10. januar 2018Nr. 2
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO skipanarøkinum í 2018
(Landing av toski, fiskaður á Flemish Cap)
§ 1
Í kunngerð nr. 187 frá 29. desember 2017 um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO skipanarøkinum í 2018 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í innganginum verður “§ 47, stk. 2” broytt til: “§ 49, stk. 2, 1. pkt.”
2. § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann veiða av toski, fiskaður á Flemish Cap, verða landað uttanlands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. januar 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)