Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2016Nr. 149
Kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir grønlendskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2017
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, 6, 7 og 13, § 9, stk. 2, § 10, stk. 6, § 25 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, § 6 í løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin í føroyskum sjógvi hjá skipum undir grønlendskum flaggi samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Grønland fyri 2017.
Kapittul 2
Veiða eftir svartkjafti
§ 2. Loyvt er skipum undir grønlendskum flaggi at veiða 13.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2017.
Stk. 2. Umframt kvotuna sambært stk. 1 hava skip undir grønlendskum flaggi atgongd at veiða í mesta lagi 7.268 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2017, sum er grønlendska svartkjaftakvotan í altjóða sjógvi í NEAFC skipanarøkinum í 2017.
Fiskileiðir
§ 3. Loyvt er ikki at royna eftir svartkjafti við troli á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3.
Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°50'00"N, 07°11'00"V
2) 62°53'00"N, 06°40'00"V
3) 62°50'00"N, 06°10'00"V
4) 62°43'00"N, 05°38'00"V
5) 62°32'00"N, 05°02'00"V
6) 62°25'00"N, 04°15'00"V
7) 62°19'00"N, 04°00'00"V
8) 62°01'00"N, 04°00'00"V
9) 61°17'00"N, 04°56'00"V
10) 60°26'00"N, 06°10'00"V
11) 60°26'00"N, 06°32'00"V
12) 60°35'00"N, 06°35'00"V
13) 61°23'00"N, 07°30'00"V
14) 61°25'25"N, 08°01'00"V
15) 61°32'48"N, 08°20'30"V
16) 61°49'00"N, 08°41'50"V
17) 62°00'00"N, 10°00'00"V
18) 62°40'00"N, 10°00'00"V
19) 62°40'00"N, 08°00'00"V
20) 62°50'00"N, 07°11'00"V
Stk. 3. Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 60°50'00"N, 07°57'00"V
2) 61°03'00"N, 07°57'00"V
3) 61°15'30"N, 08°16'00"V
4) 61°13'20"N, 08°42'12"V
5) 61°00'00"N, 09°11'00"V
6) 60°48'40"N, 09°25'00"V
7) 60°24'00"N, 09°07'00"V
8) 60°50'00"N, 07°57'00"V
Reiðskapur
§ 4. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.
§ 5. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N, og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið.
Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón.
Kapittul 3
Veiða eftir norðhavssild
§ 6. Skip undir grønlendskum flaggi kunnu veiða 2.500 tons av norðhavssild í føroyskum sjógvi. Henda kvotan kann eisini fiskast í altjóða sjógvi í NEAFC økinum.
Fiskileiðir
§ 7. Kvotan, sambært § 6, kann í føroyskum sjógvi bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum og norðanfyri 62˚30N.
§ 8. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki og reiðskap í §§ 9 a og 9 b í løgtingslógini, §§ 11 og 12 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, og § 1 í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum.
§ 9. Kemur skip inn í øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir.
Reiðskapur
§ 10. Tá norðhavssild verður veidd við uppsjóvartroli, mugu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.
Ymiskar ásetingar um útgerð umborð fyri skip, sum veiða norðhavssild
§ 11. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
§ 12. Skip mugu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.
§ 13. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til eina og hvørja tíð hava avrit av hesum tekningum.
§ 14. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta verða gjørt beint eftir støddarskiljing.
Kapittul 4
Ymiskar ásetingar
Loyvi
§ 15. Fiskifør undir grønlendskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum Grønland hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum.
Hjáveiða í fiskiskapi eftir svartkjafti og norðhavssild
§ 16. Í fiskiskapi eftir svartkjafti ella í fiskiskapi eftir norðhavssild skal samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, er íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur meir enn 2% av samlaðu vektini í hvørjum háli ella kasti.
§ 17. Í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meira enn 50% í tali. Svartkjaftur, ið er minni enn 23 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.
§ 18. Sambært § 35, stk. 3 í løgtingslógini kann Vørn áseta bráðfeingis veiðibann fyri ávísar veiðihættir á ávísum leiðum á landleiðunum, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann kann lýsast fyri upp til 2 vikur hvørja ferð.
Umrokningarfaktorar
§ 19. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri norðhavssild:
1) Kruvd, við høvdi: 1,00.
2) Kruvd, avhøvdað: 1,00.
3) Flak við skræðu og beinum: 2,00.
4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,00.
5) Flak uttan skræðu og bein: 2,00.
6) Fiskamjøl: 5,11.
§ 20. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft:
1) Kruvdur, við høvdi: 1,20.
2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,40.
3) Flak við skræðu og beinum: 2,80.
4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80.
5) Flak uttan skræðu og bein: 2,80.
6) Fiskamjøl: 5,11.
Undirmálssild
§ 21. Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meira enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.
Útblaking
§ 22. Loyvt er ikki at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Verja av korallum
§ 23. Fyri at varðveita økir við korallum skulu fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, halda seg til ásetingar um friðað øki ásett í § 1 í kunngerð um friðað øki fyri troling.
Umskipingar
§ 24. Sambært § 10, stk. 5 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd.
Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC reglum hesum viðvíkjandi.
Fráboðanarskyldur
§ 25. Skip undir grønlendskum flaggi, sum sambært § 15 hava loyvi at fiska á føroysku landleiðunum, skulu senda fráboðan til Vørn, sum nærri ásett í skjali 2 til hesa kunngerð.
§ 26. Verður fiskað av kvotu av norðhavssild í altjóða sjógvi sambært § 6, 2. pkt., skal skipið eisini senda Vørn fráboðan sambært § 25.
Kapittul 5
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 27. Brot á §§ 3-5, §§ 7-12, § 13, 2. pkt., §§ 14-15, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2, §§ 19-20, § 21, stk. 1 og §§ 22-26 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.
Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Stk. 4. Sambært § 45, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, verður brot staðfest á § 13, stk. 2, § 14, stk. 2 ella § 18, stk. 1. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 28. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2017.
Fiskimálaráðið, 22. desember 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Skitsa av rist og ristseksjón
Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum.
Ristseksjón
Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.
Skjal 2
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast til vakt@vorn.fo, telefaks +298 313981 ella INMARSAT-C 492880010.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í føroyskt fiskiøki.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (ikki krav) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (ikki krav) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið skiftir frá einum fiskaslagi til eitt annað ella gevst at fiska. Verður farið úr føroyskum sjógvi, skal fráboðanin sendast í seinasta lagi 12 tímar áðrenn.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (ikki krav) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |