Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 30-12-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 185 frá 29. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. desember 2017Nr. 185

Kunngerð um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi við Svalbard í 2018

Við heimild í § 5, stk. 2, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3 og 4, stk. 2, nr. 2 og stk. 3 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski í fiskiverndarøkinum við Svalbard og eftir rækjum í fiskiverndarøkinum við Svalbard, í sjóumveldinum við Svalbard og á innaru leiðum í 2018.

Kapittul 2

Veiða eftir botnfiski

Heildarkvotur og býti av kvotunum

§ 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska 1.576 tons av toski og 380 tons av øðrum botnfiski í fiskiverndarøkinum við Svalbard.

Stk. 2. Hýsa, svartkalvi og kongafiskur kunnu bert veiðast sum hjáveiða. Hjáveiðan av hýsu kann í mesta lagi vera 14% av veiðinøgdini í hvørjum háli og av landaðari veiðu. Hjáveiðan av svartkalva kann í mesta lagi vera 12% av veiðinøgdini í hvørjum háli og 7% av veiðuni, tá túrur endar og av landaðari veiðu. Hjáveiðan av kongafiski kann í mesta lagi vera 20% av veiðinøgdini í hvørjum háli og av landaðari veiðu. Samlaða hjáveiðan av nevndu fiskasløgum og veiða av øðrum botnfiski enn toski kann tó ikki fara uppum 380 tons.

Stk. 3. Av heildarkvotunum, sambært stk. 1, verða 1.305 tons av toski og 315 tons av øðrum botnfiski latin persóni ella felagi, sum í 2017 við fiskifari undir føroyskum flaggi hevði rætt til fiskiloyvi at fiska eginkvotu av botnfiski við Svalbard. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.

Stk. 4. Av heildarkvotunum, sambært stk. 1, verður rætturin at veiða 271 tons av toski og 65 tons av øðrum botnfiski seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 15 í løgtingslógini.

Fiskiloyvi

§ 3. Fiskiskapur eftir botnfiski í fiskiverndarøkinum við Svalbard kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.

Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kann fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.

Stk. 3. Fiskiloyvi til kvotu sambært § 2, stk. 3 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.

§ 4. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í fiskiverndarøkinum við Svalbard.

Kapittul 3

Veiða eftir rækjum

Veiðirættindi og býti av rættindunum

§ 5. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 veiða eftir rækjum í upp til 922 dagar við Svalbard.

Stk. 2. Í mesta lagi 11 føroysk fiskifør kunnu vera til fiskiskap í senn eftir rækjum við Svalbard.

Stk. 3. Av fiskidøgunum, sambært stk. 1, verða 508 fiskidagar latnir teimum, sum í 2016 fingu útskrivað fiskiloyvi til, við fiskifari undir føroyskum flaggi, at veiða rækjur í NEAFC skipanarøkinum ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við felags fiskidøgum.

Fiskiloyvi

§ 6. Fiskiskapur eftir rækjum við Svalbard kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað eru á lista yvir fiskifør, sum eru skrásett til veiðu eftir rækjum við Svalbard hjá norskum fiskivinnumyndugleikum.

Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kann fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.

Stk. 3. Fiskiloyvi til fiskidagar sambært § 5, stk. 3 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.

§ 7. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í fiskiverndarøkinum við Svalbard, í sjóumveldinum við Svalbard og á innaru leiðum.

Kapittul 4

Fráboðanir, revsing og gildistíð

Fráboðanir

§ 8. Fiskifar, sum fiskar við Svalbard sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:

1)   Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiverndarøkið við Svalbard.

2)   Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)   Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiverndarøkinum við Svalbard.

Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda norskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í fiskiverndarøkinum við Svalbard.

Revsing

§ 9. Brot á § 3, stk. 1, § 6, stk. 1 og § 8 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 3 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.

 

 

Fiskimálaráðið, 29. desember 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiverndarøkið við Svalbard.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiverndarøkinum við Svalbard.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking