Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 30-12-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 194 frá 29. desember 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. desember 2017Nr. 194

Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 28. februar 2018

Við heimild í § 5, stk. 2, § 28, stk. 1, § 34, stk. 1, 2 og 6, § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3 og 4, stk. 2, nr. 2, 4, 6, 7, 8, 9 og 10 og stk. 3, § 44, stk. 1, § 46, stk. 1 og 3, § 47, stk. 2 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin ásetir føroyska svartkjaftakvotu og skipar fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018.

Føroysk kvota og býti av kvotuni

§ 2. Føroyska kvotan av svartkjafti í 2018 er 493.081 tons.

§ 3. Av kvotunum, sambært § 2, verða 393.581 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska.

Stk. 2. Umframt kvotuna, sambært stk. 1, er kvota á 10.000 tons av svartkjafti, sum fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu fiska í ES sjógvi sambært sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og ES í 2018.

§ 4. 262.500 tons av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, og 7.500 tons av kvotuni í ES sjógvi, sambært § 3, stk. 2, verður latin teimum feløgum ella persónum, sum 31. desember 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu rætt til egna árskvotu av svartkjafti, undantikin kvota keypt á uppboði. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.

Stk. 2. Heimilað er rættindahavara, sambært stk. 1, at flyta upp til 10% av egnari árskvotu av svartkjafti í 2017 fram til 2018.

Stk. 3. Heimilað er rættindahavara at flyta upp til 10% av eginkvotuni fyri 2018, sambært stk. 1, fram til 2019. Á sama hátt verður heimilað at fiska upp til 10% upp um tillutaðu eginkvotuna fyri 2018. Ov nógv fiskað í 2018 verður mótroknað av tillutaðari eginkvotu í 2019.

Stk. 4. 1) Tey 262.500 tonsini, sambært stk. 1, kunnu fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES sjógvi av teimum 262.500 tonsunum er avmarkaður til í mesta lagi 15.672 tons. Tey 7.500 tonsini, sambært stk. 1, kunnu bert fiskast í ES sjógvi.

§ 5. 1) Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verður rætturin at veiða 97.627 tons av svartkjafti seldur á uppboðssølu eftir heimildini í § 15 í løgtingslógini. Fiskiskapur eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES sjógvi, av teimum 97.627 tonsunum, er avmarkaður til í mesta lagi 5.828 tons.

Stk. 2. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 2, verður rætturin at veiða 2.500 tons av svartkjafti seldur á uppboðssølu eftir heimildini í § 15 í løgtingslógini. Tey 2.500 tonsini kunnu bert fiskast í ES-sjógvi.

§ 6. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 33.454 tons sett av til menningarkvotur, sambært § 60 í løgtingslógini. Hendan kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.

§ 7. 1) Heimilað er persóni ella felagi, sum í 2017 hevur keypt svartkjaft á uppboði, og sum ikki hevur gagnnýtt alla keyptu kvotuna, at flyta tað, ið er eftir av hesi kvotu í 2017, fram til 2018.

Fiskiloyvi

§ 8. Fiskiskapur eftir svartkjafti, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi til slíkan fiskiskap.

Stk. 2. Bert persónar og feløg, ið lúka treytirnar í §§ 5, stk. 1, 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kunnu fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.

Stk. 3. 1) Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella í NEAFC skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland ella ES hava givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC skipanarøkinum.

Stk. 4. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir svartkjafti, sambært §§ 4 og 7, skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á heimasíðuni hjá Vørn.

Stk. 5. Fiskiloyvi til kvotu sambært § 4 er samstundis ein góðkenning eftir ásetingunum í § 5 í løgtingslógini.

Leiðir

§ 9. Tá fiskað verður í føroyskum sjógvi, er ikki loyvt at royna eftir svartkjafti á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3.

Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   62°50'00"N, 07°11'00"W

2)   62°53'00"N, 06°40'00"W

3)   62°50'00"N, 06°10'00"W

4)   62°43'00"N, 05°38'00"W

5)   62°32'00"N, 05°02'00"W

6)   62°25'00"N, 04°15'00"W

7)   62°19'00"N, 04°00'00"W

8)   62°01'00"N, 04°00'00"W

9)   61°17'00"N, 04°56'00"W

10) 60°26'00"N, 06°10'00"W

11) 60°26'00"N, 06°32'00"W

12) 60°35'00"N, 06°35'00"W

13) 61°23'00"N, 07°30'00"W

14) 61°25'25"N, 08°01'00"W

15) 61°32'48"N, 08°20'30"W

16) 61º49'00"N, 08º41'50"W

17) 62º00'00"N, 10º00'00"W

18) 62º40'00"N, 10º00'00"W

19) 62º40'00"N, 08º00'00"W

20) 62°50'00"N, 07°11'00"W

Stk. 3. Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:

1)   60°50'00"N, 07°57'00"W

2)   61°03'00"N, 07°57'00"W

3)   61°15'30"N, 08°16'00"W

4)   61°13'20"N, 08°42'12"W

5)   61°00'00"N, 09°11'00"W

6)   60°48'40"N, 09°25'00"W

7)   60°24'00"N, 09°07'00"W

8)   60°50'00"N, 07°57'00"W

§ 10. Tá fiskað verður í ES sjógvi, skal skiparin, sambært § 34, stk. 3 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir svartkjafti fyri skip undir føroyskum flaggi í ES sjógvi.

Stk. 2. 1) Tá fiskað verður í íslendskum sjógvi, skal skiparin, sambært § 34, stk. 3 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir svartkjafti fyri skip undir føroyskum flaggi í íslendskum sjógvi.

Reiðskapur

§ 11. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki fara niður um 35 mm.

§ 12. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N, og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''W og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''W og út á fiskimarkið.

Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón.

Partroling

§ 13. Áðrenn fiskifar byrjar at partrola, skal fráboðan sendast Vørn um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.

Stk. 2. Tað er bert loyvt at skifta skip, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum hava veiðu umborð, loyvi at skifta skip, ið partrolað verður saman við, hóast veiðan ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan.

Stk. 3. Tá fiskifør partrola, og annað ella bæði førini hava felagskvotu, verður veiðan, fyri hvørt fiskaslag sær, skrásett javnt býtt millum førini.

Stk. 4. Tá veiða frá partroling verður landað, skulu skipararnir ella eigararnir av fiskiførunum, sum hava partrolað, senda Vørn upplýsingar um helvtina av veiðinøgdini frá partrolingini, greinað á fiskaslag. Hava skipini bæði eginkvotu, er tað tó bert farið, ið landar, sum sendir upplýsingar um veiðinøgdina. Verður landað til flutningsfar, er tað bert skiparin ella eigarin av flutningsfarinum, ið skal senda hesar upplýsingar. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum skulu upplýsingarnar sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Vørn ásetir, og skulu tær sendast í seinasta lagi ein tíma eftir landingina.

Umrokningarfaktorar

§ 14. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft:

1)   Kruvdur, við høvdi: 1,20.

2)   Kruvdur, avhøvdaður: 1,40.

3)   Flak við skræðu og beinum: 2,80.

4)   Flak, uttan skræðu og bein: 2,80.

5)   Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80.

6)   Fiskamjøl: 5,11.

Hjáveiða í føroyskum sjógvi

§ 15. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum fiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir svartkjafti. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni hjá viðkomandi fiskifari.

§ 16. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur í føroyskum sjógvi skal ikki vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.

§ 17. Í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti, skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meiri enn 50% í tali. Svartkjaftur, ið er minni enn 23 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.

Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.

§ 18. Sambært § 69, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.

Hjáveiða í altjóða sjógvi

§ 19. Tá fiskað verður í NEAFC skipanarøkinum, í ICES øki I og II, skal hjáveiðan av pelagiskum kongafiski ikki vera meiri enn 1% av samlaðu veiðuni.

Útblaking

§ 20. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa veiðu útaftur.

Virking, lating og móttøka

§ 21. Fiskifør, og onnur før, undir føroyskum flaggi, kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at virka umborð, lata og taka ímóti svartkjafti í føroyskum sjógvi, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi sambært hesi kunngerð.

Stk. 2. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.

Stk. 3. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við lating, móttøku, at fiskurin skal haldast sundurskildur fyri hvørt skip, sum móttikið verður frá, eygleiðara o.a.

Stk. 4. Verða treytirnar í loyvinum, sambært stk. 1, ikki hildnar, kann Vørn taka loyvið aftur.

Stk. 5. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum í føroyskum sjógvi og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.

Eygleiðari

§ 22. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu. Útreiðslur til løn, kost og uppihald hjá eygleiðara ber farið. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.

Sýni

§ 23. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.

§ 24. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.

Fráboðanir

§ 25. 1) Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 2:

1)   Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í íslendskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, ES sjógv ella NEAFC skipanarøkið.

2)   Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)   Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi, ES sjógvi ella NEAFC skipanarøkinum.

Revsing

§ 26. Brot á § 8, stk. 1 og 3, §§ 9-12, § 13, stk. 1, stk. 2, 1. og 2. pkt. og stk. 4, §§ 14 og 16, § 17, stk. 2 ella §§ 19, 20, 22 og 25 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum virkar, letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi sambært § 21, stk. 1, ella ikki fylgir treytum ásettar sambært § 21, stk. 2, ella sum ikki fylgir boðum sambært §§ 23 ella 24.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 27. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.

 

 

Fiskimálaráðið, 29. desember 2017

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

Skitsa av rist og ristseksjón

 

Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum.

 

 


 

 

Ristseksjón

 

Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.

 


 

 

 

1) Skjal 2

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, ES sjógv ella í NEAFC skipanarøkið.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar
(Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi ES sjógvi ella úr NEAFC skipanarøkinum.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu) í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking

 

 

 

 

Skjal 3

 

Fráboðanir til ES myndugleikar í sambandi við veiðu eftir svartkjafti í ES sjógvi í 2018

 

Føroysk fiskifør, ið hava loyvi at fiska svartkjaft í ES sjógvi, skulu halda seg til hesar treytir um fráboðanir at senda ES myndugleikum:

 

a)   Fiskifar, sum hevur veiðu umborð, kann bert fara til fiskiskap í ES sjógvi, um tað hevur fingið loyvi frá avvarðandi myndugleika í ES limalandi. Fiskifarið skal sigla inn í ES sjógv gjøgnum eitt av hesum eftirlitsøkjum:

 

A.  ICES rektangul 48 E2 í ICES øki VIa

B.  ICES rektangul 50 F1 í ICES øki IVa

C.  ICES rektangul 46 F1 í ICES øki IVa

D.  ICES rektangul 36 D4 í ICES øki VIIc

E.   ICES rektangul 37 D4 í ICES øki VIIc

 

Skiparin á fiskifarinum skal, áðrenn skipið kemur inn í ES sjógv, seta seg í samband við Fisheries Monitoring Centre hjá avvarðandi myndugleika í ES limalandi,

 

(i)   UK (Edinburgh) við telduposti til ukfmc@gov.scot ella á telefon +44 131 271 9700 í seinasta lagi fýra tímar áðrenn skipið kemur inn í eitt av nevndu eftirlitsøkjum A, B ella C, ella

 

(ii)  Írland (Haulbowline) við telduposti til fmcireland@defenceforces.ie ella á telefon (+353 21 4378752) í seinasta lagi 12 tímar áðrenn skipið kemur inn í eitt av eftirlitsøkjunum D ella E.

 

Í fráboðanini skal upplýsast navn, kallibókstavir, havnarkenningarnummar hjá fiskifarinum, samlað nøgd av fiski umborð flokkað eftir fiskasløgum, og á hvørjari knattstøðu (longdarstig/breidddarstig) skiparin væntar, at fiskifarið kemur inn í ES sjógv, umframt økið í ES sjógvi, ætlanin er at byrja fiskiskap. Fiskifarið kann ikki byrja fiskiskap, fyrr enn tað hevur fingið játtan um fráboðanina og boð, um fiskifarið skal kannast ella ikki. Hvør játtan um fráboðan hevur eitt nummar, sum skiparin skal hava umborð, til túrurin endar.

 

Hóast eftirlit vanliga verður gjørt á sjónum, kann avvarðandi myndugleiki í heilt serligum førum krevja, at fiskifarið kemur til eftirlit í Blacksod Bay ella í havn í Killybegs, Lerwick ella Scrabster.

 

b)   Skip, ið sigla inn í ES sjógv við ongari veiðu umborð, eru undantikin ásetingunum í pkt. a). Skipið skal kortini boða avvarðandi myndugleikum frá fýra tímar áðrenn og upplýsa ætlanina í ES sjógvi samsvarandi pkt a).

1)             

c)   Túrurin endar, tá ið skipið fer úr ES sjógvi, ella tá skipið fer í ES havn, og øll veiðan verður landað.

 

Skip kunnu bert fara úr ES sjógvi gjøgnum eitt av hesum eftirlitsleiðum:

 

A.  ICES rektangul 48 E2 í ICES øki VIa

B.  ICES rektangul 46 E6 í ICES øki IVa

C.  ICES rektangul 48 E8, 49 E8 ella 50 E8 í ICES øki IVa

 

Skiparin skal, í seinasta lagi fýra tímar áðrenn skipið fer úr ES sjógvi og kemur í eina av nevndu eftirlitsleiðum, boða UK Fisheries Monitoring Centre (Edinburgh) frá til teldupost ukfmc@gov.scot ella á telefon +44 131 271 9700. Í fráboðanini skal upplýsast navn, kallibókstavir, havnarkenningarnummar hjá fiskifarinum, samlað nøgd av fiski umborð flokkað eftir fiskasløgum, og hvat fyri eftirlitsleið fiskifarið fer úr ES sjógvi ígjøgnum.

 

Skipið skal ikki fara av eftirlitsleiðini, fyrr enn tað hevur móttikið játtan um fráboðanina og boð, um fiskifarið skal kannast ella ikki. Hvør játtan um fráboðan hevur eitt nummar, sum skiparin skal hava umborð, til skipið fer úr ES sjógvi.

 

Hóast eftirlit vanliga verður gjørt á sjónum, kann avvarðandi myndugleiki í heilt serligum førum krevja, at fiskifarið kemur til eftirlit í Blacksod Bay ella í havn í Killybegs, Lerwick ella Scrabster.

 

d)   Fiskifør, ið sigla gjøgnum ES sjógv, skulu hava fiskireiðskapin goymdan burtur, so hann ikki lættliga kann brúkast, samsvarandi hesum treytum:

(i)   Net, vektir og líknandi útgerð skal vera loyst úr trollemmum og trolveirum og breidlum, og

(ii)  net, sum er omandeks, skal vera trygt surrað.

 

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 16 frá 28. februar 2018.