Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. februar 2012Nr. 13
Kunngerð um atkomuviðurskifti
Við heimild í § 4, stk. 5 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 24. mai 1974, nr. 57 frá 13. juni 1997 og nr. 81 frá 25. mai 2009, verður ásett:
Kapittul 1
Atkoma
Endamál
§ 1. Bygningar skulu byggjast og innrættast á slíkan hátt, at tað í nøktandi mun, í sambandi við nýtsluna av bygninginum, verða tikin atlit at trygd, heilsu og atkomuviðurskiftum.
Stk. 2. Atkoma uttandura og atkoma til og frá bygningum skal gerast soleiðis, at øll kunnu nýta bygningin ótarnað.
Gildisøki
§ 2. Kunngerðin er galdandi fyri ný- og umbygging og nýtslubroyting av bygningum.
Stk. 2. Atlit viðvíkjandi atkomuviðurskiftum, ásett í hesi kunngerð, eru eisini galdandi, tá tað snýr seg um leigu av bygningum ella hølum, har virksemi, nevnt í § 3 heldur til.
Stk. 3. Sum bygging eftir stk. 1 verður roknað:
1) bygging av nýggjum bygningi, upppíbyggingar og
2) umbygging og aðrar broytingar av verandi bygningum.
§ 3. Bygningar, fevndir av hesi kunngerð, eru:
1) bygningar, har alment virksemi verður útint ella heldur til, umframt bygningar, har alment fíggjað virksemi heldur til,
2) bygningar og størri høli, sum verða brúkt til vinnuendamál, so sum handlar, matstovur, skrivstovubygningar o.tíl., sum venda sær til almenningin,
3) kirkjur, samkomuhús, leikhús, gistingarhús, sjúkrahús, apotek, bygningar til undirvísing, framsýning, undirhald o.tíl.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva undantak frá ásetingunum í hesi kunngerð:
1) Tá mett verður, at tey krøv, ið her eru ásett, ikki standa mát við tað virksemið, bygningurin hýsir,
2) Tá tey krøv, ið ásett eru, ikki standa mát við ætlaðu umbygging ella broyting av nýtslu
3) Tá staðfestast kann, at tær tænastur, ið veittar verða innan ta virksemi, bygningurin hýsir, á annan fullgóðan hátt kunnu veitast teim, ið eru rørslutarnað.
Kapittul 2
Atkomuviðurskifti uttandura
Parkering
§ 4. Parkeringspláss til rørslutarnað skulu vera væl avmerkt.
Stk. 2. Plássini skulu vera 3,5 m breið og 5 m long, sbrt. fylgiskjali 1.
Stk. 3. Plássini kunnu vera 2,5 m breið, um ein gøta, sum er minst 1 m breið, er í millum plássini, sbrt. fylgiskjali 1.
Stk. 4. Parkeringspláss til rørslutarnað skulu altíð vera so nær við inngongd, rampur ella lyft sum gjørligt.
Stk. 5. Har fleiri enn 10 parkeringspláss eru, skal tað vera eitt pláss til rørslutarnað. Eru til og við 100 parkeringspláss, skal tað vera 1 parkeringspláss fyri hvørji 25. Eru fleiri enn 100 parkeringspláss, skulu 5 parkeringspláss vera til rørslutarnað.
Stk. 6. Hall á parkeringsøki skal í mesta lagi vera 1:40 og útjavnan av halli má í mesta lagi vera 1:10.
Gonguteigar
§ 5. Tað skal vera gjørligt at fara tvørtur um ein veg við allar natúrligar yvirgangir, so sum vegamót, síðuveg, við ferðsluljós og annars við jøvnum millumrúmi.
Stk. 2. Har farið verður tvørtur um veg, skal hallið frá gongubreyt niður á gonguteig í mesta lagi vera 1:3,6, sbrt. fylgiskjal 2.
Stk. 3. Har farið verður frá gongubreyt niður á gonguteig, skal vera frámerkt taktilt, sbrt. fylgiskjali 2.
Stk. 4. Er ferðsluljós við gonguteig, skal ljóð boða frá, nær farast kann yvirum.
Kapittul 3
Atkomuviðurskifti til bygningar
Atkoma til bygningar
§ 6. Møguligt skal vera hjá øllum at koma til bygning frá alfaravegi.
Stk. 2. Gøta frá alfaravegi til bygning skal í minsta lagi vera 1,3 m breið.
Stk. 3. Gøtur sambært stk. 2 skulu vera tryggar at fara eftir, og um tær kunnu líknast við rampu, skulu tær lúka tey krøv, ið ásett eru sbrt. § 12 um rampur.
Úthurðar
§ 7. Greinin fevnir um allar úthurðar, sum eru høvuðsdyr til bygningin og fyri rýmingarhurðar út úr bygninginum.
Stk. 2. Framman fyri úthurð skal vera ein plattur, ið er á hædd við gólvið innandura. Platturin skal vera minst 1,5 m breiður og 1,5 m djúpur. Gongur hurðin út, skal platturin vera 1,7 m breiður og 1,5 m djúpur, sbrt. fylgiskjali 3.
Stk. 3. Hurðar skulu vera sjónligar, og glashurðar skulu hava sjónliga merking.
Stk. 4. Úthurðar skulu hava lættgangandi handtak og skulu ganga lætt. Orkan, ið verður nýtt til at lata hurð upp við, má í mesta lagi vera 2,5 kg.
Stk. 5. Hurðaopið skal vera í minsta lagi 86 cm, tá hurðin er 90˚ opin, sbrt. fylgiskjali 3.
Stk. 6. Gongur hurðin móti einum persóni, skulu vera í minsta lagi 50 cm til veggin á mótsattu síðu, sbrt. fylgiskjali 3.
Stk. 7. Gáttir skulu ikki vera hægri enn 2,5 cm, sbrt. fylgiskjali 3.
Kapittul 4
Innrætting o. l.
Innhurðar
§ 8. Greinin fevnir um hurðar í felags atkomuleiðum og rýmingarleiðum, íroknað í minsta lagi ein hurð til hvørja bygningseind á øllum hæddunum í bygninginum.
Stk. 2. Hurðaopið skal vera minst 77 cm breitt, tá hurðin er 90˚ opin, sbrt. fylgiskjali 3.
Stk. 3. Gongur hurðin móti einum persóni, skulu vera í minsta lagi 50 cm til veggin á mótsattu síðu, sbrt. fylgiskjali 3.
Stk. 4. Gáttir skulu ikki vera hægri enn 2,5 cm, sbrt. fylgiskjali 3.
Lyftur
§ 9. Í bygningum við 3 hæddum ella meira skal vera í minsta lagi ein lyfta, sum røkkur øllum hæddum, íroknað møguliga lofts- og kjallarahædd.
Stk. 2. Í bygningi við tveimum hæddum skal tað vera atkomuligt fyri øll til tær hæddir, sum eru ætlaðar almenninginum.
Stk. 3. Lofts- og kjallarahædd, sum ikki eru ætlaðar almenninginum verða ikki roknaðar sum hæddir, tá ið talið á hæddum verður gjørt upp. Tó skal møguleiki vera fyri at gera lyftu til allar hæddirnar, sum kunnu innrættast til almenna nýtslu.
Stk. 4. Lyftan skal vera í minsta lagi 110 cm breið og 140 cm djúp, sbrt. fylgiskjali 4.
Stk. 5. Í lyftu við einari hurð skal hurðaopið í minsta lagi vera 80 cm. Hurðin skal fara upp sjálv og standa opin í minsta lagi 6 sekund, sbrt. fylgiskjali 4.
Stk. 6. Hevur lyfta tvær hurðar, sum ikki eru yvir av hvørji aðrari, skal tað vera gjørligt at snara sær á í koyristóli. Innaru mátini í lyftuni skulu vera 150 x 150 cm, og hurðaopið skal í minsta lagi vera 80 cm breitt, sbrt. fylgiskjali 4.
Stk. 7. Knøttar skulu vera miðskeiðis á vegginum, umleið 90-120 cm uppi, mált frá gólvinum, og í minsta lagi 50 cm frá hornaveggi.
Stk. 8. Knøttar skulu vera merktir við tølum og blindskrift. Blindskriftin skal ikki vera á sjálvum knøttinum.
Stk. 9. Lyftur skulu hava ein hondlista.
§ 10. Trappulyftur kunnu brúkast í førum, har onnur loysn ikki er gjørlig uttan umfatandi umbygging, og har kostnaðurin við at íseta vanliga lyftu ikki stendur mát við virksemið í bygninginum og tørvin á atkomu millum hæddir.
Stk. 2. Bygningar, sum verða gjørdir eftir, at henda kunngerð er komin í gildi, kunnu ikki íseta trappulyftu heldur enn vanliga lyftu.
Gongir
§ 11. Gongir, sum eru felags atkomuleiðir, skulu vera nóg breiðar til ætlaðu nýtsluna og skulu kunnu nýtast ótarnað í fullari breidd. Tær skulu vera eyðkendar í tilfari, litum ella ljósi, og tann fría breiddin skal í minsta lagi vera 1,3 m.
Rampur
§ 12. Rampur skulu vera í minsta lagi 1,3 m til breiddar, sbrt. fylgiskjali 5.
Stk. 2. Rampur, ið eru longri enn 10 m, skulu vera í minsta lagi 1,5 m breiðar, og ein vatnrættur hvíldarstaður, sum er í minsta lagi 150 cm til longdar, skal vera fyri hvørjar 10 m. Hallið á slíkum rampum skal í mesta lagi vera 1:20, sí fylgiskjal 5
Stk. 3. Er rampan styttri enn 10 m, skal hallið í mesta lagi vera 1:12, sbrt, fylgiskjali 5.
Stk. 4. Har rampan endar, skal tað vera eitt vatnrætt øki, sum er 150 cm langt og 130 cm breitt.
Stk. 5. Rampur skulu hava gelendara og hjólverjur á báðum síðum.
Stk. 6. Er hæddarmunurin meira enn 50 cm, skal trappa eisini vera, sbrt. fylgiskjali 5.
Stk. 7. Hjólverjur til rampur eiga at vera í minsta lagi 20 cm høgar.
Ljós
§ 13. Atkomu- og innkoyringarøkir skulu hava passandi ljósbúnað. Serliga skulu trappur og rampur vera væl upplýstar. Ljósbúnaður á atkomuleiðum eigur at vera stevnufastur, sbrt. fylgiskjali 6.
Trappur
§ 14. Trappur í felags atkomuleiðum skulu gerast breiðar og við loftshædd, sum svarar til ætlaðu nýtsluna. Fría loftshæddin verður máld yvir gongulinjuna. Tann fría breiddin verður máld vatnrætt millum handlistarnar ella, har sum handlistar bara eru øðrumegin, millum vegg, stólpa ella líknandi og handlista, sbrt. fylgiskjali 7.
Stk. 2. Fría breiddin á trappuni skal vera í minsta lagi 1,0 m og fría loftshæddin í minsta lagi 2,1 m.
Stk. 3. Um tað eru fáir brúkarar kann kravið lúkast við einari fríari breidd upp á í minsta lagi 0,9 m. Um tað eru fleiri brúkarar, eigur breiddin at økjast samsvarandi.
Stk. 4. Trappur í felags atkomuleiðum skulu hava eitt hall (grund og uppstig), sum ger tær lættar og tryggar at ganga á. Uppstig á trappum má ikki vera meira enn 180 mm, sbr.t fylgiskjali 7.
Stk. 5. Á beinum trappum og kvart- og hálvsneiddum trappum má grundin ikki vera minni enn 280 mm. Á snyrilstrappum og snúðurtrappum má grundin ikki vera minni enn 200 mm.
Stk. 6. Grundin verður máld í gongulinjuni, mitt í fríu breiddini í trappuni, tó hægst 0,5 m frá tí innara handlistanum. Grundin verður máld frá forkanti til forkant á trininum, sbrt. fylgiskjali 7. Trappur eiga at verða gjørdar við somu grund og sama uppstigi í trappugongdini.
Stk. 7. Eitt skifti í undirlagi skal vera, bæði taktilt og í liti, 90 cm áðrenn trappan byrjar í erva, og í fullari breidd, sbrt. fylgiskjali 7.
Stk. 8. Trappur eiga at hava stoyttrin, og trinforkanturin eigur at vera frámerktur við mótliti, sbrt. fylgiskjali 7.
Verjur og hondlistar
§ 15. Trappur og rampur skulu hava verju ella hondlista.
Stk. 2. Hondlistin skal vera lættur at taka í og halda um.
Stk. 3. Hæddin á verju skal vera minst 1,0 m. Við trappur og rampur skal hæddin á verjuni vera í minsta lagi 0,8 m og við trappupallum í minsta lagi 0,9 m. Í trappum, har breiddin millum trappuvangarnar er meira enn 0,3 m, og fram við altangongdum, luftslokum og aðra staðni, har hæddarmunurin er 1 hædd ella meira, skal hæddin á verjuni økjast hóskandi, tó til minst 1,2 m.
Stk. 4. Glas í veggjum, glashurðar og glas við síðuna av hurðum, skal merkjast týðuliga ella verjast.
Handikap-vesi
§ 16. Á teimum hæddum í einum bygningi, har ið innrættað verða vesirúm, sum eru alment atkomulig ella eru til nýtslu hjá øðrum enn starvsfólki, skal í minsta lagi eitt av hesum vesirúmum lúka krøvini í stk. 2.
Stk. 2. Í minsta lagi eitt vesirúm, sum er innrættað eftir pkt. 1-10, skal innrættast í atkomuhæddini ella aðrari hædd við atgongd umvegis lyftu. Vesirúmini skulu innrættast soleiðis:
1) Atgongd uttan hæddarmun skal vera til vesirúmið.
2) Frítt hurðaop inn til vesirúmið skal vera í minsta lagi 0,77 m.
3) Hondvask og vesi skulu setast á hvør sínum samankomandi veggi, so at røkkast kann frá vesikummuni yvir til hondvaskið.
4) Eitt frítt øki, sum er í minsta lagi 0,9 m breitt og uttan innbrúgv á gólvi ella veggjum, skal vera á tí síðuni av vesikummuni, sum vendir burtur frá handvaskinum.
5) Eitt frítt øki við tvørmáti upp á 1,5 m skal vera framman fyri vask, vesikummu og hurð.
6) Vesikummusætið skal vera 0,48 m upp frá gólvinum.
7) Flytiligir armstuðlar skulu vera 0,8 m upp frá gólvinum báðumegin við vesikummuna.
8) Hondvask skal vera 0,8 m upp frá gólvinum. Frárenslið undir vaskinum skal ikki tarna nýtsluni.
9) Undirkantur av spegli skal vera í mesta lagi 0,9 m upp frá gólvinum.
10) Hurðin inn á vesið skal lættliga kunna latast upp og aftur.
Stk. 3. Krøvini í fylgiskjali 8 skulu verða uppfylt, fyri at eitt vesi kann flokkast sum handikap-vesi.
Kapittul 5
Tiltøk, tænastur og tilfar
Áskoðarapláss
§ 17. Í alment atkomuligum hølum og støðum við føstum áskoðaraplássum skal eitt hóskandi tal av áskoðaraplássum til fólk í koyristóli vera, sambært stk. 4.
Stk. 2 Ásetingin fevnir um konsertsalir, biografar, leikhús, kirkjur, ítróttarstøð o.t., har ið føst áskoðarapláss eru sett upp.
Stk. 3 Áskoðarapláss til fólk í koyristóli eiga at vera javnt býtt millum øll hini áskoðaraplássini og við møguleika fyri at sita saman við fylgjara.Tað mugu tó ongantíð vera færri enn tvey pláss til koyristólsbrúkara.
Stk. 4. Minsta talið av áskoðaraplássum til koyristólsbrúkarar verður sett sambært niðanfyristandandi talvu:
Samlað tal av Áskoðaraplássum | Minsta tal av áskoðaraplássum til koyristólsbrúkara |
0 – 100 | 2 |
101 – 300 | 3 – 4 |
301 – 1000 | 5 – 6 |
1001 - | 7 - |
Sjálvtøkur o.l.
§ 18. Peningasjálvtøkur, gjalds- og postgreiðslur og aðrar tænastur, ið eru tænastur, ætlaðar almenninginum at brúka, skulu setast upp á ein tílíkan hátt, at eisini rørslutarnað kunnu brúka hesar.
Stk. 2. Frástøðan til knøttar skal vera soleiðis, at fólk, sitandi í koyristóli, kunnu brúka teir.
Stk. 3. Støðuplássið frammanfyri skal vera minst 1,3 x 1,3 m og skal vera vatnrætt.
Hoyrilykkjur
§ 19. Í kirkjum, samkomuhølum og hølum annars, har nógv fólk samlast, skulu hoyrnarlykkjur vera til taks.
Ovurviðkvæmi
§ 20. Atlit at fólki við ovurviðkvæmi, andingar- ella lungnasjúku ella giktsjúkum, eigur í so stóran mun sum gjørligt at verða tikið, tá byggitilfar verður valt.
Gildiskoma
§ 21. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis verður kunngerð nr. 149 frá 3. desember 2009 um atkomuviðurskifti sett úr gildi.
Innlendismálaráðið, 10. februar 2012
Kári P. Højgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)
Fylgiskjølini 1 til 9 liggja ikki her men eru at finna í Kunngerðablaðið A Hefti 6 2012 s. 48-57