Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mars 2017Nr. 23
Kunngerð um viðgerð og tøming av barlastarvatni
Við heimild í §§ 11 b og 11 c, § 42, stk. 2 og 3, § 44, stk. 1, nr. 1 og § 45, stk. 1 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013, verður ásett:
Fevnd og allýsingar
§ 1. Kunngerðin ásetur reglur um handfaring av barlastarvatni og botnfalli frá barlastarvatni umborð á skipum og havstøðum fyri at fyribyrgja innrás og spjaðing av fremmandum djórasløgum og plantusløgum og sjúkuelvandi verum úr einum havøki í annað.
§ 2. Í hesi kunngerð skulu hesi heiti skiljast soleiðis:
1) Vatn: Vatn, sjógvur ella blandingar av hesum.
2) Barlastarvatn: Vatn, íroknað ikki upployst evni, sum er tikið inn úr sjónum og brúkt til at rætta upp skip í mun til kjalarhall, slagsíðu, djúpgang, stabilitet ella spenningar í skrokkinum.
3) Ikki upployst evni: Bitlar og pu, sum antin flóta ella sveima í vatni.
4) Botnfall: Bitlar og pu frá barlastarvatni, sum søkka á botn.
5) Skaðiligar og fremmandar verur: Verur í vatni, íroknað sjúkuelvandi verur, sum, tá tær vera sleptar í havið, ósar ella áir, kunnu skaða umhvørvi, fólkaheilsu, ognir og tilfeingi eitt nú við at skerja ella skeikla lívfrøðiliga margfeldið ella órógva aðra lógliga nýtslu av einum øki.
6) Skip: Øll før á sjónum og havstøðir, bæði fastur útbúnaður og flytandi eindir, so sum boriskip, framleiðslufør, goymslufør, íbúðar og tílík før, meðan tey eru støðuføst og verða nýtt til kolvetnisvirksemi.
7) Barlastarvatntangi: Tangar, rúm ella deildir á skipi, sum verða brúktir til barlastarvatn, og slík sum bæði vera brúkt til barlastarvatn og onnur endamál.
8) Barlastarvatnsnøgd: Heildarnøgd í tangunum, máld í rúmmetrum.
9) Sjóumveldið: Sjóøkið út til 12 fjórðingar mált úr grundlinjunum.
10) Føroyskur sjógvur: Sjóøkið innan fyri føroyska fiskimarkið, sum ásett í anordning om fiskeriterritoriet ved Færøerne.
11) IMO: International Maritime Organisation, sum er sjóvinnufelagsskapur Sameindu Tjóða.
12) Sáttmálin um barlastarvatn: International Convention for the Control and Management of Ships Ballast Water and Sediments, 2004, stytt BWMC.
13) Leiðreglur: Leiðreglur at seta í verk sáttmálan um barlastarvatn á ein einsháttaðan hátt.
14) Sáttmálaland: Land, sum hevur tikið undir við sáttmálanum um barlastarvatn.
15) Virkin evni: Evni ella verur, eisini soppar ella virus, sum yvirhøvur ella serstakliga ávirka skaðiligar verur ella patogenir, og sum verða brúkt til at viðgera barlastarvatn.
16) IOPP: International Oil Pollution Prevention Certificate.
17) Cfu: colony forming unit.
§ 3. Kunngerðin er galdandi fyri skip undir føroyskum flaggi, umframt skip undir fremmandum flaggi á føroyska sjóumveldinum og í føroyskum sjógvi, í tann mun tað er í samsvari við altjóða rætt.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir ikki um:
1) Skip, ið ikki eru bygd til at føra barlastarvatn,
2) skip, sum einans hava sama barlastarvatn í heilt lokaðum tangum, ið ikki verður skift út,
3) skip, sum einans sigla í føroyskum sjógvi,
4) skip undir føroyskum flaggi, sum einans sigla í sjógvi undir løgræði hjá einum øðrum landi og tað landið ikki hevur ásett strangari reglur enn sáttmálin ella føroysk lóggáva ásetur,
5) skip, sum eru styttri enn 50 m við tangum til barlastarvatn, sum ikki rúma meira enn 8 rúmmetrar, og sum einans verða brúkt sum stuttleikafør ella kappingarfør, ella at kalla einans verða brúkt til leiting og bjarging. Hesi før skulu tó í størst møguligan mun handfara barlastarvatn og botnfall sambært ásetingunum í §§ 6-9, ella
6) herskip, hjálparskip og sjúkrahússkip o.tíl., sum eitt land eigur ella rekur. Hesi før skulu tó í størst møguligan mun handfara barlastarvatn og botnfall sambært ásetingunum í §§ 6-9.
§ 4. Ásetingarnar um handfaring av barlastarvatni og botnfalli sambært hesi kunngerð eru ikki galdandi tá:
1) Neyðugt er hjá skipi í neyðstøðu at taka barlastarvatn inn ella tøma barlastarvatn ella botnfall út fyri at varðveita trygd skipsins, ella tá um ræður at bjarga mannalívum,
2) barlastarvatn ella botnfall ótilætlað verður tømt út, tí skipið ella útgerð umborð hevur fingið skaða, og øll rímilig tiltøk vórðu sett í verk at fyribyrgja ella avmarka útlátið. Hetta er tó ikki galdandi, um skiparin ella reiðarin við vilja ella av ósketni hava verið atvoldin til skaðan,
3) barlastarvatn og botnfall verður tikið inn ella tømt út fyri at fyribyrgja ella avmarka dálking frá skipinum,
4) barlastarvatn ella botnfall verður tømt á havøki, sum ikki er partur av ásettum serbúskaparøki, 200 fjórðinga fiskimarki ella aðrari viðurkendari marknasetan sambært altjóða havrættarsáttmálanum, treytað av, at barlastarvatnið eisini er tikið inn á hesum økjum,
5) barlastarvatn ella botnfall verður tikið inn og tømt út sama stað, treytað av at tað ikki er blandað saman við óviðgjørdum barlastarvatni úr øðrum økjum.
Viðgerð av barlastarvatni
§ 5. Øll skip skulu lúka ásetingarnar í § 6 um at skifta barlastarvatn.
Stk. 2. Sáttmálin um barlastarvatn fær altjóða gildi 8. september 2017. Eftir henda dag skulu øll skip lúka ásetingarnar í § 7 um viðgerð av barlastarvatni í seinasta lagi við fyrstu endurnýggingina av IOPP-váttanini.
Stk. 3. Krøvini í stk. 2 eru ikki galdandi fyri skip, sum lata barlastarvatn til eina móttøkustøð til barlastarvatn ella til aðrar góðkendar skipanir, ið lúka krøvini til reinsing av barlastarvatni, sum ásett í § 7.
§ 6. Tá barlastarvatn, sum ikki er viðgjørt í eini góðkendari skipan sambært § 7, stk. 3, verður skift, skal í minsta lagi 95% av vatninum í hvørjum tanga, sum verður brúktur til barlastarvatn, tá skipið er í havn, verða skift út. Verður sjógvur pumpaður gjøgnum tangarnar, skal pumpaða sjógvnøgdin vera í minsta lagi tríggjar ferðir so stór sum tann nøgdin av vatni, sum er í hvørjum barlastarvatnstanga, sum verður brúktur, tá skipið kemur í havn.
Stk. 2. Barlastarvatn, sum ikki er viðgjørt í eini góðkendari skipan sambært § 7, stk. 3, skal, um siglingarleiðin loyvir tí, skiftast út í minsta lagi 200 fjórðingar úr landi, har havdýpið í minsta lagi er 200 metrar, og annars so langt úr landi sum gjørligt, men tó í minsta lagi 50 fjórðingar úr landi, har dýpið í minsta lagi er 200 metrar.
§ 7. Skip, sum sambært § 5 skulu viðgera og reinsa barlastarvatnið, skulu gera tað á slíkan hátt, at tá vatnið verður tømt út, skal tað innihalda minni enn:
1) 10 lívførar verur pr. rúmmetur, hvørs minstamát er 50 mikrometrar ella meiri og
2) 10 lívførar verur pr. millilitur, hvørs minstamát er 50 mikrometrar ella minni.
Stk. 2. Skip skulu eisini tryggja, at innihaldið av ávísingarverum í barlastarvatninum er:
1) Minni enn 1 cfu pr. millilitur av eiturelvandi Vibrio cholerae O1 og O139 ella minni enn 1 cfu pr. gram í vátari vekt í royndum av djóraæti,
2) minni enn 250 cfu av escherichia coli pr. 100 millilitur og
3) minni enn 100 cfu av intestinalum enterokokkum pr. 100 millilitur.
Stk. 3. Barlastarvatn skal viðgerast og reinsast í einari góðkendari skipan, hvørs tøkni er góðkend av føroyskum myndugleikum ella av myndugleikum í einum øðrum landi, sum eisini hevur tikið undir við sáttmálanum um barlastarvatn. Brúkar skipanin virkin evni, skal skipanin sambært § 11, stk. 4 eisini vera góðkend av IMO.
§ 8. Har tað ber til, skulu skip lata vera við at taka barlastarvatn, sum inniheldur møguligar skaðiligar ella sjúkuelvandi verur, eitt nú í økjum, har eitrandi æti blómar.
Viðgerð av botnfalli
§ 9. Tað er bannað at tøma botnfall úr barlastarvatnstangum á sjógv.
Stk. 2. Er tørvur á at taka botnfall úr barlastarvatnstangum, skal tað gerast soleiðis, at tað ikki er vandi fyri at botnfall ella leivdir av hesum enda í sjónum.
Undantøk
§ 10. Umhvørvisstovan kann, við støði í einari umsókn, veita skipi, sum siglir í fastari rutu við í minsta lagi einari atløgu í føroyskari havn, undantaksloyvi frá krøvunum um útskifting og viðgerð av barlastarvatni sambært §§ 6 og 7. Fevnir umsóknin um undantaksloyvi eisini um útlát av barlastarvatni á havøkinum hjá einum øðrum sáttmálalandi, skal undantak somuleiðis veitast av hesum landi. Undantaksloyvi verður einans veitt, um vandin fyri at bera skaðiligar verur við barlastarvatninum, verður hildin at vera lítil.
Stk. 2. Undantaksloyvi verður veitt við støði í eini váðameting, sum umsøkjarin skal gera sambært viðkomandi leiðreglum til sáttmálan um barlastarvatn.
Stk. 3. Undantaksloyvi kann í mesta lagi verða latið fyri 5 ár í senn.
Stk. 4. Skip, sum hava fingið undantaksloyvi, kunnu einans blanda barlastarvatn úr havnum ella økjum, sum eru fevnd av undantaksloyvinum. Verður barlastarvatn úr øðrum havnum ella økjum blandað uppí, skal barlastarvatnið skiftast ella viðgerast sambært §§ 6 ella 7, áðrenn skipið aftur er fevnt av undantaksloyvinum.
Stk. 5. Umsókn um undantaksloyvi skal sendast til Umhvørvisstovuna. Verður undantaksloyvi latið, boðar Umhvørvisstovan IMO frá hesum.
Týpugóðkenning av útgerð til barlastarvatn
§ 11. Umsókn um týpugóðkenning av nýggjari útgerð og skipanum til viðgerð av barlastarvatni skal latast Umhvørvisstovuni.
Stk. 2. Umsøkjarin skal fyri egna rokning skjalprógva, at skipanin lýkur viðgerðarkrøvini í § 7.
Stk. 3. Umsøkjarin skal, í samstarvi við eitt av Sjóvinnustýrinum góðkent klassafelag, leggja fram skjøl og skjalprógv fyri, at skipanin lýkur viðgerðarkrøvini í leiðreglunum til sáttmálan um barlastarvatn.
Stk. 4. Metir Umhvørvisstovan, at útgerðin at viðgera barlastarvatn brúkar virkin evni, skal henda nýtsla góðkennast av IMO sambært viðkomandi leiðreglum til sáttmálan um barlastarvatn. Skipanir, ið nýta virkin evni, kunnu bert góðkennast, um IMO frammanundan hevur góðkent nýtslu av hesum evnum. Umhvørvisstovan kunnar umsøkjaran um metingina og um kostnaðin av undangóðkenning, endaligari góðkenning, umsóknargjald til IMO og endurrindan av útreiðslum til klassafeløg og myndugleikar í sambandi við umsóknartilgongdina sambært § 16.
Eftirlit, sýni og inntriv
§ 12. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar.
Stk. 2. Umhvørvisstovan kann gera avtalu við aðrar myndugleikar og stovnar um útinnan av eftirlitsuppgávunum sambært hesi kunngerð.
§ 13. Er tað við eftirliti sambært § 12 ella á annan hátt sáddur ivi um, hvørt reglurnar í hesi kunngerð eru hildnar, kann Umhvørvisstovan skipa fyri, at sýni verða tikin úr nøkrum ella øllum barlastarvatnstangum fyri at kanna og staðfesta, hvørt reglurnar um viðgerð av barlastarvatni eru hildnar.
Stk. 2. Geva kanningarnar sambært stk. 1 ábendingar um, at skipið ikki lýkur krøvini um handfaring av barlastarvatni, kann Umhvørvisstovan heita á Sjóvinnustýrið um at halda skipinum aftur, til fult umboðandi sýni eru tikin av barlastarvatninum. Afturhaldið má ikki hava við sær óneyðuga seinkingar ella útreiðslur fyri skipið.
Stk. 3. Umhvørvisstovan sendir tey í stk. 2 nevndu sýni til óvilduga starvsstovu, sum ger eina gjølliga kanning, hvørs endamál er at fáa greiði á, um skipið hevur hildið krøvini um viðgerð av barlastarvatni.
§ 14. Ikki er loyvt skipi at tøma ella skifta barlastarvatn, meðan eftirlit verður framt sambært §§ 12 og 13, samanber tó § 4.
§ 15. Verður staðfest, at eitt skip hevur brotið ásetingar í hesi kunngerð, skal skiparin, eigarin, stjórin ella brúkarin hava fráboðan um hetta. Skipið kann tó ikki verða hildið aftur ella seinkað longri enn neyðugt fyri at tryggja, at skipið lýkur krøvini í kunngerðini.
Gjøld
§ 16. Fyri viðgerð av umsóknum um týpugóðkenning sambært § 11 og fyri eftirlit, sýnistøku og kanningar sambært §§ 12 og 13, verður gjaldið til Umhvørvisstovuna ásett sambært kunngerðini um gjøld hjá Umhvørvisstovuni fyri umsiting og eftirlit sambært lóggávuni á umhvørvisøkinum.
Stk. 2. Fyri viðgerð av umsóknum um týpugóðkenning av skipanum, sum brúka virkin evni sambært § 11, verður harumframt kravt gjald á 50.000 USD. Upphæddin skal gjaldast Umhvørvisstovuni, sum avgreiðir gjaldið mótvegis IMO. Umsøkjari skal endurrinda klassafeløgum tær útreiðslur, feløgini hava sambært § 11, stk. 3.
Revsing
§ 17. Er harðari revsing ikki ásett sambært aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, ið
1) brýtur ásetingar um handfaring av barlastarvatni sambært §§ 5-8,
2) brýtur ásetingar um handfaring av botnfalli sambært § 9,
3) brýtur treytir fyri undantaksloyvum sambært § 10,
4) letur rangar upplýsingar í sambandi við umsókn um undantaksloyvi sambært § 10 ella týpugóðkenning sambært § 11, ella
5) brýtur forboð móti tøming av barlastarvatni sambært § 14.
Stk. 2. Revsingin kann hækkað til fongsul upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella við grovum ósketni, og um tað við brotinum er
1) voldur skaði á umhvørvið, ella elvt er til vanda fyri slíkum skaða, ella
2) peningaligur fyrimunur er fingin, ella tílíkur fyrimunur hevur verið tilætlaður fyri viðkomandi sjálvan ella onnur, eitt nú við sparingum.
Stk. 3. Er brotið framt av útlendskum skipi, kann revsingin hækka til fongsul í 2 ár, um brotið er framt á sjóumveldinum, og dálkingin er álvarsom og framd við vilja.
Stk. 4. Er brotið framt av partafelagi, smápartafelagi, lutafelagi ella líknandi, kann felagið verða revsað við sekt.
§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó kemur § 7 í gildi 8. september 2017.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 21. mars 2017
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)