Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 24-08-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 123 frá 22. august 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

22. august 2018Nr. 123

Kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Við heimild í § 31, stk. 1, § 39, § 49, stk. 6, § 54, nr. 6, § 56, § 57, stk. 1, § 62 b, nr. 7 og § 66 í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 40 frá 13. mai 2013, verður ásett:

Endamál og allýsingar

§ 1. Endamálið við hesi kunngerð er at tryggja, at einans fyritøkur og einstaklingar við neyðuga fakliga førleikanum útinna løggilt arbeiði mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Stk. 2. Løggilding sambært hesi kunngerð merkir: Ein eftir umsókn givin formlig góðkenning frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sambært hesi kunngerð til at útinna arbeiði á einum løggildingarøki, ið er nevnt í skjølunum 2-9. Arbeiði fevnt av einum løggildingarøki í skjølunum 2-9 má ikki útinnast, uttan at nevnda løggilding fyriliggur.

Stk. 3. Løggilt arbeiði sambært hesi kunngerð merkir: Við ábyrgd mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at seta upp, royna, kanna, umvæla, góðkenna og hava eftirlit við útgerð samsvarandi givnu løggildingini og teirri til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu, vegleiðingum og mannagongdum á økinum.

Løggildingarlistin

§ 2. Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger ein løggildingarlista yvir tær fyritøkur og einstaklingar, sum eru heimilað at fremja løggilt arbeiði sambært hesi kunngerð. Løggildingarlistin verður almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, www.arb.fo.

Undantøk

§ 3. Einans Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann veita heimilaði undantøk frá lógarásettum tekniskum krøvum og góðkenna aðra útgerð o.a., enn ásett í avvarðandi lóggávu.

Skyldur hins løggilda

§ 4. Tann løggildi hevur skyldu til at seta seg gjølla inn í løggilta arbeiðið, eins og hann støðugt skal halda seg væl kunnaðan við teirri til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu, vegleiðingar, mannagongdir og teknisku menningina innan løggilta arbeiðsøkið.

Stk. 2. Tann løggildi skal hava egnar skrivligar mannagongdir fyri útinnan av løggilta arbeiðsøkinum, soleiðis at tað altíð kann skjalprógvast og tryggjast, at arbeiðið verður útint samsvarandi ásettu krøvunum fyri avvarðandi arbeiðsøki.

Stk. 3. Tað áliggur tí løggilda at tryggja sær, at starvsfólk, sum hansara vegna útinna løggilt arbeiði, lúka settu útbúgvingarkrøvini og førleikakrøvini.

Stk. 4. Tann løggildi hevur skyldu til at halda allar viðkomandi ásetingar í arbeiðsumhvørvislóggávuni.

Umsókn um løggilding

§ 5. Umsókn um løggilding skal skrivliga latast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum á umsóknarblaði, ið er góðkent av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Stk. 2. Við umsóknini skal fylgja skjalprógv fyri teimum í skjølunum 2-9 nevndu útbúgvingarkrøvum og førleikakrøvum á økinum, sum søkt verður um løggilding til, umframt upplýsingar um tey amboð og tól, sum umsøkjarin hevur til tess at útinna løggilta arbeiðið.

Stk. 3. Sum liður í viðgerðini av eini umsókn um løggilding kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið fara á eftirlitsvitjan hjá umsøkjaranum. Sama er galdandi í sambandi við umsókn um endurnýggjan av løggilding sambært § 7.

Løggildingarbrævið

§ 6. Lýkur umsøkjari treytirnar fyri løggilding, skrivar Arbeiðs- og brunaeftirlitið honum formligt løggildingarbræv í tveimum eintøkum, harav tað eina er eitt uppslag, ið skal hangast upp á einum sjónligum staði á fasta arbeiðsstaði ella verkstaði hins løggilda. Harumframt verður løggildingin almannakunngjørd á tí í § 2 nevnda løggildingarlista á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Stk. 2. Løggildingarbrævið skal eftir áheitan vísast fram fyri kundum ella øðrum viðkomandi persóni ella myndugleika.

Gildistíð og endurnýggjan

§ 7. Ein løggilding er galdandi í 5 ár at rokna frá dagfestingini á løggildingarbrævinum, men kann eftir skrivligari umsókn verða endurnýggjað av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í eitt nýtt 5 ára skeið.

Stk. 2. Tann løggildi skal í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn verandi løggilding gongur út skrivliga søkja Arbeiðs- og brunaeftirlitið um endurnýggjan av løggildingini. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann í sambandi við umsókn um endurnýggjan krevja skjalprógv fyri møguligum eftirútbúgvingum/skeiðum og arbeiðsroyndum, síðani seinasta løggilding varð givin. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann treyta eina endurnýggjan av, at umsøkjarin útvegar sær nýggjari tól og útgerð til tess at fremja løggilta arbeiðið.

Stk. 3. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann í serligum førum áseta gildistíðina á løggildingini styttri enn 5 ár.

Afturtøka av løggildingini

§ 8. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka løggildingina aftur, um tann løggildi misrøkir treytirnar fyri løggildingini, t.d. ikki ger løggilta arbeiðið til lítar ella ikki útvegar sær tey amboð, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið metir neyðug fyri at útinna løggilta arbeiðið. Løggildingin verður eisini tikin aftur, um ein løggilt fyritøka ikki longur hevur fólk í starvi við kravdu førleikunum til at røkja løggilta arbeiðið.

Striking av løggildingarlistanum

§ 9. Tá ið 5 ára løggildingartíðarskeiðið er runnið, uttan at søkt er um endurnýggjan, verður tann løggildi uttan aðra ávaring strikaður av løggildingarlistanum, og kann hann eftir hetta ikki longur gera løggilt arbeiði við ábyrgd mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Sama er galdandi, um løggildingin verður tikin aftur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sambært § 8.

Fráboðanarskylda og eftirlit

§ 10. Tað áliggur tí løggilda at lata Arbeiðs- og brunaeftirlitinum avrit av úrslitinum av kanningum, royndum, loyvum o.ø. í sambandi við løggilt arbeiðið, og annars eftir áheitan at lata Arbeiðs- og brunaeftirlitinum allar neyðugar upplýsingar viðvíkjandi løggilta arbeiðinum.

Stk. 2. Tann løggildi, eins og møguligi arbeiðsgevari hansara, hava skyldu til beinanvegin og skrivliga at boða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá øllum broytingum av týdningi fyri løggildingina, t.d. um givist verður við løggilta arbeiðinum, ella um broytingar henda í starvsfólkaviðurskiftunum hjá einum arbeiðsgevara, sum hevur eitt sambært hesi kunngerð løggilt starvsfólk í arbeiði. Somuleiðis hevur tann løggildi skyldu til at boða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá navnabroytingum og bústaðarbroytingum hins løggilda.

§ 11. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann til eina og hvørja tíð fremja eftirlit við tí løggilda og møguliga arbeiðsgevara hansara, undir hesum at eftirkanna útint arbeiði og sýna verkstað, arbeiðsamboð og skjøl, sum viðvíkja løggilta arbeiðinum.

Gjald fyri løggilding

§ 12. Fyri løggilding sambært hesi kunngerð rindar tann løggildi eitt árligt gjald til Arbeiðs- og brunaeftirlitið sambært kunngerð um gjøld fyri løggildingar, ávís eftirlit og loyvisbrøv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Stk. 2. Verður gjaldið ikki goldið rættstundis, verður løggildingin sett úr gildi, og løggildingarlistin rættaður samsvarandi.

Gjøld fyri løggilt arbeiði

§ 13. Tað er heimilað tí løggilda at krevja gjald fyri løggilt arbeiði.

Kæra

§ 14. Sambært § 63 í løgtingslógini kunnu avgerðir, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið tekur sambært hesi kunngerð, kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur frá tí degi, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Vinnukærunevndin ger av, um kæran skal hava steðgandi virknað.

Revsing

§ 15. Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í §§ 2-4 og § 10 í hesi kunngerð.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Løggildingar, sum framvegis eru galdandi, tá ið hendan kunngerð kemur í gildi, varðveita sína gildistíð, tó í mesta lagi upp til 5 ár, men verða bara endurnýggjaðar samsvarandi krøvunum í hesi kunngerð.

Stk. 3. Samstundis, sum henda kunngerð fær gildi, fara úr gildi kunngerð nr. 120 frá 21. november 2005 um ymsar eftirlitsuppgávur v.m., sum Arbeiðseftirlitið útinnir, reglugerð R-C003-2 frá Arbeiðseftirlitinum um 10-ára høvuðskanningar í sambandi við lyftiútgerð og spøl (kranar), reglugerð R-C003-3 frá Arbeiðseftirlitinum um góðkenning av virki, at kanna og umvæla kranar, í sambandi við 12 mánaðarkanningar, reglugerð R-C003-4 frá Arbeiðseftirlitinum um góðkenning av virki, at kanna og umvæla kranar í sambandi við 10 ára høvuðskanning, reglugerð R-C009-1 frá Arbeiðseftirlitinum um flytbarar persónlyftarar við arbeiðskurv, reglugerð R-C009-2 frá Arbeiðseftirlitinum um góðkenning av virki, at kanna og umvæla persónlyftarar, reglugerð R-C013-1 frá Arbeiðseftirlitinum um billyftarar, reglugerð R-C013-2 frá Arbeiðeftirlitinum um góðkenning av virki, at kanna og umvæla billyftarar, reglugerð R-B003-1 frá Arbeiðseftirlitinum um innrætting av fjarstýring til tøknilig hjálpartól og reglugerð R-D008-2 frá Arbeiðseftirlitinum um loyvisbræv sum kølimontørur.

 

 

Samferðslumálaráðið, 22. august 2018

 

Henrik Old (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

Yvirlit yvir skjøl

 

 

Skjal 2

Løggildingarøki nr. 1: Løggilding at kanna og umvæla billyftarar.

 

Skjal 3

Løggildingarøki nr. 2: Løggilding at útinna 12 mánaðarkanningar og umvælingararbeiði av gaffiltrukkum.

 

Skjal 4

Løggildingarøki nr. 3: Løggilding at kanna og umvæla kranar í sambandi við 12 mánaðarkanningar.

 

Skjal 5

Løggildingarøki nr. 4: Løggilding at kanna og umvæla kranar í sambandi við 10 ára høvuðskanning.

 

Skjal 6

Løggildingarøki nr. 5: Løggilding at útinna 12 mánaðarkanningar og umvælingararbeiði av persónlyftarum.

 

Skjal 7

Løggildingarøki nr. 6: Løggilding sum serkønt virki til høvuðseftirlit av trygdarútgerð og kontrolútgerð.

 

Skjal 8

Løggildingarøki nr. 7: Løggilding sum serkønur kølimontørur og serkønt virki innan køliveiting.

 

Skjal 9

Løggildingarøki nr. 8: Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit, uppseting og viðlíkahald av lyftum o.ø.

 

 

 

Skjal 2

 

Løggildingarøki nr. 1: Løggilding at kanna og umvæla billyftarar sambært bekendtgørelse nr. 1109 af 15. december 1992 om anvendelse af tekniske hjælpemidler, sum sett í gildi við kunngerð nr. 79 frá 17. august 1999

 

 

Umframt yvirskipaðu krøvini í bekendtgørelse nr. 1109 af 15. december 1992 om anvendelse af tekniske hjælpemidler, sum broytt við bekendtgørelse nr. 670 af 7. august 1995, skal virkið lúka niðanfyri standandi serkrøv fyri løggildingarøkið.

 

12 mánaðarkanningin skal í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum serkrøvum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Løggildingartreytir

 

1)   Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við arbeiði at eftirkanna og viðlíkahalda billyftarar.

1)             

2)   Virkið skal skjalprógva innlit í bygningshátt og virkishátt á billyftarum.

2)             

3)   Virkið skal skjalprógva innlit í tekniskar konstruktiónsreglur og roknireglur.

3)             

4)   Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.

4)             

5)   Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta serliga byrðaði økir á billyftarum.

5)             

6)   Virkið skal kenna galdandi reglur á økinum og skal eftir kanning og møguliga umvæling hava førleika til at ávísa møguligar treytir fyri framhaldandi nýtslu av útgerðini.

 

 

 

 

Skjal 3

 

Løggildingarøki nr. 2: Løggilding at útinna 12 mánaðarkanningar og umvælingararbeiði av gaffiltrukkum sambært bekendtgørelse nr. 1109 af 15. december 1992 om anvendelse af tekniske hjælpemidler, sum sett í gildi við kunngerð nr. 79 frá 17. august 1999

 

 

Umframt yvirskipaðu krøvini í bekendtgørelse nr. 1109 af 15. december 1992 om anvendelse af tekniske hjælpemidler, sum broytt við bekendtgørelse nr. 670 af 7. august 1995, skal virkið lúka niðanfyri standandi serkrøv fyri løggildingarøkið.

 

12 mánaðarkanningin skal í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Løggildingartreytir

      6)             

1)   Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við arbeiði at eftirkanna og viðlíkahalda gaffiltrukkar.

7)             

2)   Virkið skal skjalprógva innlit í bygningshátt og virkishátt á gaffiltrukkum.

8)             

3)   Virkið skal skjalprógva innlit í tekniskar konstruktiónsreglur og roknireglur.

9)             

4)   Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.

10)             

5)   Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta serliga byrðaði økir á gaffiltrukkum.

11)             

6)   Virkið skal kenna galdandi reglur á økinum og skal eftir kanning og møguliga umvæling hava førleika til at ávísa møguligar treytir fyri framhaldandi nýtslu av útgerðini.

 

 

 

Skjal 4

 

Løggildingarøki nr. 3: Løggilding at kanna og umvæla kranar í sambandi við 12 mánaðarkanningar sambært kunngerð nr. 128 frá 4. september 1995 um lyftiútgerð og spøl (kranar)

 

 

Umframt yvirskipaðu krøvini í kunngerð nr. 128 frá 4. september 1995 um lyftiútgerð og spøl (kranar) skal virkið lúka niðanfyri standandi serkrøv fyri løggildingarøkið.

 

12 mánaðarkanningin skal í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Løggildingartreytir

  12)             

1)   Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við arbeiði at eftirkanna og viðlíkahalda kranar.

13)             

2)   Virkið skal skjalprógva innlit í bygningshátt og virkishátt á kranum.

14)             

3)   Virkið skal skjalprógva innlit í tekniskar konstruktiónsreglur og roknireglur.

15)             

4)   Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.

16)             

5)   Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta serliga byrðaði økir á krananum.

17)             

6)   Virkið skal kenna galdandi reglur á økinum og skal eftir kanning og møguliga umvæling hava førleika til at ávísa møguligar treytir fyri framhaldandi nýtslu av útgerðini.

 

 

 

Skjal 5

 

Løggildingarøki nr. 4: Løggilding at kanna og umvæla kranar í sambandi við 10 ára høvuðskanning sambært kunngerð nr. 128 frá 4. september 1995 um lyftiútgerð og spøl (kranar)

 

 

Umframt yvirskipaðu krøvini í kunngerð nr. 128 frá 4. september 1995 um lyftiútgerð og spøl (kranar) skal virkið lúka niðanfyri standandi serkrøv fyri løggildingarøkið.

 

10 ára kanningin skal í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Løggildingartreytir

 

1)   Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við arbeiði at eftirkanna og viðlíkahalda kranar.

18)             

2)   Virkið skal skjalprógva innlit í bygningshátt og virkishátt á kranum.

19)             

3)   Virkið skal skjalprógva innlit í tekniskar konstruktións- og roknireglur.

20)             

4)   Virkið skal skjalprógva innlit í at rokna styrki av berandi konstruktiónum.

21)             

5)   Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.

22)             

6)   Virkið skal hava útgerð, royndir og førleikar til at gera NDT kanningar (Non Destructive Testing), ið ikki eru til skaða fyri kranan. Kann virkið ikki sjálvt fremja hesar kanningar, skal virkið hava skrivliga samstarvsavtalu við annan skikkaðan veitara.

23)             

7)   Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta serliga byrjaði økir á krananum.

24)             

8)   Virkið skal kenna galdandi reglur á økinum og skal eftir kanning og møguliga umvæling hava førleika til at ávísa møguligar treytir fyri framhaldandi nýtslu av útgerðini.

 

 

 

Skjal 6

 

Løggildingarøki nr. 5: Løggilding at útinna 12 mánaðarkanningar og umvælingararbeiði av persónlyftarum sambært bekendtgørelse nr. 1109 af 15. december 1992 om anvendelse af tekniske hjælpemidler, sum sett í gildi við kunngerð nr. 79 frá 17. august 1999

 

 

Umframt yvirskipaðu krøvini í bekendtgørelse nr. 1109 af 15. december 1992 om anvendelse af tekniske hjælpemidler, sum broytt við bekendtgørelse nr. 670 af 7. august 1995, skal virkið lúka niðanfyri standandi serkrøv fyri løggildingarøkið.

 

12 mánaðarkanningin skal í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Løggildingartreytir

  25)             

1)   Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við arbeiði at eftirkanna og viðlíkahalda persónlyftarar.

26)             

2)   Virkið skal skjalprógva innlit í bygningshátt og virkishátt á persónlyftarum.

27)             

3)   Virkið skal skjalprógva innlit í tekniskar konstruktiónsreglur og roknireglur.

28)             

4)   Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.

29)             

5)   Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta serliga byrðaði økir á persónlyftarum.

30)             

6)   Virkið skal kenna galdandi reglur á økinum og skal eftir kanning og møguliga umvæling hava førleika til at ávísa møguligar treytir fyri framhaldandi nýtslu av útgerðini.

 

 

 

Skjal 7

 

Løggildingarøki nr. 6: Løggilding sum serkønt virki til høvuðseftirlit av trygdarútgerð og kontrolútgerð sambært kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði

 

 

Umframt yvirskipaðu krøvini í kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði skal virkið lúka niðanfyri standandi serkrøv fyri løggildingarøkið.

 

Kanningarnar skulu í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Løggildingartreytir

  31)             

1)   Virkið skal hava fólk atknýtt við neyðugari vitan, førleikum, útbúgving og royndum við arbeiði at gera høvuðseftirlit av trygdarútgerð og kontrolútgerð.

32)             

2)   Virkið skal hava innlit í reglur og standardir fyri dampketilskipanir undir støðugum eftirliti, harundir elektriskar skipanir.

33)             

3)   Virkið skal skjalprógva innlit í tekniskar konstruktiónsreglur og roknireglur.

34)             

4)   Virkið skal ráða yvir neyðugari útgerð.

35)             

5)   Virkið skal hava vitan um, hvørjar kanningar og royndir skulu gerast, og skal kunna staðfesta serliga byrðaði økir á trygdarútgerð og kontrolútgerð.

36)             

6)   Virkið skal kenna galdandi reglur á økinum og skal eftir kanning og møguliga umvæling hava førleika til at ávísa møguligar treytir fyri framhaldandi nýtslu av útgerðini.

 

 

 

Skjal 8

 

Løggildingarøki nr. 7: Løggilding sum serkønur kølimontørur og serkønt virki innan kuldaveiting sambært kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði

 

 

Umframt yvirskipaðu krøvini í kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði skal virkið lúka niðanfyri standandi serkrøv fyri løggildingarøkið.

 

Virksemið skal í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Løggildingartreytir

 

Løggilding sum serkønt virki innan køliveiting: Løggilding sum serkønt virki innan køliveiting verður givin til virkir, sum:

1)   hava eitt ella fleiri starvsfólk, ið hava viðkomandi kølimontør løggilding sambært hesi kunngerð, og

2)   ráða yvir neyðugari útgerð.

 

Hvørjar skipanir, virkini kunnu arbeiða við, er tengt at løggildingunum hjá montørunum, ið starvast hjá fyritøkuni.

 

Løggilding sum kølimontørur

Løggilding sum kølimontørur er býtt í hesar flokkar:

1)   Løggilding A: Skipanir við meira enn 2,5 kg og minni enn 50 kg av kølievni í bólki 2.

2)   Løggilding B: Skipanir við meira enn 2,5 kg av kølievni í bólki 2.

3)   Løggilding C: Skipanir við meira enn 2,5 kg av kølievni og minni enn 50 kg av kølievni, óansæð slag av kølievni.

4)   Løggilding D: Skipanir við meira enn 2,5 kg av kølievni, óansæð slag av kølievni.

5)   Løggilding E: Staðbundin løggilding til skipanir í bólkunum A, B, C og D, har montørurin er í starvi á fyritøkuni, ið eigur skipanina.

 

Løggilding til flokk B er eisini galdandi fyri flokk A.

Løggilding til flokk C er eisini galdandi fyri flokk A og B.

Løggilding til flokk D er eisini galdandi fyri flokk A, B og C.

 

 

Løggilding sum kølimontørur í flokkunum A, B, C, D og E verður givin til umsøkjara, sum:

1)   er fyltur 18 ár,

2)   hevur neyðuga útbúgving, og

3)   hevur neyðugar førleikar.

  37)             

Við “neyðuga útbúgving” sambært nr. 2 meinast, at viðkomandi hevur tikið eina viðkomandi longri útbúgving og hevur útbúgvingarprógv frá hesi. Talan kann antin vera um eina sjálvstøðuga útbúgving, t.d. sveinaútbúgving sum køliteknikari, maskinmeistari, verkfrøðingur o.a. Nøktandi útbúgving er eisini handverkaraútbúgving, t.d. elektrikari, maskinsmiður, maskinistur o.a., við einum viðkomandi ískoyti innan kølitøki.

Við “neyðugar førleikar” sambært nr. 3 meinast, at viðkomandi sum liður í síni útbúgving, skeiðum ella arbeiðsroyndum hevur fingið niðanfyristandandi vitan og førleikar:

 

1)   Kennir til kølitøkni, m.a.:

a)  bygnað og funktión hjá køliskipanum o.ø.,

b)  stýring og automatik í køliskipanum o.ø.,

c)  at gera einfaldar termiskar útrokningar, og

d) val av kølievni.

2)   Kennir til at skoyta og montera koparrør.

3)   Kann framleiða eina tætta rørskipan á ein handverksliga rættan hátt.

4)   Kennir til bygnaðin av einføldum relestýringum.

5)   Kennir til montering og rakstur av køliskipanum o.ø.

6)   Kann velja rættar komponentar og gera neyðugu skjalfestingina.

7)   Hevur verkligan kunnleika til, hvussu ítøkiliga slagið av kuldaskipan verður uppbygt o.a., og hvussu hendan verður handað rakstrarklár við neyðugum skjølum.

8)   Kann finna feilir, kann rætta feilir og kann taka niður kuldaskipanir o.a.

9)   Sjálvstøðugt kann fremja lekaroynd, samstundis sum gáað verður eftir rýmingarmannagongdum og við vitan um alarmskipanir.

10) Kennir til lóggávu, standardir og fakliga siðvenju, ið er galdandi fyri kuldaskipanir o.a.

11) Kann greiða frá mannagongdini, umhvørvisreglum og trygdarreglum, áðrenn kølievni verður áfylt í skipanina.

12) Kann áfylla kølievni og onnur evnir í røttum nøgdum í samsvari við galdandi ásetingar.

13) Kennir til uppdeilingina av kølievnum í bólkar (bólk 1 og 2), hvørji árin hesi hava á umhvørvið og líknandi umhvørvisásetingar.

14) Kann gera kanning av skipanum, áðrenn tær verða settar í verk.

15) Kennir til lekakanningar.

16) Kann gera lekakanningar.

17) Kann handfara skipanir á ein umhvørvisvinarligan hátt í sambandi við uppseting, viðlíkahald, tænastueftirlit og endurnýtslu.

18) Kann uppseta, seta í verk og viðlíkahalda/gera tænastueftirlit við skrúvu-/stempulkompressarum, luft- og vatn kølandi kondensatorar, fordamparar, termostatiskar ekspansiónsventilar (TEV) og aðrar komponentar.

19) Dugir at leggja til rættis og stýra uppseting av rørum á kuldaskipanum o.ø. út frá fyriliggjandi ætlanum, umframt dugir at finna møguligar feilir og manglar á viðkomandi ætlanum.

20) Sjálvstøðugt kann seta í verk og stilla skipanina til ásettu rakstrarparametrini, m.a. dugir at nýta KT tól til stilling og eftirlit við kompressarum og stýring av fordamparum.

21) Kann leggja til rættis og fremja niðurtøku av kuldaskipanum o.ø. á ein slíkan hátt, at handfaring og burturbeining av kølievnunum fer fram eftir galdandi ásetingum.

22) Sjálvstøðugt kann kontrollera og eftirmeta trygdarfyriskipanir.

23) Kann vegleiða eigaran ella ábyrgdarhavandi brúkaran um, hvussu kuldaskipanin verður nýtt og viðlíkahildin o.a. á ein rættan og tryggan hátt.

 

Eru førleikarnir fingnir sum liður í arbeiði við køliskipanum o.tíl. skal umsøkjarin kunna skjalfesta, at hann innan fyri seinastu 10 árini hevur arbeitt í meira enn 2 ár við køliskipanum, ið innihalda meira enn 2.5 kg av kølievni, og hevur neyðuga vitan um galdandi reglur og heilsukrøv og umhvørviskrøv.

 

Tá talan er um skipanir í flokkunum C og D, skal viðkomandi harumframt:

1)   kenna til rakstur av ammoniakkskipanum,

2)   hava skjalfest eitt tíðarskeið á minst 6 mánaðir við starvsvenjing, har viðkomandi hevur arbeitt upp á køliskipanir o.a., ið innihalda meira enn 2.5 kg og minni enn 50 kg kølievni í bólki 1 fyri køliskipanir í bólki C,

3)   hava skjalfest eitt tíðarskeið á minst 6 mánaðir við starvsvenjing, har viðkomandi hevur arbeitt upp á køliskipanir o.a., ið innihalda 50 kg ella meira kølievni í bólki 1 fyri køliskipanir í flokki D, og

4)   kenna reglurnar, ið eru galdandi fyri umvæling og inntriv í køliskipanir o.a., ið innihalda ammoniakk, isobutan og líknandi.

 

 

 

Skjal 9

 

Løggildingarøki nr. 8: Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit, uppseting og viðlíkahald av lyftum o.ø. sambært kunngerð um uppseting og nýtslu av lyftum o.ø.

 

 

Umframt yvirskipaðu krøvini í kunngerð um uppseting og nýtslu av lyftum o.ø. skal virkið lúka niðanfyri standandi serkrøv fyri løggildingarøkið.

 

Eftirlitini skulu í minsta lagi fara fram sambært viðkomandi vegleiðing frá framleiðaranum, umframt møguligum servegleiðingum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

 

Løggildingartreytir

 

Løggilding sum serkønt virki innan eftirlit, uppseting og viðlíkahald av lyftum o.ø. verður givin til virkir, sum:

1)   hava starvsfólk við viðkomandi neyðugum førleikum og útbúgving,

2)   nýta neyðugar standardir og vegleiðingar til viðlíkahald,

3)   hava neyðuga vitan um arbeiðsumhvørvislóggávuna og viðkomandi viðurkendar normar, standardir o.a., ið eru viðkomandi fyri tey sløg av lyftum, sum virkið arbeiðir við,

4)   kunnu prógva, at starvsfólkini leypandi verða kunnaði og vegleidd um viðkomandi kunngerðir, vegleiðingar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, normar, standardir og vegleiðingar um viðlíkahald frá framleiðaranum, og sum

5)   ráða yvir neyðugari útgerð, m.a. mátiútgerð til at kunna eftirkanna og finna brek á mekaniskum ella hydrauliskum lyftuskipanum (elevatorskipanum), umframt elektriskum og elektroniskum stýrisskipanum, ið kunnu forritast.

 

Virkið skal nýta serkøn skikkaði fólk til at gera el-installatiónirnar á lyftuskipanini í samsvari við lóggávuna um el-inlegging.

 

Eftirlitsarbeiði, viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði á lyftur o.a. má bert gerast av starvsfólkum við neyðugum førleikum. Við neyðugar førleikar meinast, at starvsfólkini hava tikið eina neyðuga útbúgving og hava útbúgvingarprógv frá hesi. Talan kann antin vera um eina sjálvstøðuga útbúgving, t.d. maskinmeistari, ella sum eitt viðkomandi ískoyti til eina handverkaraútbúgving, t.d. elektrikari, maskinsmiður o.a.

 

Viðkomandi starvsfólk skulu:

1)   kunna lesa og nýta teknisku skjølini, sum hoyra til lyftuskipanina o.a., t.d. el-diagramm, konstruktiónstekningar, leiðbeining frá framleiðara, og kunna stýra elektrisku og mekanisku uppbyggingini sambært hesum skjølum,

2)   kunna finna feilir og gera minni broytingar í talgildu stýrisskipanum og kunna finna og bøta um mest vanligu feilirnar í teimum elektronisku motorstýringunum, sum verða nýttar í lyftuútbúnaði,

3)   kunna útskifta og stilla trygdarútgerð,

4)   miðvíst kunna finna og bøta um feilir á elektriskum, elektroniskum, mekaniskum og hydrauliskum komponentum og útgerð o.ø., sum verður nýtt á lyftum o.ø., m.a. nýta viðkomandi mátiútgerð,

5)   kunna arbeiða sjálvstøðugt upp á lyftuskipanir o.a., m.a. kunna gera eitt fult eftirlit, umframt kunna staðfesta, at útgerðin riggar fult forsvarligt í mun til heilsu og trygd, áðrenn hendan verður tikin í nýtslu,

6)   kunna vísa yvir fyri Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, at lyftan o.a. er í samsvari við galdandi lóggávu, og

7)   kunna vegleiða eigaran ella ábyrgdarhavandi brúkaran um, hvussu lyftan verður nýtt rætt.