Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 30-12-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 189 frá 29. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. desember 2017Nr. 189

Kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2018

Við heimild í § 36, stk. 4, § 37, stk. 2, § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3, 4 og 6, stk. 2, nr. 2, 5, 6, 7, 8 og 9 og stk. 3, § 44, stk. 1, og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin fevnir um beinleiðis fiskiskap eftir svartkjafti og makreli í føroyskum sjógvi, umframt royndarveiðu á djúpum vatni, við skipum undir russiskum flaggi samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Russland.

Kapittul 2

Veiða eftir svartkjafti

§ 2. Loyvt er skipum undir russiskum flaggi at fiska 81.000 tons av svartkjafti, Micromesistius poutassou, í føroyskum sjógvi í 2018.

§ 3. Umframt kvotuna, sambært § 2, hava skip undir russiskum flaggi atgongd at veiða í mesta lagi 25.736 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2018, sum er partur av russisku svartkjaftakvotuni í altjóða sjógvi í NEAFC skipanarøkinum í 2018.

Fiskileiðir

§ 4. Loyvt er ikki at royna eftir svartkjafti við troli á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3.

Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   62°50'00"N, 07°11'00"V

2)   62°53'00"N, 06°40'00"V

3)   62°50'00"N, 06°10'00"V

4)   62°43'00"N, 05°38'00"V

5)   62°32'00"N, 05°02'00"V

6)   62°25'00"N, 04°15'00"V

7)   62°19'00"N, 04°00'00"V

8)   62°01'00"N, 04°00'00"V

9)   61°17'00"N, 04°56'00"V

10) 60°26'00"N, 06°10'00"V

11) 60°26'00"N, 06°32'00"V

12) 60°35'00"N, 06°35'00"V

13) 61°23'00"N, 07°30'00"V

14) 61°25'25"N, 08°01'00"V

15) 61°32'48"N, 08°20'30"V

16) 61°49'00"N, 08°41'50"V

17) 62°00'00"N, 10°00'00"V

18) 62°40'00"N, 10°00'00"V

19) 62°40'00"N, 08°00'00"V

20) 62°50'00"N, 07°11'00"V

Stk. 3. Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   60°50'00"N, 07°57'00"V

2)   61°03'00"N, 07°57'00"V

3)   61°15'30"N, 08°16'00"V

4)   61°13'20"N, 08°42'12"V

5)   61°00'00"N, 09°11'00"V

6)   60°48'40"N, 09°25'00"V

7)   60°24'00"N, 09°07'00"V

8)   60°50'00"N, 07°57'00"V

Reiðskapur

§ 5. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.

§ 6. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N, og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið.

Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón.

Kapittul 3

Veiða eftir makreli

§ 7. Loyvt er skipum undir russiskum flaggi at fiska 13.600 tons av makreli, Scomber scrombrus, í føroyskum sjógvi í 2018.

Reiðskapur

§ 8. Tá makrelur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.

Fiskileiðir

§ 9. Kvotan, sambært § 7, kann bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum.

§ 10. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki ásettar í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi.

§ 11. Kemur skip inn í øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir.

Ymiskar ásetingar um útgerð umborð fyri skip, sum veiða makrel

§ 12. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.

§ 13. Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.

§ 14. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum.

§ 15. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.

Kapittul 4

Royndarveiða eftir djúphavsfiski

§ 16. Loyvt er 5 skipum undir russiskum flaggi at royndarfiska eftir djúphavsfiski á leiðum, har dýpið er meira enn 700 metrar. Treyt er, at ein vísindaligur eygleiðari er umborð. Í mesta lagi 3 skip kunnu vera til fiskiskap samstundis.

Stk. 2. Loyvt er tveimum av teimum í stk. 1 nevndu skipum at royndarfiska í føroyskum sjógvi á leiðunum við Ytsta Banka og Ytra Banka á dýpi millum 500-700 metrar. Mest loyvda veiðan er 500 tons av djúphavsfiski.

Kapittul 5

Ymiskar ásetingar

Loyvi

§ 17. Fiskifør undir russiskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum Russland hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum.

Tal av skipum

§ 18. Hesar avmarkingar eru um tal av skipum undir russiskum flaggi, sum samstundis kunnu fiska svartkjaft og makrel:

1)   Í tíðarskeiðinum 1. januar til og við 31. mars: 20 skip.

2)   Í tíðarskeiðinum 1. apríl til og við 31. oktober: 29 skip. Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. mai kann Vørn, um ov trongt gerst á fiskileiðini, avmarka talið niður til 16 skip á øki ásett av Vørn.

3)   Í tíðarskeiðinum 1. november til og við 31. desember: 28 skip.

Hjáveiða í fiskiskapi eftir svartkjafti og makreli

§ 19. Í fiskiskapi eftir svartkjafti kann hjáveiðan av sild í mesta lagi vera 3% og hjáveiðan av ansjós, anchovy, í mesta lagi 10% av samlaðu veiðuni fyri hvørja landing. Hjáveiðan verður mótroknað kvotuni av svartkjafti sambært § 2.

§ 20. Í fiskiskapi eftir makreli kann hjáveiðan av sild í mesta lagi vera 49% av samlaðu veiðuni fyri hvørja landing.

§ 21. Samlaða hjáveiðan av sild í fiskiskapinum eftir svartkjafti og makreli skal ikki vera meiri enn 9.100 tons.

§ 22. Í fiskiskapi eftir svartkjafti ella í fiskiskapi eftir makreli skal samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur, hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin, vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.

Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, er íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.

§ 23. Í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meiri enn 50% í tali. Svartkjaftur, ið er minni enn 23 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.

Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.

§ 24. Sambært § 69, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn áseta bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann kann lýsast fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.

Umrokningarfaktorar

§ 25. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri makrel:

1)   Kruvdur, við høvdi: 1,15.

2)   Kruvdur, avhøvdaður: 1,30.

3)   Flak við skræðu og beinum: 2,60.

4)   Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,60.

5)   Flak, uttan skræðu og bein: 2,60.

6)   Fiskamjøl: 5,22.

§ 26. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft:

1)   Kruvdur, við høvdi: 1,20.

2)   Kruvdur, avhøvdaður: 1,40.

3)   Flak við skræðu og beinum: 2,80.

4)   Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80.

5)   Flak, uttan skræðu og bein: 2,80.

6)   Fiskamjøl: 5,11.

Undirmálsmakrelur

§ 27. Veiðan av undirmálsmakreli skal ikki vera meiri enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.

Stk. 2. Makrelur, ið er undir 30 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hann er strektur, er undirmálsmakrelur.

Útblaking

§ 28. Loyvt er ikki at blaka ella sleppa fiski útaftur.

Umskipingar

§ 29. Sambært § 37, stk. 1 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd.

Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC reglum hesum viðvíkjandi.

Fráboðanarskyldur

§ 30. Fiskifør undir russiskum flaggi, sum sambært § 17 hava loyvi at fiska á føroysku landleiðunum, skulu senda fráboðan til Vørn, sum nærri ásett í skjali 2 til hesa kunngerð.

Kapittul 6

Revsireglur og gildiskoma

Revsing

§ 31. Brot á §§ 4-6 og 8-13, § 14, 2. pkt., §§ 15-16, 19-20 og 22, § 23, stk. 2, §§ 25-26, § 27, stk. 1 og §§ 28 og 30 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki ger eftir boðum ella fylgir boðum sambært § 14, 1. pkt., ella sum umskipar uttan loyvi sambært § 29, stk. 2.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 32. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.

 

 

Fiskimálaráðið, 29. desember 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

 

 

Skitsa av rist og ristseksjón

 

Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum.

 


 

 

 

 

 

 

Ristseksjón

 

Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.

 


 

 

Skjal 2

 

Fráboðanir til Vørn

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í føroyskt fiskiøki.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi (ikki krav)

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (ikki krav)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav)

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Tá fiskað verður, skal fráboðan sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi (ikki krav)

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (ikki krav)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav)

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið skiftir frá einum fiskaslagi til eitt annað ella gevst at fiska. Verður farið úr føroyskum sjógvi, skal fráboðanin sendast í seinasta lagi 12 tímar áðrenn.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi (ikki krav)

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (ikki krav)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav)

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking