Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. november 2017Nr. 148
Kunngerð um broyting í kunngerð um virki og fyrisiting av frítíðargrunninum
(Heimild til frítíðargrunnin at nýta av fæ grunsins niður til 13 mió. kr.)
§ 1
Í kunngerð nr. 101 frá 12. august 1988 um virki og fyrisiting av frítíðargrunninum, sum broytt við kunngerð nr. 77 frá 17. juni 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 21, stk. 6 í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 16. mai 2006, verður ásett:”
2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fæ grunsins fer til at fíggja tiltøk, ið útvega løntakarum frítíðarmøguleikar. Veitingarnar úr grunninum kunnu verða latnar til stovnar ella feløg, sum hava til endamáls at útvega løntakarum frítíðarmøguleikar, ella sum hava líknandi alment gagnlig endamál.”
3. Í § 1 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Er talan um trotabúarviðgerð av peningastovni, kann grunnurin tryggja løntakara frítíðarlønarkrøv móti at vinna rættin til kravið mótvegis trotabúnum.“
4. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Grunnurin kann nýta av sínum fæi til at røkka endamál grunsins, tó soleiðis, at fæ grunsins ongantíð kann fara niður um 13 mió. kr. uttan við loyvi frá landsstýrismanninum.”
5. Í § 4, stk. 3 verður “løggildugan” broytt til: “løggildan”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Samferðslumálaráðið, 17. november 2017
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)