Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 14-09-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 124 frá 11. september 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Nr. 124                                                                                                                     11. september 2018

Kunngerð um at fyribyrgja dálking frá oljutangum

Við heimild í § 7, nr. 1 og 4, § 35, stk. 2, § 37, § 40, § 43, § 69 og § 72, stk. 3 og 4 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, verður ásett:

Gildisøki

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri oljutangar í sethúsum og øðrum bygningum, bæði innandura og uttandura, sum rúma upp til 6.000 litrar og fyri íbundin rør.

Stk. 2. Kunngerðin er eisini galdandi fyri arbeiðstangar.

Allýsingar

§ 2. Í hesi kunngerð er:

1)   Áfyllingarstað: staðið, har olja verður fylt á tangan.

2)   Arbeiðstangi: tangi, sum er størri enn 450 litrar, sum verður brúktur fyribils, t.d. á byggiplássum.

3)   Tippa: við eini fysiskari forðing tryggja, at ikki ber til at fylla olju á áfyllingarstaðið.

4)   Einstreingjað rørskipan: skipan, har olja einans verður førd úr oljutanga til oljufýr.

5)   Góðkendur tangi: oljutangi, sum brunamyndugleiki landsins hevur sniðgóðkent til nýtslu í Føroyum sbrt. kunngerð um eldfiman løg.

6)   Veitari: tann, sum selur og fyllir olju á tangan.

7)   Ovurfyllingarávaring: skipan, sum ávarar ímóti ovfylling av tanga.

Krøv til eigara

§ 3. Eigari av oljutanga skal tryggja, at:

1)   Verandi tangi og rør lúka krøvini í § 6, og at tangin ikki elvir til dálking, sbrt. § 16.

2)   Tangin verður uppsettur ella niðurgrivin sbrt. § 7.

3)   Tangin verður skrásettur sbrt. § 10.

4)   Tangin verður tikin úr nýtslu sbrt. § 9.

5)   Tangin verður útskiftur sbrt. §§ 11-13.

6)   Møgulig flyting fer fram sbrt. § 8.

Krøv til veitarar

§ 4. Veitarin hevur ábyrgd av, at áfyllingin fer rætt fram og ikki elvir til dálking, sbrt. § 16.

Stk. 2. Veitarin skal ansa eftir, at veitingarútbúnaðurin ikki hevur brek, og at tað ikki verður fylt meira á, enn tangin kann rúma.

Stk. 3. Veitari skal sýta fyri at fylla á tangar, har eyðsýndur vandi er fyri oljudálking og alt fyri eitt boða eigara frá hesum.

Stk. 4. Ikki er loyvt at fylla á tangar, fyrr enn eigarin hevur fingið nýtsluloyvi frá kommununi, sbrt. § 7, stk. 3.

Krøv til innflytarar og seljarar

§ 5. Tað er einans loyvt at innflyta og selja góðkendar oljutangar, sum hava tangaváttan, og sum eru týðiliga og varandi merktir við hesum upplýsingum:

1)   Navn og bústaður hjá framleiðara.

2)   Tangasnið og tangarúmd.

3)   Framleiðslunummar og framleiðsluár.

4)   Sniðgóðkenningarnummar.

Stk. 2. Tá oljutangi verður seldur ella latin víðari, skal tangaváttan fylgja við.

Oljutangar og rør

§ 6. Allir tangar skulu vera góðkendir.

Stk. 2. Rør, millum tanga og oljufýr, skulu vera forsvarliga gjørd, og allir tangar skulu verða íbundnir oljufýringina við einstreingjaðari rørskipan, sbrt. vegleiðing frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Stk. 3. Allir tangar, nýggir sum gamlir, skulu hava útlufting og eina virknað ovurfyllingarávaring uttandura við áfyllingarstaðið.

Niðurgraving og uppseting av tanga

§ 7. Oljutangar skulu setast upp ella gravast niður sbrt. vegleiðing frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Stk. 2. Eigari skal, í seinasta lagi tvær vikur innan arbeiðið, við at grava niður ella at seta upp, byrjar, boða kommununi frá ætlanini og lata inn tekning og onnur neyðug skjøl sbrt. vegleiðing.

Stk. 3. Tangar og rør skulu ikki tyrvast, fyrr enn eigarin hevur fingið nýtsluloyvi frá kommununi.

Flyting

§ 8. Verður oljutangi fluttur, skulu tangi og rørleiðingar tømast frammanundan.

Stk. 2. Kommunan skal hava fráboðan innan flyting.

Stk. 3. Fluttur tangi kann ikki takast í nýtslu, fyrr enn eigarin hevur fingið nýtsluloyvi frá kommununi.

Taka tanga úr nýtslu

§ 9. Oljutangi, sum verður tikin úr nýtslu endaliga, skal avriggast:

1)   Tangi og rørleiðingar skulu tømast, og áfyllingarstaðið takast burtur.

2)   Tangin skal takast niður ella gravast upp og latast góðkendum móttakara av burturkasti, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Kommunan kann, eftir umsókn frá eigara, veita undantak frá stk. 1, nr. 2., um tað verður mett umhvørvisliga ráðiligt og rímiligt, tó treytað av, at tangin verður fyltur við sandi, og áfyllingarstaðið tipt.

Stk. 3. Tangi, sum fyribils verður tikin úr nýtslu, skal tippast.

Stk. 4. Eigari skal boða veitaranum og kommununi frá, í seinasta lagi 14 dagar innan tangi verður tikin úr nýtslu, fyribils ella endaliga.

Skráseting av tangum

§ 10. Kommunan skal skráseta allar oljutangar innan 1. januar 2022 sbrt. stk. 2.

Stk. 2. Upplýsingar um oljutangar, sum borgari skal lata kommununi í tann mun, tær eru tøkar:

1)   Navn og bústað hjá framleiðara.

2)   Tangasnið og tangarúmd.

3)   Framleiðslunummar og framleiðsluár.

4)   Sniðgóðkenningarnummar.

5)   Um tangin hevur ovurfyllingarávaring.

6)   Um rørskipanin er einstreingjað.

7)   Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning.

8)   Byggialdur á húsinum.

Stk. 3. Kommuna kann geva borgara boð um at lata avrit av viðkomandi skjølum, t.d. tangaváttanini sbrt. § 5, stk. 1 og rokningini fyri tangan.

Stk. 4. Kommunan kann krevja aðrar upplýsingar enn tær, sum eru nevndar í stk. 2, um hetta verður mett neyðugt fyri at fyribyrgja dálking ella verja umhvørvið.

Tíðarfreistir fyri útskifting

§ 11. Tangar, sum standa yvir jørð, skulu takast úr nýtslu innan hesar freistir:

1)   Góðkendir tangar, við tæringarverju innan, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 40 ár eftir framleiðsluárið.

2)   Aðrir stáltangar skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 30 ár eftir framleiðsluárið.

3)   Tangar úr plasti ella øðrum tilfari enn stáli, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 25 ár eftir framleiðsluárið, sbr. tó nr. 4.

4)   Sniðgóðkendir tvíveggjaðir tangar úr plasti ella plasti, har uttari veggurin er úr stáli, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 40 ár eftir framleiðsluárið.

Stk. 2. Aðrir góðkendir tangar, sum standa yvir jørð, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 20 ár eftir framleiðsluárið.

§ 12. Niðurgrivnir tangar skulu takast úr nýtslu innan hesar freistir:

1)   Góðkendir stáltangar, sum eru tæringarvardir innan og vardir við glasfipurstyrktum polyester ella aðrari góðkendari verju uttan, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 50 ár eftir framleiðsluárið.

2)   Góðkendir stáltangar, sum ikki eru tæringarvardir innan, men vardir við glasfipurstyrktum polyester ella aðrari góðkendari verju uttan, skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 40 ár eftir framleiðsluárið.

3)   Plasttangar skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 45 ár eftir framleiðsluárið.

§ 13. Tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu takast úr nýtslu soleiðis:

1)   Innan 1. januar 2024, um húsini eru bygd fram til og við 1960.

2)   Innan 1. januar 2025, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1961-1980.

3)   Innan 1. januar 2026, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000.

4)   Innan 1. januar 2028, um húsini eru bygd eftir ár 2000.

§ 14. Í serligum føri kann kommuna leingja freistina fyri útskifting, eitt nú í økjum, har ætlan er um at hava felags hitaveiting.

Stk. 2. Freistin kann eisini leingjast við tíðarskeiði, sum svarar til tíðina, tað tekur at brenna tangan tóman.

Arbeiðstangar

§ 15. Ikki er loyvt at brúka arbeiðstanga, sum ikki er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Oljudálking

§ 16. Tann, sum varnast leka frá oljutanga ella rørleiðing ella vanda fyri hesum, skal alt fyri eitt boða eigara og sløkkiliðinum frá.

Stk. 2. Áfylling skal steðgast alt fyri eitt, um oljudálking er staðfest, ella vandi er fyri oljudálking.

Stk. 3. Um olja lekur úr tanga ella rørleiðing, skal eigarin beinanvegin tryggja, at átøk verða sett í verk at fyribyrgja dálking og boða sløkkiliðinum frá.

Stk. 4. Kommunan kann geva eigara ella veitara boð um at seta ávís tiltøk í verk, antin alt fyri eitt ella innan ávísa freist at fyribyrgja og avmarka dálking. Verða boðini ikki fylgd, kann kommunan fremja átøkini fyri eigarans ella veitarans rokning.

Stk. 5. Tann, ið eigur útbúnað, sum ikki lýkur krøv í hesi kunngerð og sum elvir til dálking, hevur ábyrgd av dálkingini, og skal gjalda fyri møguligt tilbúgvingararbeiði og uppruddingararbeiði.

Eftirlit og kæra

§ 17. Kommunan hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar.

Stk. 2. Kommunan kann geva eigara av tanga boð um, at ein tangi skal kannast, tømast, flytast, umvælast, takast úr nýtslu, gravast upp ella burturbeinast, um vandi er fyri dálking ella dálking er staðfest.

Stk. 3. Kommuna kann sýta veitara at fylla á tanga, har eyðsýndur vandi er fyri dálking.

Stk. 4. Kommuna kann geva eigara av tanga boð um at rudda burtur sand, grús og annað tilfari í lendinum, sum er dálkað av olju frá oljutanga.

§ 18. Avgerðir, tiknar av kommununi sbrt. hesi kunngerð, kunnu, innan 4 vikur, kærast til Umhvørvisstovuna.

Stk. 2. Avgerðir, tiknar av Umhvørvisstovuni sbrt. hesi kunngerð, kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.

Revsing og gildiskoma

§ 19. Við bót verður revsaður tann, sum ikki heldur §§ 4-9, ikki letur upplýsingar inn sbrt. § 10, stk. 2, ikki skiftir tangan út sbrt. freistum í §§ 11-13 og ikki heldur § 15 og § 16, stk. 1-3.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 20. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 11. september 2018

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)