Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. desember 2017Nr. 151
Kunngerð um luftdálking frá skipum
Við heimild í § 14, stk. 4 og §§ 15, 20, 35, 37, 40 og 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetur markvirði fyri svávul í brenniolju, sum skip og havstøðir brúka og reglur um brenning av burturkasti umborð.
Stk. 2. Kunngerðin er galdandi fyri føroysk skip á føroyska sjóumveldinum og í altjóða sjógvi, útlendsk skip á føroyska sjóumveldinum, havstøðir á føroyska landgrunninum og veitarar, sum veita brenniolju til skip úr landi ella á føroyska sjóumveldinum.
§ 2. Reglurnar í hesi kunngerð galda ikki í førum, tá útlátið er neyðugt fyri at bjarga mannalívum á sjónum ella fyri trygd skipsins ella í førum, har skaði á skip ella útgerð eru atvoldin til útlátið, og øll hóskilig tiltøk eru sett í verk at fyribyrgja og minka um útlátið.
§ 3. Reglurnar í hesi kunngerð galda heldur ikki í førum, tá talan er um
1) brenniolju, sum myndugleikin hevur loyvt í sambandi við gransking og royndir at skerja útlát, ella
2) útlát í sambandi við leiting og framleiðslu av kolvetnum og øðrum steinrunnum evnum á havbotninum ella úr undirgrundini og atknýttum virksemi.
Allýsingar
§ 4. Í hesi kunngerð skilst við:
1) Annex VI: Annex VI til MARPOL-sáttmálan 1973, sum broyttur við protokollum frá 1978 og 1997 um fyribyrging av luftdálking frá skipum.
2) Brenniolja: Brenni, óansæð slag, sum er ætlað at verða brent ella brúkt umborð á skipi ella havstøð til framdrátt ella annað endamál.
3) Øki við herdum útlátskrøvum: Eystrasalt, Norðsjógvurin og Norðuramerikansku økini, sum lýst í reglu 14.3 í Annex VI.
4) IMO: International Maritime Organization.
5) Útlátsminkandi skipanir: Innrættingar, tilfar, útgerð, útbúnaður, mannagongdir, brennievni ella íblandingarevni, sum verða brúkt til at minka um útlátið av SO2.
Brenniolja til skip og havstøðir
§ 5. Innihaldið av svávuli í brenniolju, sum verður brúkt á skipum og havstøðum, skal ikki vera oman fyri hesi markvirði:
1) 3,50 vekt % til og við 31. desember 2019, og
2) 0,50 vekt % frá og við 1. januar 2020.
Stk. 2. Á økjum við herdum útlátskrøvum skal innihaldið av svávuli í brenniolju, sum verður brúkt á skipum og havstøðum, ikki vera oman fyri 0,10 vekt %.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi, tá útlátsminkandi skipanir og hættir sambært § 8 verða brúktir.
§ 6. Innihaldið av svávuli, sum verður brúkt umborð á skipum og havstøðum, sum liggja við bryggju í føroyskari havn ella fyri akker nærri enn tveir fjórðingar úr landi, skal vera í mesta lagi 0,10 vekt %.
Stk. 2. Skip skulu skjótast gjørligt, aftan á, at tey hava lagt at bryggju ella kastað akker, og so stutt sum gjørligt áðrenn fráferð, brúka brenniolju, sum lúka krøvini í stk. 1.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri skip í fastari rutu, sum liggja við bryggju styttri enn tveir tímar.
Skjalprógv fyri svávulinnihaldi
§ 7. Veitari av brenniolju skal í fylgiseðli skjalfesta, at innihaldið av svávuli í brennioljuni lýkur krøvini í § 5, stk. 1 og 2. Við fylgiseðlinum skal fylgja ein umboðandi roynd av brennioljuni, sum er váttað av bæði veitara og móttakara. Oljuroyndin skal takast sambært leiðreglum hjá IMO.
Stk. 2. Fylgiseðilin skal goymast umborð í trý ár aftan á bunkring og vísast fram eftir umbøn frá eftirlitsmyndugleikanum. Oljuroyndin skal goymast umborð í minsta lagi 12 mánaðir, ella til oljan er brúkt.
Útlátsminkandi skipanir
§ 8. Umhvørvisstovan kann loyva, at útlátsminkandi skipanir verða brúktar í staðin fyri at lúka treytirnar í § 5, stk. 1 og 2. Hesar skipanir skulu tryggja, at útlátið av SO2 er ájavnt við ella lægri enn tað, sum loyvda brennioljan sambært § 5 hevði givið.
Stk. 2. Skip kunnu fáa tíðaravmarkað undantaksloyvi frá ásetingunum í §§ 5 og 6 í hesi kunngerð í sambandi við menning av tøkni til at minka um útlát og yvirvøku av hesum.
Brenning umborð
§ 9. Á føroyska sjóumveldinum er bannað skipum og havstøðum at brenna burturkast frá vanliga rakstrinum umborð.
Stk. 2. Uttan fyri føroyska sjóumveldið er einans loyvt at brenna burturkast, leivdir og evju frá olju og kloakkspillivatni frá vanliga rakstrinum í hartil góðkendum brenniovni ella ketli.
Stk. 3. Bannað er at brenna
1) leivdir av farmi, sum eru fevndar av Annex I, II og III í MARPOL og pakkitilfar, sum er dálkað við hesum evnum,
2) polychlorerað biphenyl, PCB,
3) burturkast, fevnt av Annex V til MARPOL, sum inniheldur ikki ótýðandi nøgdir av tungmetalum,
4) reinsað olju, sum inniheldur halogen, og
5) polyvinylchlorid, PVC, tó undantikið brenning í IMO-sniðgóðkendum brenniovni.
Eftirlit og kæra
§ 10. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar.
§ 11. Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni sambært hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað.
Revsing
§ 12. Við sekt verður tann revsaður, ið
1) brúkar brenniolju við ov høgum svávulinnihaldi sambært §§ 5 og 6 uttan útlátsminkandi skipan sambært § 8, stk. 1 ella undantaksloyvi sambært § 8, stk. 2,
2) ikki skjalfestir svávulinnihaldið ella letur oljuroynd í sambandi við oljuveiting sambært § 7,
3) brúkar útlátsminkandi skipanir, sum ikki lúka krøvini í § 8, stk. 1,
4) brýtur ásetingar um brenning sambært § 11.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 6, stk. 1 kemur í gildi 1. juli 2018.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 6. desember 2017
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)