Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 23-03-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 20 frá 16. mars 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

16. mars 2018Nr. 20

Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar,  ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá

(Leingja umsóknarfreistina)

§ 1

Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “6 mánaðir” broytt til: “1 ár”.

 

2.    Í § 4, stk. 3, nr. 7 verður “, umframt váttan um, at móðirin ikki í tí tíðarskeiði, faðirin søkir um barsilspening, samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá Barsils­skipanini fyri hetta tíðarskeið. Hóast hesa áseting hevur faðirin at barninum rætt til barsilspening í upp til 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð” strikað.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Samferðslumálaráðið, 16. mars 2018

 

Henrik Old (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)