21. mars 2017Nr. 22
Kunngerð um at seta í gildi løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013 um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum verður ásett:
§ 1. Løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013 um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum verður sett í gildi 1. apríl 2017.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 21. mars 2017
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)