Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 17-02-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 13 frá 17. februar 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

14. februar 2017Nr. 13

Kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir heystgýtandi sild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017

Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 3, 4, 6, 7 og 13, § 9, stk. 2, § 32, stk. 1, § 36, stk. 1 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við § 6 í løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 80 frá 20. august 2007, løgtingslóg nr. 74 frá 7. juni 2012 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017.

Heildarkvota og býti

§ 2. Heildarkvotan av heystgýtandi sild til føroysk skip í 2017 verður sett til 10.000 tons.

Stk. 2. Kvotan, sambært stk. 1, verður latin eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum í 2016 høvdu rætt til egna árskvotu av heystgýtandi sild á føroysku landleiðunum ella fiskiførum, sum hesin rættur er fluttur á. Kvotan verður latin sum egin árskvota.

Fiskiloyvi

§ 3. Fiskiskapur eftir heystgýtandi sild sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum lúka treytirnar í § 2, stk. 2, og sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi til slíkan fiskiskap.

Stk. 2. Umsókn um fiskiloyvi skal sendast til Vørn.

Leiðir og reiðskapur

§ 4. Fiskiskapur av kvotunum sambært § 2, stk. 1 kann bara fara fram við uppsjóvartroli ella við nót. Loyvt er bert at fiska á leiðum uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum sunnan fyri 62°30' N.

§ 5. Hóast ásetingina í § 4 er veiða við uppsjóvartroli ikki loyvd á leiðum innan fyri linjur drignar millum hesar knattstøður:

1)   62°30.000' N, 008°18.000' V

2)   62°17.923' N, 008°45.035' V

3)   62°12.051' N, 008°46.020' V

4)   61°49.202' N, 008°41.782' V

5)   61°32.835' N, 008°20.627' V

6)   61°27.762' N, 008°06.833' V

7)   61°21.794' N, 007°50.775' V

8)   61°17.148' N, 007°19.971' V

9)   60°41.011' N, 006°46.459' V

10) 60°35.009' N, 006°37.340' V

11) 60°34.959' N, 006°08.948' V

12) 60°58.284' N, 005°33.527' V

13) 61°09.478' N, 005°23.391' V

14) 61°21.514' N, 005°03.171' V

15) 62°13.116' N, 004°07.157' V

16) 62°30.000' N, 004°58.000' V

17) 62°30.000' N, 008°18.000' V

§ 6. Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, skal halda seg til ásetingarnar um friðað øki og reiðskap í §§ 9 a og 9 b í løgtingslógini, §§ 11 og 12 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, § 1 í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum, og til ásetingar um friðað øki ásett í § 1 í kunngerð um friðað øki fyri troling.

Partroling

§ 7. Fiskifar við fiskiloyvi at fiska heystgýtandi sild kann partrola saman við øðrum fiskifari, sum eisini hevur fiskiloyvi at fiska heystgýtandi sild.

Stk. 2. Áðrenn fiskifar byrjar at partrola, skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.

Stk. 3. Tað er bert loyvt at skifta skip, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.

Landing

§ 8. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum, skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð.

Hjáveiða

§ 9. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, ið er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum fiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir heystgýtandi sild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.

Stk. 2. Hjá fiskiførum, sambært stk. 1, har kvota av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, ið er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 5% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing.

§ 10. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur má fyri hvørja avreiðing ikki vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni.

Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er størri enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.

§ 11. Í beinleiðis veiðu eftir heystgýtandi sild skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meira enn 10% í tali. Heystgýtandi sild, ið er minni enn 25 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er ungfiskur.

Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá Vørn biður um tað.

§ 12. Vørn kann, við heimild í § 35, stk. 3 í løgtingslógini, áseta bráðfeingis veiðibann, har hjáveiðan er meira enn ásetta hámarkið sambært §§ 10 ella 11.

Undirmálsfiskur

§ 13. Veiðan av undirmálssild má ikki vera meiri enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.

Stk. 2. Heystgýtandi sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.

Meskar í uppsjóvartroli

§ 14. Tá heystgýtandi sild verður veidd við uppsjóvartroli, mugu meskarnir ikki vera minni enn 35 mm.

Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 7, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir heystgýtandi sild.

Útblaking

§ 15. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa fiski útaftur.

Umrokningarfaktorar

§ 16. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri heystgýtandi sild:

1)   Kruvd, við høvdi: 1,00.

2)   Kruvd, avhøvdað: 1,00.

3)   Flak við skræðu og beinum: 2,00.

4)   Flak uttan skræðu, við beinum: 2,00.

5)   Flak uttan skræðu og bein: 2,00.

6)   Fiskamjøl: 5,11.

Ymiskar ásetingar um útgerð umborð

§ 17. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, mugu ikki vera meira enn 15 mm í tvørmát.

§ 18. Skip mugu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.

§ 19. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til eina og hvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.

§ 20. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta verða gjørt beint eftir støddarskiljing.

Eygleiðari

§ 21. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Útreiðslur til løn, kost og uppihald hjá eygleiðara ber farið. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.

Fráboðanir

§ 22. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:

1)   Fráboðan um, at fiskiskapurin byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið byrjar fiskiskap.

2)   Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 føroyska tíð, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)   Skipið skal boða frá, tá tað gevst at fiska. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið gevst at fiska.

Revsing

§ 23. Brot á § 3, stk. 1, §§ 4-8, § 9, stk. 2, § 10, § 11, stk. 2, § 13, stk. 1, § 14, stk. 1, §§ 15-20 og § 22 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður revsaður tann, sum ikki ger eftir boðum ella fylgir boðum sambært § 19.

Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.

Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvinum ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 3 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Stk. 4. Sambært § 45, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, verður brot staðfest á § 11, stk. 2 ella § 13, stk. 1. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2017.

 

 

Fiskimálaráðið, 14. februar 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

Skjal 1

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn fiskiskapurin byrjar.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar

(Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 føroyska tíð.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið gevst at fiska.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking