Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2017Nr. 178
Kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi
Við heimild í § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3 og 5 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð ásetir reglur um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi og at friða Føroya Banka.
Allýsing
§ 2. Grundlinjur í hesi kunngerð eru tær, ið eru ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne.
Leiðir, friðaðar fyri veiðu við troli
§ 3. Veiða við troli er ikki loyvd í teimum í stk. 2-20 nevndu leiðum og tíðarskeiðum.
Stk. 2. Alt árið innan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, undantikið fiskifør, ið hava serstakt loyvi til veiðu við troli.
Stk. 3. Í øki B í tíðarskeiðinum frá 20. januar til 1. mars, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 61°10'00"N 09°35'00"V
2) 61°35'00"N 09°35'00"V
3) 61°35'00"N 09°20'00"V
4) 61°28'00"N 09°20'00"V
5) 61°10'00"N 09°28'00"V
6) 61°10'00"N 09°35'00"V
Stk. 4. Í øki C alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 61°44'48"N 07°43'18"V
2) 61°32'48"N 08°20'30"V
3) 61°49'00"N 08°41'48"V
4) 61°57'00"N 08°16'30"V
5) 61°57'00"N 07°59'30"V
Stk. 5. Í øki D alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 62°26'05"N 07°30'00"V
2) 62°30'00"N 07°30'00"V
3) 62°30'00"N 08°00'00"V
4) 62°35'00"N 08°00'00"V
5) 62°47'00"N 07°12'05"V
6) 62°47'00"N 06°30'00"V
7) 62°35'00"N 06°30'00"V
Stk. 6. Í øki E í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 62°25'00"N 05°52'00"V
2) 62°25'00"N 05°16'00"V
3) 62°03'00"N 05°18'00"V
4) 62°03'00"N 05°50'00"V
5) 62°00'00"N 05°50'00"V
6) 62°00'00"N 05°57'05"V
Stk. 7. Í øki F alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 61°12'00"N 06°22'00"V
2) 61°03'00"N 06°17'00"V
3) 61°00'00"N 06°07'00"V
4) 60°42'00"N 06°11'00"V
5) 60°45'00"N 06°17'00"V
6) 60°45'00"N 06°36'00"V
7) 61°27'00"N 07°30'00"V
8) 61°32'30"N 07°27'00"V
Stk. 8. Í øki G alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 61°37'00"N 07°33'00"V
2) 61°30'00"N 07°45'00"V
3) 61°26'00"N 07°45'00"V
4) 61°26'48"N 07°49'12"V
5) 61°27'18"N 08°04'00"V
6) 61°29'00"N 08°10'00"V
7) 61°30'30"N 08°13'00"V
8) 61°34'30"N 08°15'00"V
9) 61°36'00"N 08°10'00"V
10) 61°31'30"N 07°56'00"V
11) 61°41'00"N 07°38'30"V
Stk. 9. Í øki H í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum breiddarstigið 61°57'00"N og 315° rættvísandi úr Barðinum 62°08'48"N 07°26'00"V.
Stk. 10. Í øki I, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum 62°08'48"N 07°26'00"V og innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 62°30'00"N 07°45'00"V
2) 62°30'00"N 07°30'00"V
3) 62°26'05"N 07°30'00"V
Stk. 11. Í øki J, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar úr grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30'00"V og norðan fyri breiddarstigið 62°25'00"N.
Stk. 12. Í øki K í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60°54'00"N 06°04'00"V
2) 60°51'00"N 06°04'00"V
3) 60°51'00"N 05°56'00"V
4) 60°54'00"N 05°56'00"V
5) 60°54'00"N 06°04'00"V
Stk. 13. Í øki L í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60°26'00"N 06°32'00"V
2) 60°35'00"N 06°35'00"V
3) 60°35'00"N 06°09'00"V
4) 60°26'00"N 06°10'00"V
Stk. 14. Í øki M í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. juni, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 006°30,000 V og longdarstigið 006°00,000 V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44,000 N - 006°30,000 V og 62°37,000 N - 006°00,000 V.
Stk. 15. Í øki P alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°37,000 N 007°33,000 V
2) 61°30,000 N 007°45,000 V
3) 61°26,000 N 007°45,000 V
4) 61°25,416 N 008°01,000 V
5) 61°32,800 N 008°20,500 V
6) 61°36,000 N 008°10,000 V
7) 61°31,500 N 007°56,000 V
8) 61°41,000 N 007°38,500 V
9) 61°37,000 N 007°33,000 V
Stk. 16. Í øki R, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°36,000 N 008°10,000 V
2) 61°31,500 N 007°56,000 V
3) 61°41,000 N 007°38,500 V
4) 61°44,800 N 007°43,300 V
5) 61°36,000 N 008°10,000 V
Stk. 17. Í øki S, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meiri, alt árið sunnan fyri Skeivabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°37,000 N 007°33,000 V
2) 61°30,000 N 007°45,000 V
3) 61°26,000 N 007°45,000 V
4) 61°27,000 N 007°30,000 V
5) 61°32,500 N 007°27,000 V
6) 61°37,000 N 007°33,000 V
Stk. 18. Í øki T alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 62°38,0 N 08°00,0 V
2) 62°29,8 N 08°00,0 V
3) 62°12,0 N 08°34,5 V
4) 62°12,0 N 08°46,0 V
5) 62°18,0 N 08°45,0 V
6) 62°38,0 N 08°00,0 V
Stk. 19. Í øki U alt árið innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 62°24'00"N 05°00'00"V
2) 62°30'00"N 05°06'00"V
3) 62°32'00"N 05°20'00"V
4) 62°28'00"N 05°20'00"V
5) 62°27'00"N 05°10'00"V
6) 62°24'00"N 05°06'00"V
7) 62°24'00"N 05°00'00"V
Stk. 20. Í øki I, sambært stk. 10, øki J, sambært stk. 11, øki R, sambært stk. 16, og øki S, sambært stk. 17, er partrol ella dupulttrol ikki loyvt.
Stk. 21. Veiðibannið í stk. 1-20 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri.
Korallfriðingar
§ 4. Fyri at varðveita økir við korallum, verða hesi øki friðað fyri allari troling í teimum í stk. 2-4 nevndu økjum.
Stk. 2. Øki 1: Suður av Suðuroyarbanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°09’5 N 005°23’0 V
2) 60°58’5 N 005°33’0 V
3) 60°53’0 N 006°00’0 V
4) 61°09’0 N 006°10’0 V
5) 61°09’5 N 005°23’0 V
Stk. 3. Øki 2: Vestur av Munkagrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 60°41’0 N 006°46’5 V
2) 60°35’4 N 006°39’6 V
3) 60°33’5 N 006°28’3 V
4) 60°36’0 N 006°30’6 V
5) 60°41’0 N 006°46’5 V
Stk. 4. Øki 3: Vestur av Ytrabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 60°28’0 N 010°58’0 V
2) 60°28’0 N 010°56’0 V
3) 60°25’0 N 010°54’0 V
4) 60°25’0 N 010°58’0 V
5) 60°28’0 N 010°58’0 V
Føroya Banki
§ 5. Á Føroya Banka, øki A, er í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60°50'00"N 07°57'00"V
2) 61°03'00"N 07°57'00"V
3) 61°15'30"N 08°16'00"V
4) 61°13'20"N 08°42'12"V
5) 61°00'00"N 09°11'00"V
6) 60°48'40"N 09°25'00"V
7) 60°24'00"N 09°07'00"V
8) 60°50'00"N 07°57'00"V
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 er, í øki A í tíðarskeiðinum frá 1. september til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, loyvt at veiða innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60°50'00"N 07°57'00"V
2) 60°57'20"N 07°57'00"V
3) 60°45'40"N 08°37'00"V
4) 60°36'30"N 08°45'00"V
5) 60°26'00"N 09°08'25"V
6) 60°24'00"N 09°07'00"V
7) 60°50'00"N 07°57'00"V
Stk. 3. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um fiskiskap eftir botnfiski, sum er skipaður í kunngerð við heimild í løgtingslógini.
Revsing
§ 6. Brot á §§ 3-5 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildiskoma
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 20. januar 2005 um friðað øki fyri troling.
Fiskimálaráðið, 29. desember 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)