28. desember 2010Nr. 129
Kunngerð um hýruvognsreglugerð í Klaksvíkar kommunu
§ 1
Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring, sum broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 12. juni 1990, verður standard hýruvognsreglugerðin nr. 33 frá 30. mars 1983, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, sett í gildi í Klaksvíkar kommunu við hesum broytingum:
1) § 2, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Loyvi eftir § 1 verða givin av hýruvognsnevnd mannað við umboðum fyri býráðið og løgregluna, aftaná at loyvi hevur verið lýst leyst, og umsóknirnar hava verið til ummælis hjá vinnufelag ella vinnurekandi.”
2) Allastaðni í kunngerðini verður “bygda(r)-/býráðið” í øllum bendingum broytt til “hýruvognsnevndin” í øllum bendingum.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2011.
Vinnumálaráðið, 28. desember 2010
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)