19. desember 2017Nr. 163
Kunngerð um broyting í kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC
(Broyta friðað øki í Hatton-Rockall Basin)
§ 1
Í kunngerð nr. 113 frá 11. desember 2014 um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC verður § 3, stk. 17 orðað soleiðis:
”Stk. 17. Í Hatton-Rockall Basin innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð:
1) 58°06.46 N 16°37.15 V
2) 58°15.93 N 16°28.46 V
3) 58°06.77 N 16°10.40 V
4) 58°03.43 N 16°10.43 V
5) 58°01.49 N 16°25.19 V
6) 58°02.62 N 16°36.96 V
7) 58°06.46 N 16°37.15 V”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 19. desember 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)