21. august 2017Nr. 124
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving til gastronomatstøðara og gastronom
(Broyting frá Støddfrøði til Náttúrufak)
§ 1
Í kunngerð nr. 21 frá 23. mars 2015 um útbúgving til gastronomatstøðara og gastronom verður í § 7, nr. 2 ”Støddfrøði E” broytt til: ”Náttúrufak F”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, lærlingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2017/2018 ella seinni.
Mentamálaráðið, 21. august 2017
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)