Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2009Nr. 160
Kunngerð um viðtøkur fyri Vinnusjúkugrunnin
Við heimild í § 78, stk. 8 í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða verður ásett:
I Um Vinnusjúkugrunnin
§ 1. Fyri Vinnusjúkugrunnin galda tær reglur, sum eru beinleiðis ásettar í lógini. Annars er grunnurin fevndur av teimum reglum, sum eru galdandi innan almennu fyrisitingina.
§ 2. Endamálið hjá Vinnusjúkugrunninum er at fíggja og rinda endurgjald fyri vinnusjúkur sbrt. § 10 í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin).
§ 3. Heimstaður grunsins er Tvøroyri.
§ 4. Lógarbundnar inntøkur og útreiðslur og avkast av ognarrøkt hjá Vinnusjúkugrunninum verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógini. Útreiðslur til umsiting av Vinnusjúkugrunninum verða játtaðar á løgtingsfíggjarlógini og goldnar úr landskassanum. Vinnusjúkugrunnurin endurrindar landinum umsitingarligu útreiðslurnar.
§ 5. Innskotið í grunnin er 30 mill. kr. frá landskassanum, at nýta sum tiltakspeningar hjá grunninum sbrt. § 80 í arbeiðsskaðatryggingarlógini.
§ 6. Inntøkur grunsins eru gjøld frá arbeiðsgevarum og sjálvstøðugt vinnurekandi sbr. § 79 í arbeiðsskaðatryggingarlógini, og sum verða játtaðar grunninum á árligu fíggjarløgtingslógunum. Inntøkur grunsins skulu nýtast til veitingar sambært avgerð hjá Vanlukkutryggingarráðnum, útreiðslur til umsiting, haruppií kostnaði til Vanlukkutryggingarráðið og til avsetingar til tiltakspening.
II Nevndin
§ 7. Landsstýrismaðurin velur nevndina fyri grunnin.
Stk. 2. Nevndin hevur 3 limir, ein umboðandi arbeiðstakarar, ein umboðandi arbeiðsgevarar, og ein við búskaparligum ella løgfrøðiligum førleika.
Stk. 3. Starvstíðin hjá nevndini er 4 ár.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann.
Stk. 5. Fer nevndarlimur frá í úrtíð, verður nýggjur limur valdur fyri ta tíðina, ið eftir er av valskeiðinum.
§ 8. Nevndin er hægsti myndugleiki grunsins og hevur ábyrgd av virki grunsins.
§ 9. Nevndin setur stjóra at hava dagligu umsitingina av grunninum og ásetir løn hansara.
Stk. 2. Nevndin kann eisini leggja dagligu umsitingina til ein annan almennan stovn.
§ 10. Nevndin ger starvsskipan fyri virksemi sítt.
Stk. 2. Uppskotið til starvsskipan skal góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 11. Nevndarformaðurin boðar við minst 7 daga freist til fundar so ofta tørvur er á ella ein nevndarlimur biður um fund til viðgerðar av ávísum evni. Við fundarboðunum skal verða upplýsing um dagsskrá.
Stk. 2. Hevur stýrislimur forfall, eigur hann um gjørligt áðrenn fundin at fáa høvi til skrivliga ella á annan hátt at siga sína hugsan. Nevndarformaðurin ger so av, um umrøddu mál skulu avgerast á fundinum, ella útsetast til seinni fund.
Stk. 3. Nevndin er viðtøkufør um nevndarformaðurin og ein stýrislimur eru møttir. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Um so er, at atkvøðurnar standa á jøvnum, er atkvøða hjá nevndarformanninum avgerandi.
Stk. 4. Stjórin sambært § 9, stk. 1 hevur rætt at luttaka á fundum í nevndini og til at taka orðið men hevur ikki atkvøðurætt.
Stk. 5. Verður dagliga umsitingin av grunninum løgd til annan almennan stovn sbrt. § 9, stk. 2, er § 11 galdandi tilsvarandi fyri viðkomandi almenna stovn.
§ 12. Grunnurin verður bundin við undirskrift frá nevndarformanni ella av tveimum nevndarlimum ella stjóra sbrt. § 9, stk. 1.
Stk. 2. Mál av serligum týdningi t.d. tá størri peningaupphædd skal gjaldast, krevst undirskrift frá nevndarformanni og stjóra sbrt. § 9, stk. 1 í felag.
Stk. 3. Um dagliga umsitingin av grunninum verður løgd til annan almennan stovn sbrt. § 9, stk. 2, verður grunnurin bundin av persóni frá viðkomandi stovni, sum hevur fingið heimild til at binda stovnin sbr. stk. 1, ella binda stovnin saman við formanni sbr. stk. 2.
§ 13. Fundarfrágreiðingar verða førdar í gerðabók. Ein minniluti kann krevja sína støðu tikna í gerðabókina. Gerðabókin verður undirskrivað av teimum luttakandi nevndarlimunum.
§ 14. Eingin nevndarlimur má luttaka í avgerð av máli, sum beinleiðis ella óbeinleiðis nemur við virki, sum hann hevur áhuga í, ella virki, sum hann er bundin at.
Stk. 2. Hevur limur áhuga í ella er knýttur at virki, sum er til viðgerðar í nevndini, hevur hann skyldu til at siga formanninum frá, áðrenn málið kemur fyri.
Stk. 3. Nevndin ger endaliga av, um limur í slíkum føri kann taka lut í málsviðgerðini, og eisini um hann kann taka lut í málsavgerðini. Umrøddi limur tekur ikki lut í avgerðini av hesum spurningi.
§ 15. Nevndarlimirnir hava tagnarskyldu mótvegis øllum, ið ikki varða av, um tað, sum teir í starvsnevndini fáa kunnleika til.
III Leiðsla og fyrisiting
§ 16. Stjórin sbrt. § 9, stk. 1 skal hava førleika, sum nevndin ásetir.
Stk. 2. Stjórin kann ikki luttaka í leiðsluni ella rakstrinum av privatum vinnufyritøkum ella vera í leiðsluni av vinnufeløgum.
Stk. 3. Stjórin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni av Vinnusjúkugrunninum.
Stk. 4. Triðja hvønn mánað ger stjórin yvirlit yvir gongdina í Vinnusjúkugrunninum, harundir:
a) frágreiðingar um vinnusjúkur sum eru góðkendar sbrt. § 10,
b) hvat goldið er í inniverandi ári, fyri vinnusjúkurnar, og
c) hvussu umfatandi vinnusjúkurnar eru, haruppií,
d) um mett verður neyðugt at seta av fyri vinnusjúkur í komandi ári.
Stk. 5. Stjórin stendur mótvegis nevndini til svars fyri ognum hjá Vinnusjúkugrunninum.
Stk. 6. Stjórin ger árliga roknskap og frágreiðing hjá Vinnusjúkugrunninum.
Stk. 7. Stjórin tilnevnir starvsfólk til Vinnusjúkugrunnin og loysir tey úr starvi. Setan av leiðandi starvsfólki skal góðkennast av nevndini.
§ 17. Um grunnurin verður lagdur til annan almennan stovn sbrt. § 9, stk. 2, eru ásetingarnar í § 16 tilsvarandi galdandi fyri viðkomandi almenna stovn.
IV Starvsfólkaviðurskifti
§ 18. Starvsfólk hjá Vinnusjúkugrunninum verða sett í starv ella loyst úr starvi og lønt sambært reglum sum galda fyri starvsfólk hjá tí almenna.
Stk. 2. Lønarútreiðslur og eftirlønarútreiðslur verða goldnar av Vinnusjúkugrunninum.
V Samsýning
§ 19. Limir í nevndini fáa samsýning eftir reglum, sum landsstýrið setur fyri fundarpening. Aðrar uppgávur hjá formanni, sum ikki eru umfataðar av regluligum nevndarfundi verða samsýndar eftir reglum fyri slíkum samsýningum hjá landsstýrinum.
Stk.2. Landsstýrið kann gera av at veita fasta samsýning fyri hvønn mánað.
Stk.3. Umsitingarútreiðslur grunsins verða goldnar av rakstri grunsins sbr. § 4.
VI Roknskapur, grannskoðan og ársfrágreiðing
§ 20. Vinnusjúkugrunnurin hevur sjálvstøðugan roknskap. Roknskaparhaldið skal fylgja lógini um landsins almenna roknskaparhald v.m.
Stk. 2. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum nevndin velur, og verður lagdur við sum fylgiskjal til landsroknskapin.
Stk. 3. Grannskoðaði roknskapurin verður sendur landsstýrismanninum við frágreiðing um virksemið í farna ári.
Broytingar í viðtøkunum
§ 21. Landsstýrið ger broytingar í viðtøkunum. Broytingarnar í viðtøkunum kunnu verða gjørdar eftir tilmæli frá nevndini og leiðslu.
Avtøka av grunninum
§ 22. Verður grunnurin avtikin, fellur fæið í grunninum aftur til landskassan.
Gildiskoma
§ 23. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2010.
Vinnumálaráðið, 17. desember 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)