Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mars 2017Nr. 19
Kunngerð um broyting í kunngerð um støðið, viðlíkahald, rakstur v.m. av viðtaluhølum hjá kommunulæknum
(Broyta skjal A og B, sum verða skjal 1 og 2 o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 64 frá 29. september 2004 um støðið, viðlíkahald, rakstur v.m. av viðtaluhølum hjá kommunulæknum, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í heitinum á kunngerðini og í heitunum á kapitli 4 og 5 verður “v.m.” broytt til: “o.a.”.
2. Í § 4, stk. 2 verður “Skjal A” broytt til: “Skjal 1”, og í § 4, stk. 3 verður “Skjal B” broytt til: “Skjal 2”.
3. Skjal A og B, sum verða skjal 1 og 2, til kunngerð nr. 64 frá 29. september 2004 um støðið, viðlíkahald, rakstur v.m. av viðtaluhølum hjá kommunulæknum, verða orðað, sum ásett í skjali 1 til hesa kunngerð.
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Broyttu krøvini til innbúgv, tól og amboð í læknaviðtaluhølum sambært skjali 1 til hesa kunngerð skulu verða lokin í seinasta lagi 1. mai 2017.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 21. mars 2017
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Innbúgv sum kommunan útger læknaviðtaluhølið við
1. Skrivstovuborð til teldu í viðtaluhøli og skrivarahøli.
2. Skrivstovustólar til kommunulækna og hjálpara í viðtaluhølum.
3. Nøktandi tal av borðum og stólum í bíðihølinum.
4. Internet og skerm til elektroniska kunning í bíðihølinum.
5. Skerm til elektroniska kunning í viðtaluhølunum.
6. Skjalasavn til journalir.
7. EDV-útgerð og internetsamband til øll arbeiðshølini.
8. Brandboks til EDV-backup.
9. Tíðarhóskandi telefonútgerð við telefonsvarara, umstilling, t-post adressu, heimasíða o.tíl.
10. Eina fartelefon til hvønn kommunulækna.
11. Kopimaskinu, telefaks og skannara.
12. Makulator.
13. Eitt køliskáp til køkin.
14. Eitt køliskáp til hvønn kommunulækna til vaksinatíonsgoymslu.
15. Ruskíløt.
16. Hydrauliska ella elektriska viðgerðarbrík í øll viðtaluhølir.
17. Sjónvarp, um læknaviðtaluhølið verður nýtt sum undirvísingarhøli.
18. Leikur og lestur til bíðirúm.
19. Tíðarhóskandi dikteringsútgerð, sum er sambundin við talgildu heilsuskipanina.
20. Gardinur ella persiennur til øll vindeygu.
Skjal 2
Tól og amboð sum kommunan útger læknaviðtaluhølið við
1. Incubatur til bakteriudyrkan.
2. Autoklava og hitaovnur til sterilisering av amboðum.
3. HB-metur til mátan av blóðprosenti.
4. Glukometur til mátan av blóðsukri.
5. Bæði anuskop og einnýtis anuskop (endatarmskanningar).
6. EKG tól til hjartafunktiónskanningar við tíðarhóskandi EDV samskifti við sjúkrahúsverkið.
7. CRP tól til máting av brunareaktión í blóði.
8. Otoskop, oftalmoskop og episkop til kanning av ávikavist eygum, oyrum og nøs.
9. Amboðskassi til uppafturlíving og 02 fløska.
10. BT tól til mátingar av blóðtrysti og heima BT-tól við elektroniskari skráseting.
11. Sjónstalva til børn og vaksin umframt spegl (um hølið er styttri enn 6 metrar).
12. Hæddarmátari.
13. Vekt til børn og vaksin.
14. Skurðviðgerðartól, t.d. knívar, saksar, péan, curettir, GU-sett, einnýtis GU-sett, tengur.
15. Ultraljóð Doppler til 1. fosturhjartaljóð og 2. perifert BT.
16. Súgviapparat.
17. Arbeiðslampur: pannulampur og luplampur.
18. Tympanometur.
19. Audiometur.
20. Tíðarhóskandi spirnometritól.
21. Hjartastartara í viðtalu og í bili hjá kommunulækna.
22. 02 saturatiónsmátari.”