28. desember 2017Nr. 177
Kunngerð um broyting í kunngerð um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss
(Broyting av inngangi og broyting av ferðaendurgjaldi)
§ 1
Í kunngerð nr. 63 frá 23. apríl 2003 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 33, stk. 6 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 og løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002, verður ásett:”
2. Í § 2, stk. 1 verður “kr. 3.500,00” broytt til: “kr. 2.600,00”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018.
Mentamálaráðið, 28. desember 2017
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Martin Næs (sign.)