Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2016Nr. 154
Kunngerð um útílatingarevni í matvørum
(Útílatingarevniskunngerðin)
Við heimild í §§ 7, 8 og 47 og § 58, stk. 4-6 í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m. verður ásett:
§ 1. Kunngerðin ásetur loyvda nýtslu av útílatingarevnum í matvørum.
§ 2. Øll matvøra, bæði til heimamarknaðin og til útflutnings, skal lúka tey krøv, ið eru ásett í:
1) ES-fyriskipan (EF) nr. 1333/2008 frá 16. desember 2008 um matvøruútílatingarevni, sum seinast broytt við ES-fyriskipan (EU) 2016/ 1776 frá 6. oktober 2016, sbr. skjal 1 og
2) ES-fyriskipan (EU) nr. 231/2012 frá 9. mars 2012 um nærlýsingar av matvøruútílatingarevnum í fylgiskjali II og III í ES-fyriskipan (EF) nr. 1333/2008, sum seinast broytt við ES-fyriskipan (EU) 2016/1814 frá 13. oktober 2016, sbr. skjal 2.
Stk. 2. Í sambandi við útflutning til lond uttanfyri ES, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan taka avgerð um, at listin hjá keyparalandinum yvir útílatingarevni skal fylgjast, um listin er strangari enn listin sambært stk. 1.
Stk. 3. Í sambandi við útflutning til lond uttanfyri ES, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan í serligum førum veita undantak frá stk. 1, um listin hjá keyparalandinum yvir útílatingarevni er linari enn listin sambært stk. 1.
§ 3. Um ikki hægri revsing er ásett eftir aðrari lóggávu, verður tað matvøruvirkið revsað við bót, sum fremur brot á § 2, stk. 1 ella ikki fylgir boðum sambært § 2, stk. 2.
Stk. 2. Revsingin, ásett í stk. 1, kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um gerðin ella undanlátið er tilætlað, ella er gjørt av grovum ósketni, og tað við brotinum er
1) voldur skaði á heilsu, ella um vandi hevur verið fyri tí, ella
2) fingin er ein fíggjarligur vinningur, ella ætlanin hevur verið at fáa fíggjarligan vinning til viðkomandi sjálvan ella onnur.
Stk. 3. Revisábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Stk. 4. Tá ið bót verður ásett sambært stk. 1 og 3, skal, umframt vanligu reglunum í revsilógini, fyrilit verða havt fyri umsetninginum hjá virkinum.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 124 frá 27. september 1990 um at seta matvørulógina í gildi fyri útflutningsvørur.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. desember 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)
Skjal 1 og 2 eru ikki løgd út her, men eru at finna í kunngerðablaðnum.