Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2017Nr. 188
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2018
Við heimild í § 34, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 39, stk. 1, nr. 1, 3 og 5, stk. 2, nr. 2, 4, 5 og 10 og stk. 3, § 44 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í NEAFC skipanarøkinum í 2018.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) NEAFC: North East Atlantic Fisheries Commission, sum er fiskiveiðifelagsskapur fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum.
2) NEAFC sáttmálaøkið: Tað økið, sum er umfatað av Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980.
3) NEAFC skipanarøkið: Tann parturin av NEAFC sáttmálaøkinum, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondum.
4) Djúphavsfiskur: Tey fiskasløg, ið eru nevnd í skjali 1.
5) Botnfiskiskapur: Fiskiskapur við reiðskapi, sum undir fiskiskapi vanliga nertir við havbotnin, herundir botntrol og botnlína.
Kapittul 2
Veiða eftir djúphavsfiski og øðrum fiski
Djúphavsfiskur yvirhøvur
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 royna í mesta lagi 341 fiskidagar á teimum leiðum í NEAFC skipanarøkinum, har botnfiskiskapur er loyvdur, eftir teimum í skjali 1 nevndu fiskasløgum.
Langasporl
§ 4. Umframt avmarkingina í § 3 er veiða av langasporli í 2018 avmarkað við kvotum á ávísum leiðum, sum ásett í stk. 2-4. Kvoturnar eru felagskvotur fyri allar NEAFC sáttmálapartar.
Stk. 2. Veiða av kubbuta langasporli er avmarkað til í mesta lagi 717 tons á leiðum í NEAFC skipanarøkinum norðan fyri 43°00'00"N og vestan fyri eina linju drigna millum hesi støð:
1) 43°00'00"N, 18°00'00"V
2) 54°30'00"N, 18°00'00"V
3) 54°50'00"N, 24°00'00"V
4) 60°00'00"N, 24°00'00"V
Stk. 3. Veiða av kubbuta langasporli er avmarkað til í mesta lagi 526 tons á eini leið í NEAFC skipanarøkinum innan fyri eina linju drigna millum hesi støð:
1) 60°00'00"N, 18°00'00"V
2) 54°30'00"N, 18°00'00"V
3) 54°30'00"N, 24°00'00"V
4) 60°00'00"N, 24°00'00"V
5) 60°00'00"N, 18°00'00"V
Stk. 4. Veiða av kubbuta langasporli er avmarkað til í mesta lagi 1.170 tons á eini leið í NEAFC skipanarøkinum eystan fyri 18°00'00"V millum 48°00'00"N og 60°00'00"N.
Stk. 5. Beinleiðis veiða eftir rísna langasporli og trantlangasporli er bannað í teimum í stk. 2-4 nevndu økjum.
Búrfiskur
§ 5. Umframt avmarkingina í § 3 skal samlaða veiðan av búrfiski hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi í NEAFC skipanarøkinum ikki fara upp um 150 tons í 2018.
Stk. 2. Norðan fyri 48°00'00"N í NEAFC skipanarøkinum er beinleiðis veiða eftir búrfiski bert loyvd vestan fyri eina linju drigna eftir 18°00'00"V.
§ 6. Beinleiðis fiskiskapur eftir búrfiski, sambært § 5, kann bert fara fram, um eygleiðari er umborð. Eygleiðarin skal, eftir leiðbeining frá Havstovuni, gera mátingar av fongi, taka sýni o.tíl. Eygleiðarin skal vera komin umborð, áðrenn fiskiskapurin byrjar. Fiskifarið ber útreiðslur til løn, kost og uppihald hjá eygleiðaranum. Eygleiðarin skal frítt kunna nýta samskiftisútgerð umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Fiskiloyvi
§ 7. Fiskiskapur eftir djúphavsfiski, sambært § 3, og langasporli, sambært § 4, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Bert persónar ella feløg, ið lúka treytirnar í §§ 5, 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kunnu fáa fiskiloyvi útskrivað sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. Rættindi at fiska, sambært stk. 1, verða latin persóni ella felag, sum í tíðarskeiðinum 2006 til og við 2017 við fiskifari undir føroyskum flaggi hevur fiskað djúphavsfisk í NEAFC skipanarøkinum, ella sum í 2018 hava rætt til at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi.
§ 8. Beinleiðis fiskiskapur eftir búrfiski, sambært § 5, kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið serstakt fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Rættindi at fiska, sambært stk. 1, verða latin tí persóni ella felag, sum í 2017 hevði serstakt loyvi til beinleiðis veiði eftir búrfiski í NEAFC skipanarøkinum. Fiskiskapurin eftir búrfiski í 2018, sambært hesi kunngerð, verður skipaður við felags árskvotu.
§ 9. Fiskiloyvi til rættindi sambært §§ 3-5 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.
§ 10. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í NEAFC skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC skipanarøkinum.
Veiðibann fyri ávís fiskasløg
§ 11. Øll beinleiðis veiða eftir teimum í skjali 2 nevndu fiskasløgum er bannað.
Kapittul 3
Veiða eftir rækjum
§ 12. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 royna eftir rækjum í NEAFC skipanarøkinum, sum er norðan fyri 62°00'00''N.
Stk. 2. Rættindi at fiska rækjur, sambært stk. 1, verða latin teimum, sum í 2016 fingu fiskiloyvi av veiða rækjur í NEAFC skipanarøkinum.
Stk. 3. Tá roynt verður við troli eftir rækjum í NEAFC skipanarøkinum, skal trolið hava innsetta skiljirist. Skiljiristin skal í mesta lagi hava 22 mm millum rimarnar.
Kapittul 4
Ymiskar ásetingar
Tíðaravmarkað gýtingarfriðing
§ 13. Fyri at verja gýtingarleiðir hjá blálongu, er allur fiskiskapur við botnreiðskapi bannaður frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60° 58'76 N, 27° 27'32 V
2) 60° 56'02 N, 27° 31'16 V
3) 60° 59'76 N, 27° 43'48 V
4) 61° 03'00 N, 27° 39'41 V
Hýsuleiðir
§ 14. Fyri at verja hýsu, er allur fiskiskapur, lína undantikin, bannaður á leiðum innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 57° 00'00 N, 15° 00'00 V
2) 57° 00'00 N, 14° 00'00 V
3) 56° 30'00 N, 14° 00'00 V
4) 56° 30'00 N, 15° 00'00 V
Hávafjarðar
§ 15. Tað er ikki loyvt at skera burtur hávafjarðar ella hava umborð, umskipa og landa hávafjarðar.
Leiðir, friðaðar fyri botnreiðskapi
§ 16. Fiskifør við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð hava bert loyvi at royna við botnreiðskapi í NEAFC skipanarøkinum samsvarandi ásetingunum í kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC.
Gørn
§ 17. Øll veiða við gørnum er bannað á leiðum í NEAFC skipanarøkinum, har dýpið er meira enn 200 metrar.
Útblakingarbann
§ 18. Bannað er at blaka ella sleppa veiðu útaftur.
Sýni
§ 19. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 20. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 21. Fiskifør, sum fiska í NEAFC skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 3:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í NEAFC skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr NEAFC skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC skipanarøkinum.
Kapittul 5
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 22. Brot á § 4, stk. 5, § 5, stk. 2, § 6, § 7, stk. 1, § 8, stk. 1, § 10, § 12, stk. 3, §§ 13-18 og 21 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 19 ella 20.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 23. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.
Fiskimálaráðið, 29. desember 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fiskasløg, fevnd av skipanini í fiskiskapi eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi (NEAFC) við fiskidøgum
Føroyskt navn | Enskt navn | Latínskt navn |
Glámur, slætthøvd | Bairds's smoothhead | Alepocehalus bairdii |
Risso's smoothhead | Risso's smoothhead | Alepocephalus rostratus |
Rottutrónur | Blue antimora | Antimora rostrata |
Stinglaksur | Black scabbardfish | Aphanopus carbo |
Gulllaksur | Greater silver smelt | Argentina silus |
Alfonsinus | Alfonsinus | Beryx spp. |
Brosma | Tusk | Brosme brosme |
Krabbi | Deep-water red crab | Chacon (Geyron) affinis |
Havállur | Conger eel | Conger conger |
Kubbuta langasporl | Roundnose grenadier | Coryphaenoides rupestris |
Kikarafiskur | Black cardinal fish | Epigonus telescopus |
Kjaftsvarti kongafiskur | Bluemouth redfish | Helicolenus dactylopterus |
Búrfiskur | Orange roughy | Hoplostethus atlanticus |
Brynjubúrfiskur | Silver roughy (pink) | Hoplostethus mediterraneus |
Silvurstinglaksur | Silver scabbard fish | Lepidopus caudatus |
Úlvfiskur | Eelpout | Lycodes esmarkii |
Rísna langasporl | Roughhead grenadier | Marcrourus berglax |
Blálonga | Blue ling | Molva dypterigia |
Longa | Ling | Molva molva |
Morafiskur | Common mora | Mora moro |
Red sea bream | Red sea bream | Pagellus bogaraveo |
Lítlabrosma | Forkbeards | Phycis spp. |
Rekfiskur | Wreckfish | Polyprion americanus |
Klingruskøta | Round skate | Raja fyllae |
Íshavsskøta | Artic skate | Raja hyperborea |
Svartaskøta | Norwegian skate | Raja nidarosiensis |
Svartkalvi | Greenland halibut | Reinhardtius hippoglossoides |
Lítli kongafiskur | Small redfish | Sebastes viviparus |
Spiny scorpionfish Trant langasporl | Spiny scorpionfish Roughsnout grenadier | Trachyscorpia cristulata. Trachyrinchus scabrus |
Skjal 2
Allur beinleiðis fiskiskapur eftir hesum fiskasløgum er bannaður:
Føroyskt navn | Enskt navn | Latínskt navn |
Brugda | Basking shark | Cetorhinus maximus |
Hemari | Porbeagle | Lamna nasus |
Hávur | Spiny dogfish, spurdog | Squalus acantihias |
Íslandshávur | Iceland catshark | Apristuris spp. |
Gulper shark | Gulper shark | Centrophorus granulosus |
Skrubbhávur | Leafscale gulper shark | Centrophorus squamosus |
Svarthávur | Black dogfish | Centroscyllium fabricii |
Glíggjhávur | Portuguese dogfish | Centroscymnus coelolepis |
Langitrantur | Longnose velvet dogfish | Centroscymnus crepidater |
Állahávur | Frilled shark | Chlamydoselachus anguineus |
Høvuðlítli hávur | Kitefin shark | Dalatias licha |
Nevhávur | Birdbeak dogfish | Deania calceus |
Døkkhávur | Great lanternshark | Etmopterus princeps |
Búksvarti hávur | Velvet belly | Etmopterus spinax |
Ringhávur | Blackmouth dogfish | Galeus melastomus |
Jensens hávur | Mouse catshark | Galeus murinus |
Sekstáknuhávur | Bluntnose six-gilled shark | Hexanchus griseus |
Hornhávur | Sailfin roughshark (Sharpback shark) | Oxynotus paradoxus |
Knifetooth dogfish | Knifetooth dogfish | Scymnodon ringens |
Hákelling | Greenland shark | Somniosus microcephalus |
Havmús | Rabbit fish | Chimaera monstrosa |
Fjaðurfagra havmús | Large-eyed rabbit fish (ratfish) | Hydrolagus mirabilis |
Tranthavmús | Straightnose rabbitfish | Rhinochimaera atlantica |
Skjal 3
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |