður orðaður soleiðis:

“Við heimild í § 2, stk. 3, § 4, stk. 3, § 5, stk. 2, § 7, stk. 5, § 8 a, stk. 3, § 9, stk. 2, § 12, stk. 5, § 16, § 20, stk. 5 og § 22, stk. 4 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 29. mai 2017, verður ásett:”

 

2.    Í § 1, stk. 1 verður “skiparaaspirantur” broytt til: “aspirantur”.

 

3.    Í § 4 verður stk. 5 strikað.

Stk. 6 verður eftir hetta stk. 5.

 

4.    § 14, stk. 2 verður orðað soleiðis :

Stk. 2. Studni veitir bert stuðul til livikostnað í Norðurlondum í serstøkum førum sbrt. § 5 í løgtingslógini, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur, og tá SU ikki veitir stuðul. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í norðurlandinum, har tann lesandi lesur, og lestrarstuðulsstovnurin í norðurlandinum veitir stuðul til livikostnað til teirra borgarar.”

 

5.    § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Studni veitir bert stuðul til skúlagjald í Norðurlondum í serstøkum førum sbrt. §§ 5 og 13 stk. 3 í løgtingslógini, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur, og tá SU ikki veitir stuðul. Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna, og kann í ávísum førum veitast, hóast SU partvís veitir stuðul. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í norðurlandinum, har tann lesandi lesur, og lestrarstuðulsstovnurin í norðurlandinum veitir stuðul til skúlagjald til teirra borgarar.”

 

6.    Í § 14 verður sum stk. 4 sett:

Stk. 4. Studni kann í serligum førum eftir at hava ráðført seg við Ráðgevandi nevndina hjá Studna gera undantøk frá ásetingum í hesi grein.”

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virkna frá 1. august 2017.

 

 

Mentamálaráðið, 18. august 2017

 

Rigmor Dam (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)