Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 27-10-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 140 frá 19. oktober 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. oktober 2017Nr. 140

Kunngerð um hýruvognsreglugerð í Klaksvíkar kommunu

Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring verður ásett:

Hýruvognsloyvir

§ 1. Til at reka vinnuligan fólkaflutning við motorakfari, góðkent og innrættað til flutning av í mesta lagi 9 persónum, førarin íroknaður, krevst loyvi. Hetta er tó ikki galdandi, um akfarið einans verður nýtt til sjúkraflutning ella rutukoyring sambært løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.

§ 2. Loyvir eftir § 1 verða givin av býráðnum aftaná, at loyvi hevur verið lýst leyst, og umsóknirnar hava verið til ummælis hjá vinnufelag ella vinnurekandi. Hýruvognsloyvi skal gevast honum, sum býráðið metir er best skikkaður, og sum hevur førarabræv til fólkaflutning móti gjaldi. Loyvið er galdandi fyri koyring í og út úr kommununi.

Stk. 2. Har tað letur seg gera, skal loyvi verða treytað av, at tað verður nýtt til fulltíðarvinnu.

Stk. 3. Býráðið ásetir talið av loyvum í kommununi eftir:

1)   Talinum av longu fyriliggjandi vinnuloyvum og nýtsluni av hesum.

2)   Tørvinum á eini rímiligari tænastu hjá íbúgvarum í kommununi.

3)   Møguleikanum fyri rímiligari inntøku hjá teimum vinnurekandi.

Stk. 4. Loyvini verða givin fyri 5 ár í senn og kunnu endurnýggjast, um loyvishavarin ikki grovt ella oftani hevur brotið sínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.

§ 3. Loyvi kann bara verða givið einstaklingum. Ein persónur kann bara fáa eitt loyvi umfatandi ein hýruvogn. Einstaklingur kann tó fáa fleiri loyvir, um so er, at tørvur er á fleiri hýruvognum, uttan at aðrir umsøkjarar eru.

Stk. 2. Loyvið er persónligt og kann hvørki heilt ella lutvíst verða handað øðrum við sølu, láni, leigu, pantseting, fíggjartøku, arvi ella á annan hátt. Við deyða loyvishavarans kann tó verða loyvt, at hjúnafelagi hansara brúkar loyvið í eina nærri ásetta tíð. Loyvt er at hava avloysara at koyra vognin.

§ 4. Eitt hýruvognsloyvi kann takast aftur, um tað í meira enn 3 mánaðir ikki hevur verið í nýtslu.

Stk. 2. Eftir umsókn kann loyvishavarin sleppa undan at nýta eitt loyvi í nærri ásetta tíð. Loyvið skal tá latast inn til býráðið.

Innrætting o.tíl.

§ 5. Einki motorakfar má nýtast til hýruvognskoyring, fyrr enn tað er góðkent av Akstovuni til tílíka nýtslu.

§ 6. Loyvi til hýruvognskoyring kann bara verða givið til koyring við akfari, sum er innrættað til í minsta lagi 4 persónar, førarin íroknaður, og hevur minst 4 hurðar. Eingin hýruvognur má nýtast til fleiri persónar, enn hann er góðkendur til.

§ 7. Hýruvognurin skal á fremru helvt á tekjuni hava lykt, sum skal lýsa, tá ið vognurin er leysur at leiga. Taklyktin má ikki lýsa aftureftir. Lyktin skal vísa grønt ljós uttan at blinda og skal hava áskriftina hýruvognur, taxi, ella støðarnavn, og ljósflatan skal vera millum 75 og 260 cm2.

Stk. 2. Innan fyri forrútin skal vera eitt týðiligt frámerki, tá ið vognurin er leysur at hýra. Skeltið skal kunna vísa grønt ljós frameftir í lyktatendringartíðini.

§ 8. Í hýruvogninum skal eisini á sjónligum staði vera skelti, sum sigur frá navni og bústaði loyvishavarans, skrásetingarnummari akfarsins, at akfarið er góðkent til vinnuligan fólkaflutning, tal á ferðandi og møguligt navn á hýruvognsstøð. Kortið fæst frá býráðnum.

§ 9. Á sjónligum staði uttan á hýruvogninum skal standa navn á loyvishavara ella bilstøð og telefonnummar við bókstavum ella tølum, ið eru millum 35 og 60 mm høg, og sum skilliga víkja frá í liti frá litinum á akfarinum.

§ 10. Annars galda fyri hýruvognar eftir hesi reglugerð vanligu reglurnar um tilgerð og útgerð av akførum.

Gjald fyri koyring

§ 11. Eintak av galdandi hýruvognstakstum skal vera í hýruvogninum og eftir áheitan verða víst teimum ferðandi. Boð um hetta skal vera sligið upp í vogninum soleiðis, at tann ferðandi lættliga sær hetta.

Nýtsla av loyvinum

§ 12. Førarin á einum hýruvogni, sum er leysur, skal beinanvegin koma áheitan um hýrukoyring á møti frá einum og hvørjum plássi í kommununi, um so er, at vegviðurskiftini og veðurviðurskiftini loyva hesum. Er persónur ikki skikkaður at taka við, hevur førarin onga skyldu at koma áheitan um koyring á møti.

Stk. 2. Koyringin skal fara fram uttan steðg og eftir tí skjótasta vegi til tað plássið, tann ferðandi ynskir at koma. Um tann ferðandi ynskir at koyra annan veg, skal hesin vegurin undir vanligum umstøðum fylgjast. So leingi túrurin varar, skal bilførarin taka onnur ferðandi ella viðføri uppí og seta onnur av, um tey ferðandi biðja um tað.

§ 13. Býráðið kann áseta nærri treytir í loyvinum um nýtslu av hýruvogninum, limaskap í hýruvognsstøð, eins og tað kann áseta reglur fyri tílíkar støðir.

Revsing, kæra o.a.

§ 14. Loyvið kann takast aftur, um loyvishavarin grovt ella oftani hevur brotið sínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.

Stk. 2. Avgerðir hjá býráðnum eftir hesi reglugerð kunnu kærast til Føroya Landsstýri innan 14 dagar aftaná, at ein hevur fingið boð um avgerðina.

Stk. 3. Brot á reglurnar í góðkendari hýruvognsreglugerð ella treytirnar í loyvi til hýruvognskoyring koma undir bót.

§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2017. Samstundis fer kunngerð nr. 129 frá 28. desember 2010 um hýruvognsreglugerð í Klaksvíkar kommunu úr gildi.

 

 

Samferðslumálaráðið, 19. oktober 2017

 

Henrik Old (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)