Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2017Nr. 179
Kunngerð um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski, sum broytt við kunngerð nr. 15 frá 28. februar 2018
Við heimild í § 49, stk. 2, § 50, stk. 2 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Landing í Føroyum
§ 1. Øll veiða hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum, samanber tó stk. 2.
Stk. 2. Nevndu fiskasløg eru fevnd av ásetingini í stk. 1:
1) Blálonga.
2) Brosma.
3) Gulllaksur.
4) Havtaska.
5) Heystgýtandi sild.
6) Hvítingur.
7) Hýsa.
8) Hummari.
9) Kalvi.
10) Kongafiskur.
11) Liri.
12) Longa.
13) Makrelur.
14) Norðhavssild.
15) Reyðsprøka.
16) Skøta.
17) Steinbítur.
18) Svartkalvi.
19) Svartkjaftur.
20) Toskur.
21) Tunga.
22) Upsi.
Stk. 3. Øll veiða skal landast um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.
Uppboðssøla av veiddum fiski
§ 2. 1) Í tíðarskeiðinum 1. januar 2018 til 31. mars 2018 eru eingin fiskasløg ella fiskaúrdráttir fevnd av kravinum í § 50, stk. 1 í løgtingslógini um, at í minsta lagi 25% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.
Revsireglur
§ 3. Brot á § 1 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildiskoma
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018.
Fiskimálaráðið, 29. desember 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)